týsdagur 27. september 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 28. september 2016 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
OYSN
at sleppa upp í part aftur. HB hevur
sett út í kortini, at felagið skal
menna ungar spælarar. So kemur
eisini spurningurin um HB hevur
ráð til tað, um tað merkir at HB
má vera uttanfyri Evropa komandi
árini?
HB hevur fyri nøkrum árum
síðani uppskrivað virðið á HB-hús
inum, tí tað stóð so illa til fíggj
arliga. Finnbogi Arge, formaður í
HB, hevur fleiri ferðir ført fram, at
HB hevur brúk fyri Evropa milli
ónunum. Millum annað í fjør, tá HB
og KÍ stríddust um fjórða plássið.
Hann segði tað sama við kring
varpið sunnudagin.
Tað hevur eisini ljóðað, at HB
hevur givið fleiri spælarum fíggj
arliga størri sáttmálar, enn teir
høvdu frammanundan. HB hevur
millum annað ikki eina bonusav
talu, tá talan er um Evropa, sum
eitt nú B36 hevur. Fyri árstals
felagið er tað líka mikið um felagið
røkkur Evropa ella ikki, tí grund
lønin er tilpassa raksturin uttan
Evropa pengar. Hinvegin, so fáa
spælararnir bonus, tá felagið vinn
ur sær pengar við at spæla seg í
Champions League ella Evropa.
Langt frá FM
HB er fallið nógv tey seinastu tvey
árini. Frá at vinna FM við fimm
stigum í 2013, til at verða 18 stig frá
fyrsta plássinum í 2015, og 18 stig frá
nummar eitt eftir 24 umfør í 2016.
Tað er 36 stig aftanfyri nummar eitt
upp á tvey ár.
HB hevur fyrr sett út í kortini,
at byggja eitt nýtt lið upp. Hetta
hendi millum annað í 2000, tá eitt
ungt HB lið bleiv nummar tvey. Tað,
sum serliga tykist vera munurin á
2000-liðnum, og liðnum, sum spældi
sær av við Evropa møguleikan
sunnudagin, er spæligleðin.
Fleiri viðmerkjarar hava víst
á, at HB liðið ikki tykist spæla
við gleði og yvirskoti. Tað tóktist
annars vera styrkin í byrjanini av
kappingini, tá HB vann á eitt nú
NSÍ og KÍ.
Í løtuni er ilt at síggja hvussu HB
skal hála 18 stig inn á FM vinnaran
komandi ár. Um tað ikki eydnast,
so er hetta longsta tíðarskeiðið, har
HB ikki hevur vunnið FM síðani
1998.
Hvar er HB áskoðarin?
Tað er eftirhondin langt í millum,
at HB klárar at fylla Gundadal. Tað
er ikki óvanligt, at fleiri áskoðarar
koma til dyst, tá tað gongur væl.
Tó tykist gongdin við áskoðaratøl
unum hjá HB ikki vera at taka feil
av.
Felagið hevur nú eina risa
avbjóðing. Fyri aðru ferð upp á fýra
ár er felagið ikki við í Evropa, og tað
er langt upp til fyrsta plássið, ið HB
annars hevur spælt fyri at røkka at
kalla hvørt ár.
Tey flestu vistu, at hetta kundi
blíva eitt umskiftiligt ár, men veru
leikin uttan Evropa tykist ikki hava
rakt felagið av álvara, fyrr enn
sunnudagin, tá dómarin bríkslaði
fyri seinastu ferð.
Í løtuni líkist HB meiri einum
fallandi risa, enn ein risi í uppbygg
ing.
Venjarar hjá HB síðani 2000:
2000-2002: Ion Geolgau
2002: Jóannes Jakobsen og Kári Nielsen
2003: Frank Skytte
2004-2005: Heine Fernandez
2005: Julian Hansen
2006-2007: Krzysztof Popczynski
2007: Albert Ellefsen
2008: Rúni Nolsøe
2008-2009: Sámal Erik Hentze
2010: Kristján Guðmundsson
2010-2011: Julian Hansen
2011-2012: Sigfríður Clementsen
2013: Oddbjørn Joensen
2014-2015: Heðin Askham
2015: Milan Cimburovic
2016: Jan C. Dam