týsdagur 27. september 2016síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KJAK
Jóan Pauli Poulsen
At niðurstøðurnar hjá fiskivinnu
nýskipanarnevndini eru givnar upp
til skutil í almennum kjaki, meðan
»rætturin enn situr« boðar ikki frá
breiðum semjum. Ikki tí, vit kundu
havt gott í væntu, nú politiski mynd-
ugleikin setti búskaparfrøðingar og
vinnulívsmenn saman at hugsa upp
ein vinnubygnað óheftan av polit
iskt tilnevndum aktørum. Tá flestu
reiðarar hava áralangar royndir
við keyptum – gaman í sínámillum-
rættindum at reka fiskiskap, so skuldi
tað bara manglað, at búskaparfrøðin
og vinnulívsroyndirnar ikki funnu
ein hóskandi marknaðarbygnað.
Høgligasta nýskipan av týdningi
hevði væl verið at ført núverandi
sínámillum handil við politiskt til
lutaðum
frammíhjárættindum
yvir í ein opnan keypsskála við
fyriskipaðari uppboðssølu av fiski
rættindum, júst sum vit nú hava sæð
á royndaruppboðssøluni. Men upp
boðssøla av fiskirættindum til botn
fiskastovnarnar innan fiskimarkið er
annað mál. Og viðferðin, tað hevur
fingið í nýskipanarnevndini, er líka
merkilig sum at niðurstøðurnar
seyra út áðrenn nýskipanarbólkurin
hevur verið saman og álitið latið úr
hondum.
Tað er týðiligt, at nýskipanar
nevndin himprast við uppboðssølur
og tykist at viðgera málið úr aktør
sjónarhorni meiri enn við vinnu-
bygnaði fyri eyga. Og tað er ikki
so løgið, tá fyrsta nýskipan mælt
verður til, er at avtaka verandi
fiskidagaskipan og ístaðin áseta
mest loyvdu kvotu (eins og var tað
millumtjóða veiðibýti). Við hesum
er beinanvegin ógreitt, hvat ítøkiliga
stendur í boði á uppboðssølu av
fiskirættindum til okkara egnu
botnfiskastovnar. Tí mugu havast
serlig atlit at verandi reiðarum og
lánistovnum at standa ímóti teirri
óvissu slík uppboðssøla ber í sær,
so sum langtíðarrættindi (lagað
til avskrivingartíðina av kapitali
seraðum fiskirættindum?) umframt
stutttíðarrættindi “at tryggja, at ein
størri nøgd altíð er tøk á uppboðs-
søluni”. Slíkt marglæti kann so ikki
vera rættindi til mest loyvdu kvotu
av toski og hýsu. Keyp á slíkari
uppboðssølu verður rindað eftir
avreiðing (sum hjá Idémøblum? ,
og nú knípir hjá mær at taka niður-
støðurnar í álvara), men at tað síðan
skal eftirregulerast fyri sveiggj í
miðal fiskaprísum og oljuprísum ,
fær okkum , sum eiga ta ivasomu
æruna av veiðistýringini í 80’unum
at øtast. Tá kom fyri, at trároyndin
(fiskidagarnir) á grunnunum var
so mikil, at botnfiskastovnarnir
megnaðu ikki at kasta so mikið av
sær sum mest loyvdu veiðu.
Uttan mun til hvussu onnur
lond útluta sínar kvotur, so vísa øll
veiðimodell, at er fiskiveiðan farin út
um lívfrøðiligt mestamark, so er tað
bara við fiskideyðatalinum tú kanst
stýra upp til eitthvørt mestamark.
Mestloyvda veiða er ein málseting,
ikki eitt stýringsamboð. Og um
sambandið millum fiskideyðatal og
fiskidagatal ikki kann talfestast, so
er tað immervekk við fiskidøgum
(troltímum, línusetum) søkt verður
at stovninum. Og hvør annar enn
skiparar og manningar sum dag og
dagliga útinna hesa atsókn, kunnu
hava kenslu og royndir av, hvør
fongur kann væntast, t.e.hvussu
stovnurin í løtuni sýnist at vera
fyri? Tá so reiðarar gjølla ætla um
fiskidagakostnað og fiskaprísir nú og
í nærmastu framtíð, hava teir eisini
greiða fatan av, hvat ein fiskidagur er
verdur, og tað verdur at keypa. Menn
duga at rokna, sum Hanus Hansen
tók til um uppboðssøluna.
Eitt álit hevur verið um umseti
lig fiskirættindi (8. Februar 2010)
og lesast kann í dagligu fiskidaga
hagtølunum hjá Vørn, at fleiri
fiskidagar verða keyptir tá teprari er
við tillutaðum fiskidøgum/skip, og
vit kunnu bara gita, at teir sum selja
burturav tillutingini munnu síggja
sær minni inntøkumøguleikar enn
hinir sum keypa. Hví hesin handil
við fiskidøgum ikki kann fara fram á
uppboði í einum opnum keypsskála,
er mær ein gáta, sum eg væntaði, at
nýskipanarnevndin kundi greiða og
enntá hava í uppskoti. Her er tað, at
nevndin tykist hava start seg blinda
fyri bygnaðarperspektivinum. Ein
uppboðsøla við fiskidøgum hevði
í fyrstu atløgu avspeglað eina
røð av fiskieydnu, fiskivánum og
prísvánum samanfataðum í prísboð,
har lægsta boð setti galdandi prís.
Hesin bjóðarin hevði ikki havt
annan
enn
normalvinning
fyri
veiðiárið, meðan hinir høvdu enntá
fingið yvirboðið í vinngingi. Og
uppaftur aðrir bjóða ikki til og bíða
eftir betri tíðum ella “leggjast upp á
land.” Í aðru atløgu skal keypsskálin
sjálvsagt vera opin fyri umsetningi
av óbrúktum fiskidøgum frá teimum
sum av broyttum umstøðum ella
likviditetsneyð angra keypið (hesum
viðvíkjandi kundi Høgni Hoydal
verið lagaligari).
Tað er einki so hættisligt í hesi
skipan fyri verandi og/ella tilstund
andi aktørar (kanska við einum
kassakreditti) at keypa fiskidagar
fyri árið í kapping við lægstbjóðandi,
sum vandin í verandi skipan av at
skuldarbinda seg fyri serliga tillutað
veiðiloyvi og hartil kapitaliserað
fiskiloyvisvirði út í óvissa framtíð.
Nýskipanarnevndina
kann
ikki
sigast ring fyri at mála døpur útlit
og gera vart við tørvin á lagaliga
skiftistíð fyri teir reiðarar, sum
ikki fáa avskrivað nevndu fiktivu
kapitalvirði og svarað hvørjum sítt,
áðrenn nýggja skipanin tekur við.
Men tað eru væl akkordskipanir
og onnur juridisk ráð at taka til í
slíkum málum, sum uppboðssølur av
fiskidøgum ikki skulu loysa. Teirra
mál er at lata fiskidagakeyparunum
sjálvum upp í hendi eina marknaðar
stýrda, skynsama allokering av veiði
kreftunum.
Óvissan hjá hvørjum einstøkum
reiðara er kanska óbroytt, men hann
er spardur fyri kapitaltung veiði
loyvi, sum hervið fara í søguna.
Fiskiskipum verða ikki sett onnur
krøv enn tað sum Skipasýnið og
Arbeiðseftirlitið leggja á. Saman
lagt verða færri fiskidagar og botn
fiskastovnarnir
tað
minni
hart
royndir. Líkindi skuldu sostatt verið
fyri størri og burðardyggari veiðu,
lívfrøðiliga og búskaparliga.
Hvør skuldi mótmælt slíkari til
gongd og hví?
Tórshavn, 21. September, 2016.
Uppgávusøla?
Øll undirvísing er treytað av nóg stórari luttøku og góðkenning av myndugleikunum.
Tilmeldingargjaldið er 400 kr. fyri fult skeið
Byrjað verður eftir avtalu við tann einstaka læraran
TVØROYRAR KVØLD - OG UNGDÓMSSKÚLI
www.tvoroyrarskuli.com
TVØROYRAR KVØLDSKÚLI VETURIN 2016/2017
Tvøroyrar Kvøld - og Ungdómsskúli bjóðar í vetur hesi skeið fram
Lærugrein
Tilmelding hjá
Tilmelding á tlf.
HANDALIGT ÍTRIV (onskvøld)
Lena Jensen
372150 / 220150
VEVING
Óluva Joensen
371001 / 228001
MÁLING (Olja,tempera og acryl máling og tekning)
Palle Julsgart
371669 / 371976 / 287938
TEKNING / ILLUSTRATIÓN
Katrin Einarson 509353
FØROYSKT (ætlað útlendingum)
Poul Olsen
211971
BRIKOLASJ (týskvøld)
Anna Mortensen
287810
BINDICAFÉ
Anna Mortensen / Oddbjørg Øster 287810 / 219451
TÓNLEIKUR (Hornblástur)
Tróndur Enni
256699
KÓRSANGUR (Barnakór 2. og 3. flokkur)
Sólrun Luid
371574
PHOTOSHOP
Bjarni Nygaard
214218
VENJINGAR Í HEITUM VATNI (Giktasvimjing)
Marjun Olsen
371642 / 212888
GITTARSPÆL
Tróndur Enni
256699
SCR/ROC-VHF-SKEIÐ
Erolf Olsen
371386 / 259269
FÍNARI MATGERÐ fyri menn og kvinnur
Eyðstein Lyngvej
767433
T
V
Ø
R
O
Y
R
A
R
K
O
M
M
U
N
A
ALMENN
FRÍTÍÐAR-
UNDIRVÍSING
TEL. 581821