Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2016 6 KATRIN SIGURPÁLSDÓTTIR KAMBAN Rokkari uttan hol á knænum. Hon spælir bass. Hon byrjaði at spæla bass tá ið hon var 15 ára gomul, tí at hon helt, at bassurin var tað kulasta instrumentið. Bassurin merkist í gólvinum táið tú ert til konsert. Katrin spælir eisini í bólkinum Figment Dwells. ELSA GUNNARDÓTTIR SEVDAL Rokkari við holi á knænum. Báðum knøunum. Altso hol á buksunum, ikki á sjálvum knænum. Elsa hevur spælt gittar síðani hon var 14 ár. Hon valdi ikki gittaran sjálv, men tað var tað, hon slapp inn til í Musikskúlanum í Fuglafirði. Elsa spælir ikki í nøkrum bólki beint nú, men hon hevur spælt bass í onkrum bólki fyrr. MARIANN HANSEN Ørður bygdasligur sjónleikari. Útbúgving í Íslandi – oh, tað merkist, tað ger hana eitt vet ørðari enn Duritu. Hon elskar at spyngja kareoke, tað er góð venjing, heldur hon. Í bólkinum deilir hon plássið sum forsangari við Duritu. DURITA DAHL ANDREASEN (Smá)Ørður bygdasligur sjónleikari. Ikki so bygdaslig longur, tí hon hevur lisið í Århuus. Hon syngur sum ein sjónleikari. Hon syngur sum ein góður sjónleikari ið syngur væl. SUNNEVA GAARDLYKKE Nydeligur perkussionist. Hon er orsøkin til, at eg má brúka orðið ‘nydelig’. Finni einki annað orð í fevnir um. Nydeligir perkussionistar verða teir mest áhugaverdu rokkararnir. Hamskiftið er hitt størsta. Í hesum bólkinum spælir Sunneva bæði marimba og vibrafon. Hetta er fyrstu ferð, hon spælir við í einum rútmiskum bólki. HELENA SIGURDSDÓTTIR LAMHAUGE Snøggur perkussionist. Í bólkinum spælir hon trummur. Ja, bólkurin hevur ein snøggan trummuspælara. Ein snøggan dugnaligan trummuspælara. Hon er perkussionist, tí at tað er nógv meira sosialt enn at spæla hini klassisku ljóðførini. tannáringur, og sum eg ikki heilt visti var til ordiligt, fyrr enn nú - kenna tit tað kensluna av panikki, sum stendst av at síggja kend fólk ordiligt? Uppiá stóðu seks kulir rokkarar saman við sínum enn kulari stílisti, uppiundir loftinum hekk ein filmsmaður og royndi at festa eina stóra diskokúlu í høga loftið í Perluni, og aftanfyri meg sat ljósmaðurin við einum yvirvaksnum instrumentbretti og stýrdi ljósheiminum inni í rúminum, og fekk mínar kenslur at hoppa frá anstygd til sukursøtt ævintýr við bert einum løttum trýsti á ein av teimum 2000 knøttunum á knappaborðinum. Ja, hvat gjørdi eg her í litaða havinum av kreativiteti? Onkusvegna hevði eg aftur(!!!) megnað at svimja út til eitt stað, har eg ikki grynti – løgið sum eg ongantíð heilt veit, hvussu eg endi har – ein leys samrøða her, ein lítil uppgáva har, og áðenn eg veit av, standi eg við einum kreativum ælaboðalittum havið upp um háls og stíðist fyri lívinum, meðan øll hini tykjast flóta elegant fram við, ella surfa omaná aldunum. Ja, í dag var ein sovorðin dagur - dagurin var júst byrjaður, og ælaboðasurfið fór at halda fram langt út á náttina. ‘VIT FJASAST’ Eg gjørdi ikki nógv til nyttu hendan dagin. Sat mest í sofuni og helt fast um mína hagfrøðibók (hevði verið og undirvíst fyrrapartin), ímeðan hugskotini hjá hinum flugu framvið sum stjørnuskot eina klára nátt – hahaha, ok eg mátti skriva hatta, hugsaði at tað var upplagt, eftir tað eg skrivaði um ælaboðahavið. Men tað er nú sjáldan, at eg fái kensluna av, at hini rundan um meg ferðast skjótari enn eg – eg eri jú fødd við eini kyksilvurframleiðslu í afturpartinum. Ikki fyrr enn tað leið langt út á kvøldið, fekk eg orðið á teir seks tónleikararnar. ‘Hvussu eitur hesin bólkurin?’ spurdi eg beinanvegin. Tað var tøgn eina lítla løtu. Tær fóru at flenna. ‘Bahama Mama’ segði ein, ‘Kelling’ segði ein onnur, ‘Kitlustjørnurnar’ flenti ein triða. Basspælarin leitaði sær telefonina fram og hugdi inn á bandmaker.com, ‘ok tit, her kemur navnið, segði hon… Hvat halda tit um Daylight Influence ella Depressing Elevator?’. Vit flentu allar. ‘Altso, hava tit einki navn? Eru tit ikki ein bólkur?’ spurdi eg hjartkipt – eg hevði jú lovað meg til at skriva eina grein um hendan nýggja føroyska kvinnubólkin. ‘Áh sum tú ert flóvislig Tjóðhild! Hetta er akkurát sum tá ið man er byrjaður at fjasast saman og onkur spyr, eru tit saman? Pínligt’ sigur Durita, forsangara sjónleikarin. Mariann, hin forsangara sjónleikarin, brýtur av ‘Altso, vit hava bara verið saman í ein sang, og kendust ikki áðrenn. Kunnu vit ikki bara siga, at vit fjasast?’. Jú, lat okkum siga tað. Hesar seks tær fjasast, tær hava eitt lag og eitt videolag saman. Kanska kemur meira. Kanska. KANSKA ‘Eg havi altíð hatað orðið kanska! Eg meini so við, tak eina avgerð!’ sigur annar av bygdasligu sjónleikarunum - hon er so bygdaslig, at tað er kul! Hon steðgar eina løtu á, men sigur so ‘men nú elski eg tað. Durita hevur lært meg at elska tað. Endar tú setningin við kanska, so er alt opið. Takk Durita, tú hevur givið mær ‘kanska’’. Durita er hin sjónleikarin, sum er so bygdaslig, at hon er kul. Tær eru av Oyri og Norðskála, kunnu tit ímynda tykkum nakað meira bygdasligt? Kanska ‘kanska’ er sentrala orðið í hesi verkætlanini. Tí at verkætlanin er ein áhaldandi leitan. Og ‘kanska’ gevur rúm fyri hesi leitanini. Men ikki sum liður í einum spurningi: ‘Kanska vit kundu fari til Suðuroyar í kolanámi í Hvalba at filma hatta síðsta brotið?’, nei, heldur sum ein staðfesting av einum broytiligu møguleika: ‘Tað hevði verið spennandi at farið til Suðuroyar í kolanámið í Hvalba at filma hatta síðsta brotið. Kanska’. Møguleikin er har, men møguleikin kann eisini broytast, um vit vilja tað. Tað einasta ið ikki broytist er hin áhaldandi leitanin eftir broyting. Kanska eru tær ein bólkur. Kanska. KVINNUBÓLKUR Bólkurin – ja, eg fari at kalla tær ein bólk í móti teirra vilja, summar samanrenningar hava brúk fyri einum lítlum skumpi fyri at finna saman - er ein av ringunum í vatninum, sum stóðst av stóra steininum Mariann og Durita slepptu í vatnið, tá ið tær á heystið 2015 stovnaðu listabólkin GUT// Productions og settu verkætlanina ‘Eitt portrett’ í gongd. Í verkætlanini granska tær báðar spurningin ‘Hvørjar eru kvinnurnar ið mangla í Føroyum’. Fyrsta stig í verkætlanini er uppsetanin av nýskrivaða modernaða ævintýrinum ‘Einaferð var tað eg…’. Sjónbandalagi, sum vit øll kýttu okkum fyri hetta kvøldið er byrjanin til næsta lið - stóru teaturkonsertina komandi vár. ‘Verður tað hesin sami kvinnubólkurin, sum spælir til teaturkonsertina í vár’, spurdi eg snýkjandi. Ja, eg hevði ein duldan spurning í mínum spurningi. ‘Vit eru ikki ein KVINNUbólkur, ikki ein GENTUbólkur, ikki ein DAMUbólkur. Bara ein bólkur, ein tónleikabólkur.’ svaraði ein teirra. Hygg eg visti tað, tær ERU ein bólkur! ‘Ja, ein tónleikarbólkur! Um ein drongur kemur uppí, so kemur hann bara uppí - bara hann eigur ein MoonCup… Annars kann hann lána mín’. Ein MoonCup er ein sovorðin fleirnýtis- koppur sum kann brúkast ístaðinfyri bind/tampax. KVINNAN SUM PROP/GIMMIC ‘Hey, hevur tú hug at spæla við í okkara bólki?’… Gleði… ‘Tað hevði verið SO feitt at havt eitt konufólk við í bólkinum’… skuffilsi. ‘Tað er ov ofta, at man følur seg sum ein kulan rekvisitt á pallinum. At man er har sum eitt gimmic, tí at man er kvinna, heldur enn tí at man dugir væl at spæla sítt ljóðføri, ella er ein kulur persónur at hava við’. Bara tvær av teimum seks í bólkinum hava spælt í einum rútmiskum bólki fyrr. Allar spæla fyrstu ferð saman við øðrum konufólki. Eg spyrji, um tað er øðrvísi. Tað halda tær ikki, ikki sjálvt spælið. Jú, kanska eru vit eitt sindur meira varnar við at larma, men kanska er hetta tí, at vit ikki kennast so væl enn - kanska. DREP, DREP, DREP Tað rungar í hátalaranum ‘Drep, drep, drep’. Tað er ikki ræðandi, men heldur dragandi. Lagið gevur mær eina kenslu av samanhaldi, heldur enn av tí isolerandi einsemi, eg annars knýti at tankanum um morð. Hvat er tað, sum tær so fegnar vilja drepa? Hvat er tað, sum dregur meg í hesum drápinum? Hvat er tað við hesum drápinum sum ger, at mín upprunaliga kensla av ikki at passa inn, kenslan av at drukna í listarliga lithavinum so knappliga kann broytast, til at svimja við, sum var eg ein sild millum mangar aðrar í eini risa sildatorvu - kanska kenslan av samanhaldi um tað drápið, eg so inniliga ynski at fremja? ‘Hvat er hetta fyri dráp, tit og vit eru í holt við at fremja?’ rópi eg knappuliga og vóni, at ein av hinum sildunum hoyra meg ígjøgnum trummusláttur og gittarsolo. ‘Vit fremja symbolskt morð’ svarar ein. ‘Vit drepa og slóða fyri at kunna skapa nakað nýtt! Tú mást slíta teg leysa frá tí sum er, og tí sum skal fara. Man skal leysríva seg fyri at finna fram til nýggj útrykk. Og tað er ógvuliga komprimileyst, tú skalt drepa!’. Drápið er framt. ‘Lalalalalalalalalalalalal alalalalalaaaa’ syngja allar sildirnar í kór. Sangurin endar. Sildatorvan slítist upp. Vit svimja aftur til okkara egna. Men tað drápið vit framdu og fremja í felag, gevur mær styrki og mót til at standa stúttari í Um tónleikararnar – í tilvildarligari raðfylgju, tí eg eri hagfrøðingur, og nógv minni kreativ enn tær Hvørjar eru kvinnurnar, ið mangla í Føroyum? Tær hava einki navn enn, men tær kulu kvinnurnar, sum mannað (kvinnað?) bólkin eru í einum listabólki og umvegis ymiska list hava tær sett spurningin. Hvørjar eru kvinnurnar, ið mangla í Føroyum? Fyrsta stigið í verkætlanini er uppsetanin av nýskrivaða modernaða ævintyrinum »Einaferð var tað eg....«. Sjónbandalag frá hesum reportagukvøldinum er næst á skránni og næst er ein stór teaturkonsert í vár á skránni.