Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað, sum er serliga áhugavert fyri meg, er, hvussu eins fólk bera seg at. Tann fólksliga mentanin er so sterk. Man innrættaði seg eftir tí, ein hevði brúk fyri, og tað skuldi vera líka, sum grannin hevði. Um verkætlanina: Eftir ætlan skal tilfarið um føroyska húsið samlast í bókaútgávu. Jóan Pauli Joensen hevur starvast fyrst á Føroya Forn­minnis­ savni í meira enn fimtan ár og síðani á Søgu- og Samfelags­ deildini á Fróð­ skaparsetri Føroya í eini 30 ár. Tá hann fór frá fyrr í ár, hevði hann í samanlagt fimtan ár røkt starvið sum rektari á Fróð­ skaparsetri Føroya. TOVU TIL KØK í innrættingini. Hyggur man nærri at tekningunum er onki vesi at finna á miðhæddini ella loftinum. Men í lítlum skoti í kjallaranum stendur ein bukka. –Vesið, sum vit kenna tað í dag, verður ikki partur av innrættingini fyrr enn fyrst í 1960 árunum, kanska fyrr hjá onkrum og seinni hjá øðrum. Skuldi man vaska sær, mátti man hava eitt fat inni á kamarinum ella vaska sær í køkinum. Soleiðis var vanligi føroyski bústaðurin fyrst í 20. øld, og soleiðis vóru flest hús í Føroyum innrættað, alt eftir status og førimuni. – Fert tú út í smábygdirnar í dag, síggjast nógv av hesum húsum enn. H. C. W. Tórgarð bygdi nøkur øðrvísi hús her í Havnini í 1930 árunum, men annars var tað hesin stílurin, sum var ráðandi. Fólk elta, sum fyri er slóða Jóan Pauli greiðir frá, hvussu alt frá gardinum fyri vindeyguni til súltutoy ella gele aftur við tí stokta sunnudagskjøtinum hongur saman, tá man hyggur eftir inn­rættingini av húsum frá hesum tíðar­skeiðinum. – Tað, sum er serliga áhugavert fyri meg, er, hvussu eins fólk bera seg at. Tann fólksliga mentanin er so sterk. Man innrættaði seg eftir tí, ein hevði brúk fyri, og tað skuldi vera líka, sum grannin hevði. Gamaní var tað stættarmunur, men tað sæst eisini týðiliga, hvussu trendurin hjá fína fólkinum seyrar niður gjøgnum samfelagsløgini. Tú sært, hvussu borðið er dekkað, at gardinur, sósaskál og reyðkál hoyra saman. Tað er ikki av tilvild. Føroyar vóru í broytingartíð hetta tíðarskeiðið, serliga í 1920-30 árunum. Gamla bygdarmentanin víkir spakuliga fyri tí borgarligu mentanini, sum kom inn í landið og vísti seg greiðast í teimum stóru bygdunum, serliga í Havn og á Tvøroyri, har nógv handilslív var. Og tað merkti, at fólk fóru at seta sær onnur krøv til heimið eisini. – Eitt nú fóru gentur til tær stóru bygdirnar sum fiskagentur, har tær sóu so nógv, sum tær ikki vóru vanar við heimanífrá. Eitt var, at tær arbeiddu í fiski og komu saman við øðrum fiskagentum og fiski­ monnum, men tær hugsaðu eisini um framtíðina og spardu upp til eina kommodu, seymimaskinu og út­stýr til at klára eitt familjulív. Tað var ein dreymur um tað góða lívið, sum mann vildi hava sum karm um tilveruna, sum myndaði sam­felagið um hesa tíðina. Pengar skuldu til, og møblar vóru dýrir at skaffa. Fína stovan skuldi hava sofu, kanska plysssofu, stólar og borð og spísistovan spísi­borð við fínum stólum – í øllum førum pinnastólum. – Idealið hjá øllum, eisini tí arbeiðandi fólkinum, var í »stovuni sofu, í køki komfýr«. Tá hevði tú alt tað, sum tú kundi ynskja tær. Lívið er ein pallur Nógv er broytt hesi 100 árini – og tó. Børn og vaksin vóru saman á ein annan hátt. Tey búðu tættari saman og svóvu ofta fleiri í sama kamari og í somu song. Í dag tíma børnini ikki at sita so nógv saman við teimum vaksnu, men brúka mest tíð í egnum kamari, serliga tá tey gerast eitt sindur eldri. Hóast nógvar barnafamiljur í dag búgva í húsum av hesum gamla slagnum, verða tey brúkt nógv øðrvísi enn fyrr. Tað eru neyvan nógvar stovur, ið standa til pynt í dag. Blaðar tú í einum nýmótans blaði um hús og innrætting, kanst tú síðu upp og síðu niður lesa og síggja myndir av, hvussu eitt nýmótans heim skal síggja út. Og hvat er mest umráðandi enn samrøðukøkurin, sum eisini í Føroyum er vorðið til eitt hugtak hjá mongum? – Nú eru køkur og stova saman, og køkurin er fínur nú og er einki at goyma burtur. Køkurin er umboðandi fyri tín lívsstíl. Hús í heila tikið eru dreymar um familju­lív, sum fyri nógv er fyrst og fremst í høvdinum. Vit droyma um fínar køkar, at gera góðan og sunnan mat har, men tey flestu arbeiða allan dagin, so løturnar eru ikki so nógvar, tá man stendur og hugnar sær í samrøðu­køkinum. Taka vit fatur aftur í kyns­leik­lutir­ nar, hevur maðurin í summum førum eisini fingið eitt pláss í køkinum, tí nú sleppur maðurin eisini er at vísa, hvat hann dugir, meðan gest­ir­nir hugna sær runt um køks­oynna, sum ofta stendur har, ið skila­vegg­urin inn til stovuna fyrr var. – At ganga upp í heimið og inn­ rætting er trúgv hjá summum, líka sum onnur hava aðrar sann­føringar og ganga upp í ítrótt, kost ella okkurt triðja. Innrættingin hjá fólki fyllir sera nógv í dag. Beint nú síggja vit, hvussu alt, ið fyrr hekk saman, upploysist aftur við at man setur blandað gamalt stell á borðið; ymiskar tallerkar og koppar, sum man eitt nú sær á matstovuni Barbaru. Tað er alt samalt eitt slag av nýggjari pallsetan. Lívið er ein pallur og senan ella tað ’kulturella programmið’ skiftir eitt sindur, men menniskja broytist ikki - hon leitar altíð eftir onkrum. VÍSINDA­ VØKAN 2016 Greinin er skrivað í sambandi við ársins Vísinda­vøku, sum verður í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í Tórshavn. Vísindavøkan verður fríggjadagin 30. september frá kl. 8.00 á morgni til á leið kl. 22.30 á kvøldi. Ymsar fram­sýningar og samvirkin tiltøk vera í Perluni og á Torginum. Hesi verða skipað kring frumevnini eld, luft, vatn og jørð. Her verður alt møguligt frá fiski til dronur at síggja, hoyra um, smakka og nerta við. Fram­løgur, sum serliga eru ætlaðar miðnámsskúlanæmingum, verða í Reinsarínum fyrrapartin. Lærarar og næmingar úr Hoydølum fara at hava ymiskt á skránni til børn í einum telti á p-økinum yvirav Reinsarínum. Steðgur verður millum kl. 15.00 og 17.30, tá Arkitekturdagarnir, sum Arkitektafelag Føroya skipar fyri, verða settir. Frá kl. 17.30 til 19.30 verða tiltøk um og við íblástri frá Pokemon GO. Stuttar framløgur, tiltøk og undirhald. Frá kl. 20.00 verður hugnakvøld við framløgum og undirhaldi. Vísindavøkan verður eisini á ferð kring alt landið við fyrilestrum í døgunum 19.-29. september. Fleiri enn 50 fyrilestrar eru á skránni. Tað eru granskingarstovnarnir og Granskingarráðið, sum skipa fyri. Øll tiltøkini eru ókeypis. Sí skránna og les meira á gransking.fo og á Facebook-síðuni hjá Granskingarráðnum. Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111 VÍSUNDAVØKA