týsdagur 27. september 2016síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN SEPTEMBER 2016
8
HVÍ IKKI ROYNA OKKURT Í
ER HEILT ANNAÐ LEIÐ IS OG
SPENNANDI…?
Næstan allir føroyingar eru vanir at eta kjøt. Um
ikki annað, so hava teir roynt tað. Men vit eta
oftast kjøt av djórum, ið ganga her um okkara
leiðir. Men hví ikki royna okkurt heilt annað?
Í Miklagarði hava tey nevnliga kjøt, ið ikki fæst
til keypt aðrastaðni. So vit hava valt at royna
okkurt øðrvísi og spennandi, nevnliga eitt kenguru-
tjógv
MARINADA
● 50 gr. sukur
● 1 blikk reytt pesto (190 gr)
● 20 gr. timian (frískt)
● 0,5 stk habanero
(um ein ynskir eina sterkari marinadu, so er bara at koyra
meira habanero í)
Blenda alt saman. Koyr síðani bæði tjógv og marinadu í ein
stóran frystiposa. Royn og hav so lítið av luft í posanum sum møguligt.
Smyr marinaduna væl runt í posanum, so hon kemur á alt tjógvið.
Lat tjógvið liggja í marinaduni í minsta lagi eitt døgn, gjarna tvey,
áðrenn døgurðin skal etast.
SOLEIÐIS GERT TÚ:
● Legg tjógvið á rist. Set ovnin á luft 120º í 2,5 tíma
● Tak út í 20-25 min
● Set ovnin á 225º í 30 min. (Krydda við salti og pipari)
● Tak út í 20-25 min.
● Sker Yams og reyðrót í stavar, vend í jørðnøtuolju (2 spsk), stroy
við grovum salti og legg í botnin í 10 min á 150º
● Vaska petit eplini. Vend teimum í jørðnøtuolju (2-3 spsk) og stroy
grovt salt á. Set í ovnin í 25-30 min. Set í ovnin, tá tú setur yams
og reyðrøtur inn
● Ger sauce av soðnum, smakka til við salti og pipari (her kanst tú
eisini koyra róma í)
Forkunnugt og
fantastiskt
Kengura
Henda síða er fíggjað av Miklagarði
TIL DØURÐAN
50 gr. sukur
1 blikk av reyðum pesto
20 gr. av frískum timian
0,5 stk. habanero
Kengura tjógv
AFTURVIÐ
Yams
Reyðrøtur
Petit eplir
Jørðnøtuolja
Grovt salt