týsdagur 27. september 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Køkurin er okkara mest sosiala rúm í húsinum. Tað er í smarta samrøðukøkinum,
at vit brúka mest tíð, og tað er køkin, vit vilja sýna fram, tá fólk kemur
á gátt. Køkurin var eisini tað rúmið, sum varð mest brúkt fyri 100 árum
síðani, hóast fermetrarnir vóru teir somu ella færri, enn teir eru í dag. Jóan
Pauli Joensen granskar í føroyska húsinum í fyrsta parti av 20. øld
Greinin er partur av lýsingarherferð, sum Granskingarráðið stendur fyri
FRÁ ROYKS
SAMRØÐUK
ORÐ: EILEN ANTHONIUSSEN
Undir heitinum »Í stovuni sofu, í køki
komfýr« heldur Jóan Pauli Joensen
fyrilestrar undir Vísindavøkuni.
Fyrilestrarnir eru úr tilfari, sum
hann hevur granskað í í sambandi við
gomlu føroysku húsini, og sum eftir
ætlan skal gevast út í bók, tá hann
er liðugur við granskingararbeiðið.
Hóast hann er farin frá sum undir
vísari og professari á Søgu- og Sam
felagsdeildini, er hann ikki givin við
at arbeiða. Gransking er ein so stórur
partur av hansara lívi, at hann heilt
einfalt ikki kann lata vera við at
granska.
– Hetta er eitt evnið, sum eg havi
fingist við alt lívið. Gjøgnum tíðina
havi eg arbeitt við ymiskum verk
ætlanum innan mentan, og tað er
serliga hetta evnið, sum snýr seg
um, hvussu fólk liva og búgva, og
hvussu tey innrætta seg, sum hevur
mín áhuga. Tí havi eg kastað meg
yvir hesa granskingina av føroyska
húsinum, sum veksur fram stutt
eftir ár 1900.
Húsið, ið granskingin hjá Jóan
Paula Joensen snýr seg um, eru tey
hús, sum vóru vanlig eftir ár 1900.
Grundsniðið er eitt hús í trimum
hæddum við køki, lítlum spísikamari
ella kova, tveimum stovum, gongd
ella forstovu og lítlum gestakamari
í miðhæddini. Á loftinum er gongd
og trý kømur, oftast eitt stórt og
tvey minni. Í kjallaranum var ofta
verkstaður, høsnarhús, básar til neyt
og seyð.
Roykstovan fær nýtt navn
– Miðhæddin var næstan altíð tann
sama, men tey fínaru og størru húsini
høvdu trimpil og kvist, sum gjørdi tað
møguligt at hava fleiri rúmlig kømur
á loftinum. Nógv av hesum húsunum
síggjast enn í dag, eitt nú verður
skipararekkjan í Porkeri ofta nevnd.
Jóan Pauli greiðir frá, at hetta
húsið kemur til Føroya fyrst í
1900-talinum, møguliga úr Noregi
ella Danmark. Tey líkjast nógvum
av teimum húsunum, ið vit síggja í
okkara grannalondum.
– Søguliga hava vit bara havt
tvey húsasløg, áðrenn vit fara undir
at byggja hesi húsini. Víkingahúsið
frá miðøld og so gomlu føroysku
húsini við roykstovu og glasstovu
frá 16-1700-talinum. Hetta nýggja
húsið kom um ár 1900, og tað nýggja
við hesum húsinum var, at tað hevði
bæði loft og kjallara. Íblásturin kom
úr grannalondunum og í takt við,
at tann borgarligi lívshátturin vann
fram. Tað hevur onki við tað politiska
at gera, men heldur meinast tað við,
at tá fólkið flytir av bygd og inn í
býin, broytist lívsstílurin eisini. Tá
verður húsið karmur um familjulívið
á ein annan hátt, enn man kendi tað
frammanundan.
Við nýggja húsinum broytir
roykstovan í teimum gomlu
húsunum navn til køk, tá hon fær
køk, loft og innlagt vatn. Hóast báðar
stovurnar, fína stovan og spísistovan,
fylla helvtina av miðhæddini, brúkti
man bert køkin sum uppihaldsrúm.
Tað kundi vera trongt, tí ofta búðu trý
ættarlið undir somu lon.
– Men tá spældu børnini meir
úti. Og tey spældu kanska uppi á
loftinum ella í rúmi, sum enn ikki
var innrættað, kjallarin kundi eisini
nýtast, men í høvuðsheitum var
køkurin einasta rúmið, sum var í brúk
í tí dagliga. Tíðirnar vóru øðrvísi tá.
Maðurin var forsyrgjarin og arbeiddi
antin úti ella í kjallaranum, so køkurin
var arbeiðsplássið hjá konuni.
Húsið umboðar títt lív
Samfelagsliga gongdin og sosialu
broytingarnar avspegla sostatt
týðiliga, hvussu vit hava innrættað
okkum heima. Konan átti køkin og
matgerðina, og maðurin átti kjallaran.
Loyvdu umstøðurnar tí, fekk maðurin
sítt harraverilsi, um talan var um rík
og múgvandi fólk. Í teimum gomlu
húsunum við roykstovu og glasstovu
var vanliga eisini eitt prestakamar í
endanum. Har var eisini ein serlig
inngongd, eisini rópt bakdyr.
Tað stuttliga við hesum nýggju
húsunum, sum komu eftir 1900, er,
at øll líkjast. Og hetta avspeglar ein
lívshátt sum kemur uttanífrá, har
húsið eisini umboðaði ein serligan
lívshátt.
– Tú kemur inn í húsini gjøgnum
forstovu, heldur fram haðani inn í fínu
stovu og haðani inn í spísistovuna.
Fínir gestir nýttust ongantíð at koma
inn í køkin, har maturin varð gjørdur,
og har húsfólkið og onnur kundu
verða í frið.
Stovurnar vóru so at siga slett
ikki í brúk, uttan til tær heilt serligu
løturnar og til høgtíðirnar. Við tíðini
fer man at brúka spísistovuna meir,
serliga sunnudagar. Tá útvarpslurtini
blivu vanlig, stóðu tey ofta í stovuni,
og so fóru fólki aftaná, men við
hurðini opnari inn í køkin, har tey
eisini sótu. Upp aftur seinni kom
sjónvarpið, og so við og við fór man
at brúka stovurnar meira. Summi
tóku veggin niður og fingu eina størri
stovu í staðin fyri tvær smáar.
– Húsini vóru hitað við torvi og
seinni koli, og mann oyslaði ikki við
hitanum. Komfýrurin, sum kom
í hesi húsini frá fyrsta degi, var í
køkinum, og tí hevur tað verið heitt
og fjálgt at sitið har.
Kumma í skotinum
Frá 1950 árunum kemur ein nýggjur
stílur, og tá vit koma upp í 1960
árini verður tað fínari og fínari, og
tá byrjar fólkið eisini at bróta frá í
innrættingini, sum vit eisini kunnu
knýta upp í rákið, ið eyðmerkti
nýggju fríu tíðina.
– Men so langt eri eg ikki
komin enn. Tað, sum eg haldi
vera serliga áhugavert við hesum
tíðarskeiðinum, sum er fyrra helvt
av farnu øld, er hvussu týðiligt tað
er, at meginparturin av fólkinum
ber seg at á sama hátt. Øll gera líka
burtursæð frá onkrum lítlum fráviki
At ganga upp
í heimið og
innrætting
er trúgv hjá
summum, líka
sum onnur
hava aðrar
sannføringar
og ganga upp í
ítrótt, kost ella
okkurt triðja.
Innrættingin
hjá fólki fyllir
sera nógv í
dag
Jóan Pauli Joensen
VÍSUNDAVØKA