Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111 Sosialurin Um Almannaverkið Fleiri enn 800 starvsfólk úr 16 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum. Um Fakdeildina Fakdeildin er saman við Fíggjardeildini og KT-deildini partur av fyrisitingini í Almannaverkinum. Í fyrisitingini starvast 26 fólk og av teimum starvast fimm fólk á Fakdeildini. Fakdeildin er stápsdeild, sum ráðgevur leiðsluni og stovninum í fakligum og løgfrøðiligum spurningum. Arbeiðsuppgávur Deildarleiðarin hevur dagligu ábyrgdina av deildini og leiðir arbeiðið. Fakdeildin hevur millum annað ábyrgd av: • At viðgera lógaruppskot til hoyringar og at gera innanhýsis leiðbeiningar. • At menna amboð, sum stuðla málsviðgerðini og tænastuveitingini. • At gera vegleiðingar til málsviðgerðina á stovninum og til tænasturnar, sum stovnurin veitir. • At taka avgerð í løgfrøðiligum ivamálum og tulkingarspurningum. • At viðgera mál, sum viðvíkja millumtjóða lóggávu á almannaøkinum. • At svara klagum stílaðar til stjóran. • At leiða innanhýsis verkætlanir, har millum annað verður arbeitt við at lýsa broytingar á tí sosiala økinum og aðrar greiningar- og kunningaruppgávur. • Eftirlitsuppgávum, m.a. at samskipa uttanhýsis námsfrøðiligt eftirlit og heilsufakligt eftirlit Starvið Deildarleiðarin fyri Fakdeildina verður sett/ur fulla tíð og vísir til fyrisitingarstjóran. Starvið verður sett frá 1. november 2016 ella eftir nærri avtalu. Førleikakrøv Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni umframt viðkomandi royndir innan almannaøkið. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir. Væntanir • Væntað verður, at tú hevur áhuga fyri at arbeiða í einum fjøltáttaðum fakligum umhvørvi og hevur góð evni at samstarva. • Tú kann arbeiða skjótt og sjálvstøðugt, er nærløgd ella nærlagdur og hevur eitt jaligt sinnalag. • Leiðsluhugur og hegni hevur týdning, eins og eitt gott eyga fyri trivnaðinum og menningini hjá starvsfólkunum hevur nógv at siga. • Rætti umsøkjarin dugir væl at orða seg í skrift og talu og stendur seg væl undir stórum trýsti til tíðir. Setanar- og lønarviðurskifti Starvsheitið er deildarleiðari, og starvið er flokkað sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og BLF, deildarleiðari II. Starvsfólk mugu tola broytingar í starvinum. Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni á Fakdeildini á Smyrilsvegi 20, Tórshavn. Umsókn Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal „deildarleiðari Fakdeildin”. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 07.10.2016 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Jan Sjóstein, fyrisitingarstjóra á telefon 297050. DEILDARLEIÐARI TIL FAKDEILDINA Almannaverkið søkir eftir einum fakliga sterkum deildarleiðara til Fakdeildina á Almannaverkinum. Persónstryggingar Prísur í dag Prísur 1. jan. 2017 Lívstrygging Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 250.000 kr. 52,50 kr. 47,50 kr. Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 500.000 kr. 105,00 kr. 95,00 kr. Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 700.000 kr. 147,00 kr. 133,00 kr. Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 1.000.000 kr. 210,00 kr. 190,00 kr. Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 1.500.000 kr. 315,00 kr. 285,00 kr. Bráðsjúkutrygging Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 100.000 kr. 70,00 kr. 67,00 kr. Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 200.000 kr. 140,00 kr. 134,00 kr. Óarbeiðsføristrygging Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 36.000 kr. 135,00 kr. 131,04 kr. Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 60.000 kr. 225,00 kr. 218,40 kr. Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 90.000 kr. 337,50 kr. 327,60 kr. Restskuldartrygging Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 500.000 kr. 110,00 kr. 120,00 kr. Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 1.000.000 kr. 220,00 kr. 240,00 kr. Mánaðarligt gjald – tryggingarupphædd 1.500.000 kr. 330,00 kr. 360,00 kr. www.banknordik.fo Prísbroytingar BankNordik broytir av handilsligum ávum niðanfyri nevndu prísir við gildi frá 1. januar 2017 TIL LEIGU Miðhæddin og loftið í Brekkutúni í Hoyvík er nú til leigu. Miðhæddin er 627 m² og loftið er 391 m². Bygningurin er hitaður við jarðhita. Gott útsýni. Góð parkeringsviðurskifti. Bussurin steðgar við dyrnar. Áhugaði kunnu venda sær til Anniku Krosstein. Ognarfelagið SK Falkavegur 6 Tórshavn Tlf. 344600