Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2016 12 Skynsamt húsarhald er skynsamt innkeyp HVAT SKULU VIT ETA Í DAG? Síðani húskið valdi at verða eitt meira skynsamt húsarhald, eru vit sloppin undan hasum spurninginum hvønn dag. Vit eru givin at keypa inn í skeivum handlum, keypa ikki skundverður, vit oyðsla ikki við mati og vit hava eina húsarhaldsfíggjarætlan EIN STAKROYND Í FIMM HANDLUM Eg fari at kanna hvat eg spari, um eg geri mær ómak við mínum innkeypi í Havn. Kann eg gera eitt gott keyp? Tá meini eg um tað letur seg gera at fáa ALLAR vørurnar í EINUM handli fyri eina skynsama upphædd. FK, Bónus, Miklagarður, Inn og À, her komi eg. GAMANÍ FÁA VIT NØKUR TILBOÐSBLØÐ Í POSTKASSAN HVØRJA VIKU, MEN HEVUR TÚ KANNAÐ EFTIR UM RENNINGIN EFTIR LÆGSTU PRÍSUNUM Í VERULEIKANUM ER SO SKYNSOM? FØROYA KEYPSSAMTØKA Gott: Bíligan súrróma frá MBM, Iceberg og agurkin er niðursett við fimm krónum. Minni gott: Eingir grovburgarabollar Í ALT 317,30 KR Á Gott: Iceberg var niðursett og eg fekk nógv tað bíligasta kjøtið her. Minni gott: Eingir grovburgarabollar og einki killi ketjup Í ALT 309,60 MIKLAGARÐUR Gott: Fekk bæði grov­burgara­bollar og killi ketjup. Ikki neyðugt at fara í annan handil at finna vørur. Minni gott: Eitt sindur dýrari Í ALT 347,25 INN Gott: Argurkin var niðursett í eina helvt og eitt bíligt kaffi Minni gott: Fleiri vørur vóru ikki at fáa, eingin høsnarungi, killi ketjup, salat, reyðlekur og salatmajones. Ikki gott Í ALT 297,35 BÓNUS Gott: Prísirnir vóru heilt okey, tí í hesi stakroyndini var eingin tilboðsvøra Minni gott: Eingir grovburgarabollar og einki killi ketjup Í ALT 312,45 KR SOMU VØRUR LÍKIR PRÍSIR Vørurnar eru so at siga tær somu í øllum handlunum, tó skilir FK seg nakað frá hinum. Kjøtið er eiansta vøran sum er verd at keypa har hon er bíligast. Gjøgnumgangandi sveiggja prísirnir ikki tað heilt stóra. Tú sparir 1-2 krónur á einum staði og gevur 1-2 krónur meira fyri aðra vøru. TAK MATOYÐSL Í ÁLVARA Soleiðis stóð at lesa á kjøtsíðuni í tilboðsblaðnum frá Á. Hví skal eg keypa 3 pakkar av kjøti fyri at spara nakrar krónur og koyra hann í frystaran? Átakið móti matoyðsli er í stuttum, at eitt eintak av eini vøru hevur ein fastan prís. Tú verður ikki eggjaður at keypa fleiri eintøk fyri síðani at spara pengar. Ein pakki av høsnarungabringu umleið 460 g kostaði 33 krónur. Aðrastaðni skuldi eg av við 44.95- 48.95 kr fyri 380-450 g. Men eg fekk møguleikan at keypa tríggjar pakkar og síðani spara pengar. EG LÆRDI AT.... Tað var bíligast og ræðuligast at keypa í INN. Har manglaðu fleiri vørur. Eg royni ikki eydnuna fleiri ferðir har hóast nógvar vørur vóru niðursettar. Tað var bert í Miklagarði at eg fekk allar vørurnar á innkeypslistanum, men tað marglætið skal eg eisini gjalda fyri. Um eg fór í allar handlarnar fyri at fáa bíligastu vørurnar hevði fríggjakvøldskeypið kostað 279.25 krónur. Men tað er ikki serliga skynsamt at koyra í ein handil, og síðani í ein annan fyri so at venda aftur í tann fyrra ella síðsta. MÍTT VIÐMÆLI Um logistikkurin heldur til tað, so er skynsamast at keypa í tveimum handlum. Útfrá hesum døminum er skynsamt at keypa kjøt og annars flestu vørurnar í Á. Síðani er tað møguliga neyðugt at fara ein lítlan túr í Miklagarð at keypa tað tú væntar. Hetta innkeypið hevði skynsamast kostað mær 310,95 kr. Tá keypti eg í tveimum handlum og fekk tær vørurnar eg skuldi hava. Heidi Lava Elgeirsdóttir www.facebook.com/skymsemi INNKEYPSLISTI TIL FAMILJUFRÍGGJAKVØLDIÐ DØGURÐI Høsngarungabringa (til tvey vaksin og eitt smábarn) Burgarabollar Killi ketjup Salat majones Beykon Iceberg salathøvd Reyðleykur Ostur OMANÁ Ísur frá Fóm Kaffi Saft Agurk Gularøtur Súrrómi Pulvur til dressing