týsdagur 27. september 2016síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Á mikkjalsmessu, hósdagin 29.
september, fyllir Sørin S. Djurhuus
í Norðragøtu 60 ár. Sørin er sonur
Sørin Djurhuus úr Søldarfirði, og
Ebbu fødd á Deild úr Vestmanna,
Pápin doyði, tá Sørin var 4 ára
gamal, og Sørin vaks upp hjá Odu
og Ingolf Samuelsen í Klaksvík.
Sørin er kendur sum brunaum
sjónarmaður og svimjari.
Tá
Svimjifelagið
Ægir
varð
stovnað í januar 1975, var Sørin
beinanvegin partur av svimjara
hópinum, og síðani hevur hann
verið ógvuliga virkin í svimjingini.
Sørin var bringusvimjari, fyrsta
úrslitið, ið finst hjá honum, er frá
ólavsøkukappsvimjingina í 1975,
tá ið hann rakk tíðina 1:36,5 í 100
bringusvimjing. Skjótt var hann
virkin venjari og seinni nevndarlim
ur í Ægir. Sum í øllum øðrum brøgd
um lá parturin hjá Sørini ikki eftir.
Skótalívið hevur eisini verið ein
stórur partur av lívinum hjá Sørini.
Hann telist millum teirra, ið hava
verið við til at seta Skúvadalshúsið
í stand – nú fyri aðru ferð. Nógv góð
minni hevur hann úr húsinum, og í
nógv ár hevur Sørin hildið føðingar
dagarnir hjá sær har eysturi.
Tá ið Sørin búsettust í Eysturoy,
fór hann saman við øðrum undir
svimjifelagið
Skeggjar.
Hóast
avmarkaðir møguleikar og mót
støðu var hann við til at mynda
eitt sterkt svimjifelag í hylinum
við Gøtugjógv. Sørin var í nógv
svimji-dómari, og rættvísari dóm
ari skuldi tað leitast leingi eftir.
Eitt av hæddarpunktunum vóru
Oyggjaleikirnir í Føroyum í 1989.
Sørin er ofta ferðaleiðari hjá
svimjilandsliðunum. Hann hevur
nú verið nevndarlimur í Svimji
sambandinum í nógv ár og hevur
ábyrgdina av lívbjargingini, og
málið er greitt: allir føroyingar
skulu vera lívbjargarar.
Seinni árini hevur Sørin eisini
verið ein partur av Koltursætlanini,
og hann er ofta vakt í Koltri, har
hann eisini búði nøkur ár sum barn.
Í yngru árum starvaðist Sørin
sum lívbjargari í svimjihøllini í
Klaksvík, og lívsleiðin hjá honum
hevur fyri ein stóran part verið
innan trygd. Bæði sum ambu
lansuførari, leiðari av ambulansu
tænastuni
í
Norðoyggjum,
og
nú
sum
brunaumsjónarmaður
í Eysturkommunu. Eisini hevur
hann starvast sum kavari, húsa
vørður og nakrir túrar hevur hann
verið til sjós.
Sørin er giftur Rannvu úr
Norðragøtu, dóttir Hjørdis og Tór
hall Pæturson Hansen.
Í september í 1983 fluttu Rannva
og Sørin í húsini, sum tey høvdu
latið smíðað í Norðragøtu. Sørin
plagar at siga, at tey fluttu inn
dagin fyri tiltiknu fótbóltsferðina
hjá klaksvíkingum, tá ið tað lá til,
at teir skuldu vinna FM! Rannvá
og Sørin eiga trý børn: Gunn (38),
Randi (31) og Rógvi (29), og 60 ára
føðingardagsbarnið
eigur
tvey
abbabørn – Tóki og Hjørdis.
J
Sørin S. Djurhuus
Seksti ár 29. september 2016
KJAK
Heri Mohr
Í fíggjarløgtingslóg
1987 játtaði løgtingið
100 milliónir til ein
nýggjan Oljugrunn
fíggjaður við einum
nýggjum
brenni
oljugjaldi.
Oljugrunnurin fekk regluliga
løgtingsjáttan í árunum 1987 til
1990, samanlagt 350 milliónir.
Í sama tíðarskeiði fekk olju
grunnurin 39,5 milliónir í rentuinn
tøkum av innistandandi í bankum
og sparikassum og útlánum.
Í 1988 veitti Oljugrunnurin Rá
fiskagrunninum 35 milliónir í stud
ningi.
Í 1990 átti Oljugrunnurin 371
milliónir soleiðis: 82 milliónir inni
standandi í bankum og sparikass
um, 132 milliónir í útláni og 157 milli
ónir í landskassans gjaldføri.
Við løgtingslóg nr. 33 frá 27.
mars 1992 vórðu 91 løgtingsgrunnar
avtiknir og fluttir til landskassans
kapitalkonto.
Teirra millum Oljugrunnurin.
Við hesum avtøkum fekk aldar
gamla virðingin fyri almennum
peningi til ávís endamál í komandi
tíðum mønustingin. Er tað mentað
fólk, ið fremur slíka ”massakru”?
Tað sjaldsama við hesari avtøku
er, at sambært landskassans árs
roknskapum er avtøkan framd í
1991, meðan lógarheimildin varð
sett í gildi dagin eftir, at lógin varð
kunngjørd í 1992 og virkandi frá
sama degi.
Hetta er ørskapur upp á forskot.
Úrslitið av hesum var, at allar
milliónirnar, sum omanfyri um
røddu 91 grunnar áttu í reiðum
peningi, fóru í tann tóma lands
kassan.
Hann fór sum kunnugt á heysin
nakrar mánaðir seinni í 1992 við
sera álvarsligum avleiðingum.
Hesin ørskapur gevur okkum
fylgjandi dreymamynd:
1. Í 1964 stovnsetti Fólkatingið ein
grunn, sum fekk heitið 60-milli
ónagrunnurin, seinni broyttur
til
Íleggingargrunnurin
fyri
Føroyar. Hesin grunnur, sum
fekk fólkatingsjáttan í fleiri ár,
var ætlaður til at veita lán, seinni
eisini stuðul, til størri íløgur í
okkara samfelagi.
Vit kunnu tríva í rúgvuna: 100%
kreppustuðul til Atlantic Airways
og 100% stuðul til leingjan av
flogvøllinum og nýmótansgerð
av komuhøllini vesturi í Vágum.
Og Íleggingargrunnurin hevur
veitt landskassanum fleiri lán í
nógv ár til fígging av berghols-og
landsvegagerð, SEV, o.a.
Týdningurin, sum hesin grunnur
hevur havt og framhaldandi
hevur fyri okkara land og okkum,
sum her búgva og virka, kann ikki
undirmetast. Vit kunnu skráseta
okkara vega- og bergholskervi,
flogvøll, Atlantic Airways o.a. í
dag, og so gera sammeting 40 ár
aftur í tíðina.
Fíggjarliga er hesin 52 ára gamli
grunnurin í góðum standi og
virkar eftir lóg, ætlan og við
tøkum.
2. Í 1987 stovnaði Føroya Løgting
sum sagt Oljugrunnin. Hóast
hann varð avtikin í 1992 (1991),
hevur løgtingið regluliga kravt
oljugjald í 25 ár við ongum olju
grunni. Samanlagt einar 2 milli
ardir. [Tað hevði verið ”kjekt å ha”,
sum norðmaðurin segði].
Um vit nú ímynda okkum, at
Oljugrunnurin, sum varð avtikin í
1991, fekk navnabroyting sama árið
til Landsgrunnurin fyri Føroyar,
so høvdu vit í dag átt ein grunn í
milliardaklassa, sum, saman við
Íleggingagrunninum, hevði verið
eitt trygt og álítandi undirstøði
(ískoyti) hjá løgtinginum at brúkt
til fígging av almennum íløgum.
Ikki nóg mikið við tí:
Týdningarmesta
virksemi
í
okkara samfelag eru: heilsuverkið
og almannaverkið og skúlaverkið,
sum í eini 10 ár so eyðmýkjandi
og mannminkandi hava ikið á fá
tækramarki úr hond í munn. Tey
mugu sleppa úr endaleysum polit
iskum klandri og fáa eina virðiliga
tilveru. Ongantíð nóg skjótt. Eitt
endaleyst klandur í løgtinginum er
siðspillandi og loysir einki problem.
Klandrið er problemskapandi.
Umframt til almennar íløgur
skal Landsgrunnurin fyri Føroy
ar vera tann fíggjarligi trygg
leikin til fullgóðan raksturi av
nevndu trimum verkum, sum
eru essentiel í framkomnum sam
felagi. Landsgrunnurin skal sjálv
andi umsitast við lógum, kunn
gerðum og reglum javnt við ein
Íleggingargrunn fyi Føroyar – men
hvør sær.
Hetta
krevur
sjálvandi,
at
okkara politikarar virka miðvíst í
konstruktivum samfelagspolitikki,
sum ikki verður órógvaður av pri-
vatum, ellismerktum nationalist
iskum møsni?
Um dreymamyndin her verður
veruleiki, kunnu vit siga, at trí-
toymið: Íleggingargrunnurin fyri
Føroyar og Landsgrunnurin fyri
Føroyar og Landskassin verður
okkara varandi trygdarbelti, eitt
perpetuum mobile, sum ikki kostar
annað enn galdandi løgtingsjátt-
anir til umrøddu verk pluss verandi
játtan úr imaginera oljugrunninum,
sum løgtingið regluliga hevur játt
að pening ár um ár síðan 1991 til
dagin í dag.
Í 25 ár hevur løgtingið fingið
brennioljugjald í milliardaupphædd
til ein oljugrunn, sum fór í søguna
í 1991 (1992).
Tað ørar!
»Verður samfelagsins nervaskipan
pínd og niðurbrotin við siðspillandi
avleiðingum, kann talan verða um
nepotismu, eitt virus, sum gevur
vinum og kenningum serrættindi
í politiskari umsiting og í høgum
almennum størvum. Úr hesum
virusi sprettur servilitetur, tað vil
siga undirbrotligheit og sleiskni.
Avleiðingin av hesum verður deka
densa – forfall – í politisku og al
mennu fyrisitingini, og vanligu
eyðkenni eru, at meting um moral
dettur sundur og fremur evnaloysi
í spurningum um rangt og rætt.«
25 ára gamal ørskapur?