týsdagur 27. september 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
LÆRARI TIL
MASKINDEILDINA
Á GLASI Í
SMIÐJUGERÐI
GLASIR.FO
STARVS -
LÝSING
Hevur tú hug og hegni at arbeiða við ungdómi, dugir at loysa trupulleikar, tá á stendur og kanst
arbeiða sjálvstøðugt? So er eitt starv sum lærari á Maskindeildini á Glasi nakað fyri teg.
Vit sóknast eftir fólki, sum dugir at samstarva, eru framfýsin, hugaði fyri broytingum og kunnu
geva íblástur til at menna arbeiðsstaðið.
Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum umhvørvi, sum er í støðugari menning,
og tú fært møguleika fyri at dagføra teg innan økið.
Vit vænta at umsøkjarar hava viðkomandi sveinabræv, maskinmeistaraprógv og royndir innan
maskin- og motorøkið.
Starvið er fulltíðarstarv at seta skjótast til ber. Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.
Marknagilvegur 1 | 100 Tórshavn | Tel. 353 535 | glasir@glasir.fo | www.glasir.fo
Umsókn við upplýsingum um útbúgving,
royndir og møgulig viðmæli skal sendast til
Glasir í Smiðugerði, Postrúm 3239, 110 Tórshavn.
Freistin at søkja starvið er mánadagin 3. oktober 2016.
Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til
Magna á Lakjuni, undirvísingarleiðara, á tlf. 568080
ella Tummas Marna Joensen, deildarleiðara á
Maskindeildini, á tlf. 220380/568035.
Um Almannaverkið
Fleiri enn 850 starvsfólk úr 15 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið
undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning
av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum.
Í samband við at Virknis- og umlættingardepilin á Sandi letur upp, verður ein
leiðari settur afturat í eindini, soleiðis at leiðslan nú er ein eindarleiðari og tveir
leiðarar.
Tænasturnar í eind 7 umfata bústað, stuðul, umlætting, dag og frítíðartilboð.
Talan er um eitt spennandi starvsøki við fjølbroyttum avbjóðingum og lívsjáttandi
starvsfólkum og borgarum.
Arbeiðsøkini koma at verða:
•
Ein leiðari, sum saman við eindarleiðaranum, fer at leiða Virknis- og
umlættingardepilin á Sandi og náttarvaktar- og stuðulstoymir í Tórshavn.
•
Ein leiðari, sum saman við eindarleiðaranum, fer at leiða Sambýlið á
Eirargarði og Frítíðartilboðið Smæran í Tórshavn.
Arbeiðsuppgávur
Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, mynda eindina, leiða og ganga á odda
fyri at tryggja bæði trivnað og fakliga menning. Í gerandisdegnum merkir tað, at
borgararnir fáa eina námsfrøðiliga tænastu á høgum støði, samstundis sum
starvsfólkið fær eitt spennandi og áhugavert arbeiðspláss.
Leiðarin skal, saman við eindarleiðaranum, skipa eindina soleiðis, at virksemið á
sambýlinum, hjá stuðlum, í umlættingini og í frítíðartilboðum verður gagnnýtt so
skynsamt sum gjørligt. Tað er umráðandi at leggja dent á gott samskifti við
borgarar, avvarðandi, starvsfólk, leiðslu og aðrar myndugleikar. Eitt samskifti bygt
á javnvirði og umsorgan. Áleið 45 borgarar fáa tænastu úr eindini, har umleið 85
starvsfólk starvast.
Um størvini
At vera leiðari í Eind 7 í Tórshavn, Norðstreymoy og Sandoy. Størvini verða sett 1.
november 2016 ella eftir nærri avtalu.
Førleikar
Umsøkjarar skulu hava viðkomandi útbúgving. Leiðsluútbúgving ella royndir við
starvsfólkaleiðslu kann vera ein fyrimunur, meðan tann, sum verður settur, skal
hava kunnleika og royndir við borgarum við menningartarni og/ella fjølbreki.
Væntanir til umsøkjara
Týdningurin av góðu tænastuni til borgaran er eyðsýndur í rætta umsøkjaranum,
sum leggur dent á javnvirði og trivnað. Eginleikar at samskifta og samstarva við
viðskiftafólk, avvarðandi, starvsfólk og leiðslu hava týdning. Vit sóknast eftir einum
leiðara, sum hevur hug og hegni at virka, raðfesta og hugsa framskygt innan
givnar fíggjarkarmar.
Setanar- og lønarviðurskifti
Setanarøkið er Almannaverkið, við tænastu í løtuni í eind 7. Starvið er flokkað í
lønarflokki 33 í lønartalvuni fyri Tænastumenn landsins, tó uttan at vera
tænastumannastarv.
Setanartreytir annars eru sum fyri sáttmálasett, sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag við samráðingarrætti fyri økið. Um
viðkomandi, ið settur verður, frammanundan er tænastumaður innan økið, er tó
møguleiki fyri at halda fram sum tænastumaður.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avritum at prógvum, c.v. og øðrum upplýsingum um
viðkomandi starvsroyndir skulu sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið,
Smyrilsvegur 20, postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerk: ”Umsókn leiðari eind
7”.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12.10.2016 kl. 12.00. Nærri
upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Barbaru S. Berg, eindarleiðara á
telefon 297422.
LEIÐARAR TIL SERØKIÐ Í TÓRSHAVN, SANDOY OG NORÐURSTREYMOY
Almannaverkið søkir eftir tveimum tænastuhugaðum leiðarum til Eind 7, sum í høvuðsheitum veitir tænastu til borgarar við fjølbreki
og menningartarni í Tórshavn, Sandoy og Norðstreymoy.