týsdagur 27. september 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Bú- & heimasænastan
í suðuroy
Deildarleiðari til
Hamragarð
Eitt spennandi starv sum deildarleiðari
til røktarheimið Hamragarð í Vági
er leyst at søkja.
Brennur tú fyri eldrarøktini, og ynskir tú eitt spennandi
starv við nógvum avbjóðingum, har tú sum deildarleiðari
fært møguleikla at vera við til at menna arbeiðsplássið til
gagns fyri starvsfólkið og búfólkið á Hamragarði, so er tað
tær vit hava brúk fyri.
Á Hamragarði eru 24 búpláss/umlættingarpláss og
dagtilboð til heimabúgvandi pensionistar.
Útbúgving, førleikar og royndir
•
Okkara ynskir eru, at umsøkjarin hevur viðkomandi
røktar- og ella heilsufakliga útbúgving og er tað
ein fyrimunur, at viðkomandi hevur royndir innan
heilsuøkið og vitan ella útbúgving innan tænastur
knýttar at eldraøkinum og góðar leiðsluførleikar.
•
Tað er umráðandi, at umsøkjarin er dynamiskur, hevur
góðar samstarvseginleikar, er semjusøkjandi, dugir
at samskipa og motivera starvsfólkið, skapa jaligar
arbeiðsumstøður og hevur evni at samstarva við búfólk,
avvarðandi, starvsfólk og leiðslu.
•
Góð evni at samskifta í skrift og talu og KT- førleika á
brúkarastøði.
Sum leiðari hevur tú ábyrgdina av:
•
Dagligu leiðsluni og fakligu ábyrgdina av veittum
tænastum.
•
At stuðla og menna starvsfólkið
•
At samskipa góðar karmar, ið veitir tryggar og góðar
umstøður fyri húsfólkini,
•
og dygdargóða røkt og umsorgan.
•
At búfólkaeindirnar virka í samsvar við “Eden”
hugsjónina
Vit kunnu bjóða:
•
Eitt sjálvstøðugt, dynamiskt og fjølbroytt starv
•
Eitt jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
•
Eitt starv við nógvum avbjóðingum
•
Fakliga og persónliga menning
•
Lut í leiðslutoyminum.
•
Løn og setanarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og
avvarandi yrkisfelag. Deildarleiðarin hevur tilvísing til
eindarleiðaran fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy.
Talan er um setanarbrøk 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, viðmælum, CV og øðrum
viðkomandi skjølum skal sendast til:
Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy
att.: Anna Djurhuus, leiðari
Eiðisvegur 28
FO-900 Vágur
ella:annad@bhs.fo,
og skal verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 3.oktober
2016 kl. 12.00.
Um tað ikki eru nóg nógvir skikkaðir umsøkjarar til starvið,
skilar Bú- og Heimatænastan sær rætt til at søkja av
nýggjum, ella ongan at seta.
Um fleiri upplýsingar ynskjast kann ringjast til
eindarleiðaran Daimi Kjærbo tlf. 793503
SÍÐAN 1936
GUMMIBÁTATÆNASTAN
Mykinesgøta 6 · 100 Tórshavn · tel +298 31 49 13 · gbt@gbt.fo · www.gbt.fo
VIT HAVA VOGNIN
TIL EINHVØNN TØRV
Umhvørvis
góðkenning
Umhvørvisstovan hevur hin 23. september
2016, sambært løgtingslóg um
umhvørvisvernd, góðkent:
Hagreiðingarvirkið til alilaks hjá
P/F Bakkafrost Processing,
Bakkavegur 9, 625 glyvrar.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á
Umhvørvistovuni og á www.us.fo.
Avgerðin kann kærast til
landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Møgulig kæra skal innan 4 vikur sendast til :
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38,
FO-165 Argir ella til us@us.fo
Tøkk
Hjartaliga tøkk til tykkum øll, sum við tykkara
nærveru, vístu okkum samkenslu og hjálptu,
tá ið okkara kæri
Atli Hansen
(f. 15. august 1941 – d. 9. juni 2016)
doyði og varð jarðaður.
Familjunnar vegna
Eyðgerð, Sølva, Malan og Arni
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á
ymiskan hátt gjørdu 70 ára føðingardagar
okkara so góðar og ógloymandi.
Blíðar heilsanir,
Eris og Torkil
Fuglafjarðar
Kommuna
KUNNGERÐ
um vallistar
til kommunuvalið
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistar til komm
unu valið 08. november 2016 liggja frammi til alment
eftirlit á býráðsskrivstovuni frá 3. oktober til 17. oktober
2016 í vanligari avgreiðslutíð mánadag til fríggjadag
millum kl. 10.0015.00.
Somuleiðis verður vallistin fyri Hellurnar eisini kunn
gjørdur í svørtutalvu á Hellunum í sama tíðarskeiði.
Kæra um at onkur av órøttum er komin á listan ella
onkur rættkomin ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 1
viku fyri valdagin verða send býráðnum, sum kannar og
tekur endaliga avgerð í málinum.
Til kommunuvalið verða valkort nýtt, og verða hesi send
veljarum í kommununi í seinasta lagi 2 vikur undan
valinum, og skal veljarin hava valkortið við sær, tá ið valt
verður.
Fuglafjørður, tann 26. september 2016
Fuglafjarðar býráð