Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 39

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN SEPTEMBER 2016 tí sum er rætt fyri meg. Saman kunnu vit standa sterkari einsamallar, er kenslan ið nú livir í mær. Hóast eg møguliga ongantíð læri at dansa omaná teimum litføgru aldunum einsamøll - so er andaneyðin, og míni ússaligu sprell upp um havskorpuna, altíð tað verd – aftaná – tí minnini frá eleganta litdansinum í sildatorvuni saman við hinum sita eftir í kroppinum. Sildatorvan ger, at eg í eina løtu gloymi meg sjálva og spæli, at eg eri ein onnur, tann eg vil vera - til eg at enda verði tað. Kanska. Eg vil hoyra meira!… Eg eri liðug við greinina, siti í Perluni og leggi síðstu hond á - ella rættari, eg liggi á kalda gólvinum og leggi síðstu hon á, tí eg finni onga stikkkontakt, sum er tætt við ein stól. Eg fekk nøkur síðstu orð á Mariann og Duritu, tær báðar, sum upprunaliga settu alt í gongd. Nakrir dagar eru farnir framvið, og vit hava nú sæð fyrsta útkastið av samanklippingin til sjónbandalagið. Feitt, feitt, feitt! ’Hvat so nú. spyrji eg?’… ‘Stóra ynskið er at gera eina teaturkonsert. Hugskotið til teaturkonsertina sprettir úr einum teksti hjá Hélene Cixous, sum kallast ‘the laughter of the Medusa’. Turið Nolsø er í holt við at umseta testin. Hélene Cixous skrivar í sínum teksti - ‘skriva kvinna, skriva, úttrykk teg!’ Vit liva í einum maskulint domineraðum samfelagi, hvar er tað feminina? Hendan ójavnvág ímillum tað feminina og tað maskulina í okkara samfelag, gevur okkum sum kvinnur eina ábyrgd at taka tað fram, tí tað feminina møguliga er lættari atkomuligt hjá okkum. Í øllum førum hava vit loyvi til at dyrka tað.’ Ímeðan eg bíði eftir várinum og teimum komandi løgunum fari eg at lurta eftir hesum fyrsta lagnum, umaftur og umaftur - og fyri hvørja ferð drepa ein part afturat av tí sum má doyggja. Lagið verður at finna á in.fo og youtube fyrsta dagin, kanska longu nú! SOSIALURIN SEPTEMBER 2016 Stíling framanfyri speglinum