týsdagur 27. september 2016síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111
24
Sosialurin
Arbeiði
Arbeiði verður gjørt
Grava og planera. Smíðaa og stoypa garð.
Flytigóðs til og úr FO. Tilboð verða givin.
Goymsluhøli 42 m2 í Hoyvík til leigu.
224910
Bingo
Gott Bingo hjá EB-Streymi
Gott bingo verður við Margáir mánakvøldið
03-10-2016 kl. 19. Øll hjartaliga vælkomin.
EB-Streymur
Bøkur
Góðar føroyskar bøkur til sølu
Bøkurnar Stríðsárini 1-6 / Teir Tóku Land 1-8 /
Teir Sigldu Úti 1-6 / Føroya Søga 1-3 / Føroya
Siglingarsøga / Og fleiri aðrar góðar føroyskar
bøkur.
27 77 82
Pløgg
Gentutroyggja til sølu
Gentutroyggja til føroyska búnan bíliga til sølu.
Troyggjan er reyð og svørt, lengar ermar, bulurin er
45 cm. Ring
tlf 313481
Samband
Einligur maður
í seksti árunum ynskir samband við einligar damur í
hóskandi aldur. Skriva til Sosialin Postboks 76 110
Tórshavn og viðmerk Bill mrk. 26.09.16
Bill. mrk 26.09.16
Ymiskt
Árliga jólasølan
í Glyvrahanusarhúsið í Norðagøtu verður 2. og 3.
decembur. Tann ið ynskir at verða við, kann siga frá
á Tlf 221685 ella 441451
Marknardagur
Marknardagur verður í Bygdarhúsinum á Strondum
Sunnudagin 13 nov frá kl. 15-19....Tilmelding á
felef. 221670 ella mainhild.h@gmail.com
221670
Mikines málningar til leigu
S.J.Mikines málningar leigu. Kunnu leigast í styttri
og longri tíðarskeið.
Skriva til sjmikines@gmail.com
Heygum & Petersen advokatar | Bøgøta 16 | postboks 164 | FO-110 tórshavn
Tlf. 351710 | fax 351711 | hp@adv.fo | www.adv.fo
SETHÚS Á TOFTUM TIL SØLU
Sethús á Toftum, við tilhoyrandi hjalli, verða hervið lýst til sølu.
Húsini standa stak høgliga fyri beint omanfyri vegin á adressuni Toftavegur
51, Toftir.
Útsýnið er framúr gott beint út yvir Skálafjørð, Tangafjørð og Nólsoyarfjørð.
Atkomumøguleikarnir eru góðir, og fleiri parkeringspláss er uttanfyri
Byggiár: 1974.
Grundøkið er til víddar ca. 500 m2.
Húsini eru 100 m 2 til støddar í 2 hæddum.
Miðhæddin er innrættað soleiðis: Gongd, køkur, stova, 3 sovikømur,WC,
v/brúsu.
Kjallarin er óinnrættaður.
Tilfar: Húsini eru gjørd úr betong og timbri.
Vindeyguni og klædningurin á vestursíðuni eru skift í 2015. Nýggj oljufýring
var ísett februar 2016.
Urtagarður er uttanum húsini, umframt asfalterað inngongd
Prísuppskot: kr. 1,1 mio.
JØRÐ Í SUMBA TIL SØLU
Innan- og uttangarðsjørð Í Sumba verður hervið lýst til sølu.
Jørðin fevnir um hesar ognir:
Matr. nr. 155, Sumba fevnir um eitt jarðarstykki innangarðs til víddar 1.642
m 2 við ábygdum seyða/hoyggjhúsi.
Húsið er 77 m 2 í tveimum hæddum.
Uttangarðsjørðin fevnir um 1 gyllin í Víkhaga.
Jørðin verður seld samlað og um hóskandi boð fæst.
STARVSLÝSING
Tímalønt hjálparfólk
Søkt verður eftir einum tímaløntum hjálparfólki – í sambandi
við útflutningseftirlit av fiskavørum í Suðuroynni – til setan
skjótast gjørligt.
Starvið, sum er tilkalling, tá ið tørvur er á at fremja útflutningseftirlit,
fevnir um:
• Eftirlit av vørusendingini, m.a. merking, pakningur og hitamátingar
• Segling av sendingum
Arbeiðið er skipað av heilsuváttanarvaktini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Heilsufrøðiliga starvsstovan syrgir fyri neyðugari upplæring.
Talan er um skiftandi arbeiðstíðir. Hetta skal skiljast soleiðis, at einki kann
vera at gera í langa tíð, meðan aðrar tíðir kann heilt nógv arbeiði vera við
útflutninginum, við longum arbeiðsdøgum.
Royndir við EDV á brúkarastøði eru fyrimunir.
Tú skalt hava koyrikort. Somuleiðis skalt tú hava góð samstarvsevni, vera
nærlagdur/nærløgd, duga at arbeiða miðvíst og sjálvstøðugt, og vera tøk/ur
tá ið tørvur er á útflutningseftirliti.
Starvið er tímalønt í 3. lønarflokki hjá Starvsmannafelagnum sambært
galdandi sáttmála við Fíggjarmálastýrið, sí heimasíðuna hjá lønardeildini,
www.lnd.fo.
Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Lailu S. Jacobsen, deildar-
leiðara á matvørudeildini.
Upplýsingar um Heilsufrøðiligu starvsstovuna annars eru á okkara heima-
síðu, www.hfs.fo.
Umsóknir til starvið, við avriti av møguligum prógvum, starvsroyndum og
viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 18. oktober 2016.
Smyrilsvegur 7, FO-100 Tórshavn, teldupostur: hfs@hfs.fo
LÝSINGARTORGIÐ