týsdagur 27. september 2016síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Takkarkvøða
Tað liggur okkum á hjarta at takka hvørjum
einstøkum tykkara, ið stuðlaðu, veittu umsorgan,
góvu hjartarúmd, tóku tøk, uggaðu og sýndu
samkenslu á einhvønn hátt, tá ið okkara elskaði
maður, pápi, abbi, langabbi, bróðir og verfaðir
Kjartan Hoydal
f. 12.09.1941 † 02.05.2016
stríddist sítt síðsta stríð, legði eyguni saman á
seinasta sinni – og varð borin aftur til jørðina, júst
tá ið summarið kom til oyggjar okkara í ár.
Ein serstøk tøkk verður send starvsfólkunum á
Boðanesheiminum, ið góvu røkt, umsorgan, blídni
og friðsælt pláss hjá Kjartani og okkum øllum, ið
vóru um hann. Vit eru takksom teimum, ið góvu
møguleikan at fáa umlætting á Boðanesheiminum.
Somuleiðis tøkk til sjúkrarøktarfrøðingarnar í
krabbameinstoyminum, til starvsfólkini á B6 og til
palliativa toymið á Landssjúkrahúsinum.
Tykkum, ið so uttan hálvtalað orð hjálptu og
skipaðu fyri jarðarferð og ervi hendan fagra
summardag í mai, senda vit tøkk og mildar tankar.
Takk til Theodor prest fyri vøkur orð og uggan, og
til kirkjutænarar í Havnar kirkju, gravarar og onnur
fyri góða tænastu og hjálp.
Sangkórinum, Kára Sverrisyni og Anniku, ið
við tykkara sangi og list gjørdu jarðarferðina til
dýrabart minni, veita vit á sama hátt stórt takksemi.
Takk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til
Krabbameinsfelagið.
Vit eru inniliga takksom fyri vinir, skyldfólk,
grannar, kenningar og arbeiðsfelagar – úti sum
heima – sum vóru og eru um og hjá í lívsins ljósu
og myrku løtum.
Mikið varð mær givið
Mikið varð mær givið: eg varð til –
lívið bar meg inn í streym av anda og av eind,
leiddi meg mót steinunum og stjørnunum eitt bil,
móti blómum, dýrum, mannatokka, til mín sál var
greind.
Eg í øllum, alt í mær – í sælum gjálvi
livandi og deytt í somu flóð,
alt, sum rørdist undir høgum hválvi,
gjøgnum hugan halgaði sær slóð.
Hvørva skal eg eins og døgg á strá,
dagur fer við lotinum langt inn í fjara søgn,
ljóð av ævinligum vøtnum verður rødd mín tá:
suð úr áum, dun av sjógvi og hin djúpa náttartøgn.
Tá ið tyngdin er loyst upp úr mínum kroppi
– gjøgnum myrka mold og vatn fær flog –
kanska lív úr mínum eygnagloppi
tá í nýggjum glómum kyndir log.
(Karsten Hoydal)
Vegna familjuna
Ingun, Janus, Tóra, Annika, Høgni, Marita og
Katrin
Tøkk
Hjartaliga takk til tykkum øll, sum fylgdu okkara
kæru, mammu vermammu, ommu, langommu,
systur og svigarinnu
Herborg Mortensen
f. 14.08.1927 d.29.12.2015
til hennara seinasta hvíldarstað.
Eisini ein tøkk til prest, kirkjutænarar og til
tykkum, sum hjálptu til við ervinum.
Fyri tey avvarðandi
Karl Erik, Jóhan Petur, Kári, Eilen og Unn
Tøkk
 Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá
John Peter Laoretti
f. 25.10.48 d. 24.08.16
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til prest, Patric De Neergaard, kirkjutænarar,
sangarar og berarar.
Tøkk, til starvsfólki á verkstaðnum á Bakka og á
sambýlinum á Bárðarfløtti.
Tøkk til stuðlar, og tøkk til tykkum øll, sum vóru so
góð við John Peter.
Tøkk til tey, sum bakaðu og hjálptu til.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Somuleiðis takka vit tykkum øllum, sum fylgdu
honum til hansara síðsta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Bodil
Tøkk
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og
hjálpsemi, tá elskaða dóttir, kona, mamma, omma,
systir, verdóttir og vermamma okkara
Harriet Samuelsen
Haldórsvík
f. 2. juli 1971 d. 27. januar 2016
so brádliga varð tikin frá okkum.
Ein serlig tøkk til Jóhan Birgir Dahl-Olsen og
Bertór Hjelm Bjarkhamar fyri góð og troystarrík
orð í kapellinum og í kirkjuni.
Somuleiðis takk til kirkjutænarar, berarar og
sangarar. Takk til Jessicu Hallursdóttir fyri vakran
sang í kirkjuni. Takk til øll tykkum, sum vóru og
eru um okkum í hesi sváru tíð.
Takk til tykkum, ið hjálptu til við ervinum og til
Avhaldshúsið í Vík.
Takk fyri blómur, kransar, peningagávur og
heilsanir.
Takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til
hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Jónleif, Anita, Barbara og Kristin
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri hjálpsemi í sambandi við deyða
og jarðarferðina hjá
Helgu Mariu Carlsson Joensen
f. 30.08.1945 d. 18.05.2016
Takk til Óli Vang og Eivind av Reyni fyri hjálp og
góð orð í kapellinum og Ebenezer.
Somuleiðis tøkk til tykkum, ið lótu blómur og
kransar, og sum fylgdu hennu.
Ein serstøk tøkk til tykkum í Búlonini fyri kærleika
og tolsemi, tit sýndu henni í so mong ár,
og at tit tóku tykkum so væl av ervinum og bóru
hana til hennara seinasta hvíldarstað.
Vegna tey avvarðandi
Jacobina og Greta