Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HB Í UPPL Tapið móti AB hevur veruliga sett síni spor í HB, sum nú má klárað seg uttan Evropa fyri aðru ferð síðani 2012. Endurbyggingin hevur ikki gingið sum ætlað, og tað hómast ein upploysn í hópinum. Felagið hevur lutfaldsliga fáar áskoðarar, og stuðulin kring vøllin fánar í hvørjum Tróndur Arge T að skuldi verða fyrsta stigi í royndini innheinta B36, sum liggur á fjórða plássi. Eitt pláss, sum gevur atgongd til Europa League og útvið tvær milliónir krón­ur í kassan. Argjamenn eru so gott sum flutt­ir niður, og høvdu bara vunnið ein dyst av 23 møguligum áðrenn dystin í Gundadali sunnudagin. Við javnleiki í grannauppgerðini móti B36, helt HB lív í vónini um Evropa pengar, men tá Dion Splidt skor­aði sigursmálið fyri AB í evstu løtu, fór HB í svart. Hóast HB meldaði út undan kappingarbyrjan, at liðið byrjar av nýggjum, so tykist veruleikin ikki at hava rakt fyrr enn nú. HB fær trup­ult við at vinna seg á tindarnar aftur uttan Evropa pengar. Langt millum snapsirnar Eftir ein turk upp á átta ár í 90 unum, so kom HB veruliga fyri seg, tá rumenski Ion Geolgau kom til sum venjari. HB vann FM í stórum stíli í 1998. Í nýggju øldini er HB í ein­um flokki fyri seg fyrstu tíggju árini. HB vinnur FM tríggjar ferðir upp í slag frá 2002 til 2004. Í 2006 vinn­ur HB meistaraheitið í evstu løtu frá EB/Streymi. HB vinnur aftur FM í 2009 og 2010, áðrenn HB í 2013 vinnur meistaraheitið í stórum stíli. Meðan HB vinnur meistara­ heitið beint yvir annað hvørt ár frá 1998 til 2010, so hevur HB nú bara eitt meistaraheitið í seks ár. Okkurt árið hevur úrtøkan verið góð. Millum annað í 2014, tá B36 vinnur meistaraheitið við 61 stigum – eitt fleiri enn HB. Hinvegin, so lúgva tølini ikki. HB er í løtuni ikki ein maktfaktorur í føroyskum fótbólti – og fyribils er ilt at fáa eyga á hvussu HB kemur hartil aftur. Skifta venjara Síðani Ion Geolgau sat við róðrið frá 1998 til miðskeiðis í 2002, so hevur ongin venjari yvirlivað tvey ár í heita sessinum sum venjari hjá HB. Í 2014 gjørdi HB eina roynd við Heðini Askham, sum fekk ein trý ára sáttmála. Heldur ikki hann megn­aði at sita tvey ár í sessinum og takkaði fyri seg mitt í 2015 kapp­ ingarárinum. Til kappingarárið í ár hevur HB so sett Jan Christian Dam sum venjara. Hann hevur fingið ein tvey ára sáttmála, men longu sær minni gott út. Liðið hevur mist spæligleðina, eftir eina góðan byrjan, og HB hevur ikki vunnið á ein­um av topp fýra liðnum síðani triðja umfari. Sìðani 2002 hevur HB havt 14 ymisk­ar venjarar. Tí kann avgjørt hugsast, at tað er torført at byggja nak­að, tá ongin venjari situr longri enn hálvt annað ár. Tað gongur kanska, tá tú hevur fleiri pengar enn hini liðini, men støðan í før­ oysk­um fótbólti er nakað broytt seinnu árini. Harðari kapping um spælararnir Í 90 unum og nøkur ár eftir ald­ ar­skiftið, høvdu HB og B36 ikki trupul­leikar at styrkja liðið við spæl­arunum, sum komu til høvðus­ stað­in at eitt nú at útbúgva seg ella arbeiða. Tað er heldur ikki ókent, at ávís feløg í útjaðarinum hava klárað at lokka spælarar á bygt at spæla, men tað tykist rigga í minni mun nú. Seinnu árini hava feløg sum Víkingur, NSÍ og KÍ fingið fatur á rætta endanum. Spælarar trívast í nærumhvørvinum, hóast onkrir av profilunum ferðast til Havnar í ger­ andisdegnum. At havnarfeløgini ikki hava alla maktina hava vit sæð við millum annað Halli Hansson og Hans Paula Samuelsen, sum báðir hava valt Víking framum ávikavist HB og B36. Tað tykist sum rákið er, at tey feløgini, sum halda fast við ein leist koma longri. Her kunnu nevnast serliga Víkingur og NSÍ, men nú er KÍ eisini á somu kós. Venjarin er tann sami og flestu spælararnir halda fram komandi kappingarár. Evropa milliónir gera munin Ein stór broyting seinnu árini er økti vinningurin fyri at koma í Evropa. Upphæddin er í dag áleið 1,8 milliónir krónur fyri Europa League, meðan meistarin táttar í tríggjar milliónir krónur. Fyrr rukku pengarnir akkurát til at dekka útreiðslurnar fyri ferð­ing, men í dag liggur upp til ein milli­ón eftir, tá liðini hava spælt í Evropa. Hetta hevur eisini gjørt, at NSÍ og Víkingur í dag hava tað gott fíggjarliga, meðan KÍ hevur megn­að at tikið lopið upp millum fýra tey bestu, við risa íløgum frá trúgvum stuðlum. Tað sigur eisini eitt sindur um hvussu torført tað er, at órógva ”fýra tey stóru”, sum farnu árini hava verið B36, Víkingur, NSÍ og HB. Tey eru farin við FM, løg­mans­ steyp­inum og Evropa milliónunum síðani 2014. Fíggjarlig avbjóðing? Tað er eisini ein ávaring til HB, at tað er ikki bara er sum at siga tað,