Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Halla Samuelsen býráðslimur og valevni Javnað­ar­ floksins til Tórshavnar Býráð. Sum forkvinna í sosialu nevnd í undanfarna býráði stríddist eg fyri at fáa fleiri røktarheimspláss í Tórshavnar kommunu. Miðvíst og drúgvt politiskt arbeiði gjørdi tað møguligt at seta hakan í byggingina av Boðanesheiminum í 2010, heimið stóð liðugt í 2012 til stóra gleði fyri tey mongu, ið tá tørvaðu røkt­ar­heims­pláss. Øllum var tá greitt, at næsta stig var at fáa til vega eldravinarligar íbúðir, so at tey, ið enn kunnu búgva heima við røktarstuðli frá heimatænastuni, hava eitt altern­ ativ til røktarheim. Allar kanning­ar siga, at tey eldru vilja búgva heima, og uppgávan er tá at gera nýggja heimið hóskandi til umstøðurnar. Hetta er eisini boðskapurin, sum býráðið fyri kortum fekk í sam­ bandi við frágreiðing um fram­tíð­ ar­tørvin á eldraøkinum. Vit hava í Tórshavnar kommunu longu sum er lutfalsliga nógv røktar­heims­ pláss samanborið við Norðurlond, men vit hava als einki alternativ so sum eldraíbúðir. Eldraíbúðir á Óðinshædd Eldravinarligar íbúðir ella íbúð­ ar­deplar við heimatænastu gera tað møguligt eisini hjá hjúnum at liva og búgva saman. Í fleiri før­ um er tað tann eini, sum hevur brúk fyri hjálp, meðan hin klárar seg væl. Hesin kann saman við heima­tænastu verða týðandi stuð­ ul bæði í mun til húsarhald, sosi­ala samveru og trygd, men har húsini ikki eru hóskandi til teirra støðu. Í býráðnum hava vit nú samtykt at broyta byggisamtykt fyri eitt vinnu­øki á Óðinshædd. Bústaðir hevur møguleika at ogna sær hesi vinnustykki, og við broyttu byggi­ samtyktini ætlar Bústaðir at byggja eldraíbúðir. Ætlandi fara Bús­taðir og kommunan undir verk­ætlan­ arfyrireikingar nú beinanvegin. Kanska hetta kann gerast ein íbúð­ardepil, har til ber at hava fleiri felags­funktiónir bæði útiøkið og felagshús, har til ber at eta saman, hava samkomur, ítriv, venjingar v.m. Sum kommununa við ábyrgd av eldrarøktini eiga vit at tryggja slíkar íbúðarloysnir og val­møgu­ leikar. Hetta er til fyrimun fyri tey eldru, hetta er til fyrimun fyri kommununa. KOMMUNUVALIÐ Eldraíbúðir á veg Bárður S. Nielsen Formaður í Sambandsflokkinum   14. september-samgongan spæl­ ir høgt spæl við føroyska bú­ skap­inum, og uppsparingin hjá hvørjum einstakum før­oy­ ingi er innsatsur á rulettini hjá landsstýrinum Ávaringarljósini blunka. Ikki færri enn tríggir in­stans­ ir ávara um, at búskapur Føroya er ovurhitaður: Bú­skap­arráðið, Tjóð­bankin og danska Váðaráðið. Hvat ger samgongan? Einki. Ella rættari sagt: sam­gongan, sum Tjóðveldi stýrir, velur til­ vitað at síggja burtur frá góðum ráðum um at tálma føroyska bú­ skapin. Sporini ræða, tí hetta byrj­ ar at minna um støðuna í 80­ unum. Eisini tá hevði Tjóð­ veldi landskassan um hendi og ignoreraði øll tey, sum eis­ini tá ávaraðu. Úrslitið var, at Føroyar fóru av knóranum.   Arrogansa og manipulatión Fyrsta reaktión frá lands­stýr­ iskvinnuni í fíggjarmálum var skuldsetingin um, at Danmark ger eina taktiska manøvru, tí at hon arbeiðir við einum føroyskum váðaráðið. Onnur reaktión var, at lands­ stýr­iskvinnan – óseriøst – rættar danska Váðaráðið við at vísa á saml­aðu lyklatølini fyri okkara bankar. Her er talan um nation­al­ist­ iska arrogansu og fíggj­arliga mani­pulatión. Tað sigur rættiliga nógv, at stjórin í BankNordik ásann­ar, at eitt gult kort til føroyska bú­ skapin er upp á sítt pláss. Skjótt hækkandi set­húsa­prís­ ir í høvuðsstaðnum hótta við at trýsta útlán í bankunum upp­ eftir. Vandin er, at eitt um­skifti í búskapinum kann raka bank­ar­ nar harðliga við nið­urskrivingum – og tað fær avleiðingar fyri set­ húsa­marknað, set­húsa­eigarar og føroyingar sum heild.   Melur skjótari enn í Kina Hvørki miðlar ella politikarar vilja taka upp á tungu, at danska Váðaráðið eisini í fjør kom við einari meting av før­oyska bú­ skapinum. Tá stóð væl til. Nú er ein nýggj og búskap­ar­ pol­itiskt ábyrgd­arleys sam­gonga komin framat, og nú er longu vandi á ferð! Legg til merkis, at Bú­skap­ ar­ráðið hækkar sína meting úr 5,3% upp í 8,5% vøkstur í BTÚ. Hetta er óhoyrt í okk­ara parti av heiminum. Búskapurin aksellererar og fær alt ov nógva ferð. Sjálvt í Kina, har motor­ar­nir koyra skjótt, rokna tey við einum vøkstri á 7%, helst í leypandi prísum, men allíkavæl.   Tín uppsparing í vanda Tað er sjálvsagt, at 14. sept­ember- samgongan má vakna, áðrenn ov seint er. Enn er tó er einki, ið peikar tann vegin, og tað er vandamikið fyri Føroyar. Samstundis sum Ísland legg­ur sítt fíggjareftirlit til Europ­eiska Fíggjareftirlitið, vil lands­stýr­is­ kvinnan í fíggjarmálum hava sítt egna eftirlit við føroysku bank­ u­num ígjøgnum eitt føroyskt váða­ráð. Hetta vil hon, hóast føroyska fíggjarøkið, tíbetur, framvegis er danskt málsøki og er væl tryggjað undir strongum eftirliti. Symbolpolitikkurin hjá Tjóð­ veldinum er sera vandamikil. Um nakar sum helst ivi verður um, hvør ið hevur endaligu ábyrgdina av støðuni hjá før­ oysku peningastovnunum, so verður avleiðingin í ringasta føri, at danska Fíggjareftirlitið frá­ skrivar sær ábyrgdina. Tá verður trygdin fyri allari upp­sparing í Føroyum mist. Og tá verða føroyskir bankar ikki longur loftaðir í felags trygd­ arnetinum í Ríkinum, eins og Eik Banki varð loftaður fyri bert seks árum síðani. 14. september-samgongan spæl­ir høgt spæl við føroyska bú­skap­inum, og tín uppsparing er inn­satsur á rulettini hjá lands­ stýr­inum. Tín uppsparing á rulettuni hjá Tjóðveldi Jógvan Arge varaborgarstjóri úr Tjóðveldi Tórshavnar kommuna er størsta kommuna í landinum, hevur størsta kommunukassan og ger størstu kommunalu íløgurnar. Bara hetta valskeiðið hevur býráðið samtykt at brúka meira enn eina milliard. Tilgongdirnar at avgera mál í kommununi eru ofta drúgvar og fløktar. Tær krevja bæði um­ hugsanir og samráðingar politiskt og umsitingarliga. Farnu árini hava borgarar kanska fingið fatan av, at komm­ unan verður stýrd við mynda­rík­ um vitjanum á stovnum og arb­ eiðsplássum. So er ikki. Eitt væl úr hondum greitt arbeiði verður gjørt í umsit­ ingini í sambandi við málini, og somuleiðis verða málini gjølla umrødd í býráðsnevndum. At enda verða tey borin á býráðsfund, har teir 13 býráðs­lim­ irnir taka endaliga støðu til, um tummilin skal venda upp ella niður. Soleiðis virkar fólkaræðið í Tór­ shavnar kommunu, og soleiðis eigur tað at halda fram at virka. Mál verða umhugsað, gjørd av og avgreidd. Men kunningin um tilgongd­ir­ nar í mongum málum hevur ikki altíð verið nóg neyv. Mangan er bara ein versión at finna á heimasíðuni hjá komm­ ununi - versiónin hjá borg­ar­stjór­ a­num. Alt annað er burt­ur­goymt ella bara gloymt. Tjóðveldi ætlar at styrkja kunn­ ingina til borgararnar og leggja dent á málini, ið veruliga hava týd­ ning fyri fólk í kommununi. Stroyma býráðsfundir Tórshavnar býráð tekur avgerðir vegna 21.000 borgarar, og býráðið varðar av eini fíggjarætlan á meira enn 800 mió. kr. Hetta er ikki smávegis ábyrgd hjá 13 býráðslimum at hava, og borgararnir hava tí krav uppá, at avgerðirnar verða tiknar í størst møguligum opinleika. Dyrnar til býráðsfundirnar eru opnar, tá fundir eru, men sjáldan er nógv fólk til fundirnar. Hetta kann undra, tá havt verður í huga, hvussu stórar avgerðir ofta verða tiknar. Sjálvsagt er, at borgararnir skulu kenna seg tryggar við, at allar av­gerðir í býráðnum verða tiknar við grundgevingum, sum halda. Ógvuliga viðkomandi er tí at stroyma býráðsfundirnar út í hvørt hús Tað verður gjørt í granna­londunum og eisini í fleiri komm­unum í Føroyum. Sjálvandi skal hendan tænasta eisini standa okkara borgarum í boði. Tjóðveldi virkar fyri átøkum at fremja opinleikan í Tórshavnar komm­unu og ætlar at seta tey í verk. X við E. Betri upplýsing av Vaglinum KJAK