Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2016 14 Marita Petersen var fødd í Vági 21. oktober í 1940 og doyði 26. august í 2001. Hon var dóttir Betti f. Matras og Sámal Johansen, hann úr Vík og hon av Viðareiði. Marita Petersen er fyrsti og higartil einasti kvinnuligi løgmaður í Føroyum. Hon var útbúgving fólksskúlalærari og seinni sálafrøðingur, cand.ped.psyk. Hon byrjaði yrkisleið sína í fremstu røði í politikki, tá hon á løgtignsvalinum í 1988 varð vald á ting fyri Javnaðarflokkin í Suðurstreymoyar valdømi. Tað fyrsta skeiði sat flokkur hennara í andstøðu. Men á valinum í 1990 vann Javnaðarflokkurin tríggjar tingsessir afturat teimum sjey, og tá Atli P. Dam skipaði landsstýrið í januar í 1991, var tað eitt heilt nátúrligt val at velja Maritu Petersen sum landsstýriskvinnu – sum ta fyrstu hjá Javnaðarflokkinum. Hon var landsstýriskvinna í mentamálum, har hon eitt nú gjørdi vart við seg við at endurskoða yrkisútbúgvingarnar í Føroyum og fáa samtykt lógarverk innan hetta øki. Hon var talskvinna fyri at skipa miðnámsskúlarnar í deplar. Eisini legði hon broytingar í rúsdrekkalógini fram, ið viðførdu ta skipan, sum vit kenna í dag. Tá Atli P. Dam legði frá sær sum løgmaður í hálvum valskeiði í 18. januar í 1993, fall valið hjá Javnaðarflokkinum á Maritu Petersen um at taka við sum triðið løgmaður Javnaðarfloksins. Hon tók eisini seinni tað várið við sum forkvinna Javnaðarfloksins. Tíðin, sum Marita var løgmaður í Føroyum, frá januar 1993 til september 1994, var eitt av svárastu tíðarskeiðunum í Føroya søgu. Bankarnir vóru um at fara av knóranum, og vinnulívið á sjógvi og landi var við at fara sama veg. Arbeiðsloysið var methøgt, fráflyting úr Føroyum og tvangsauktiónir av sethúsum vóru gerandishendingar. Sum løgmaður stóð Marita Petersen á odda fyri samráðingunum við danir og Den Danske Bank fyri at forða fyri, at Føroyar fóru av knóranum. Úrslitið av hesum samráðingum var millum annað, at Føroya landsstýri keypti partabrøvini í Føroya Banka frá Den Danske Bank. Hetta keypið hevði seinni sokallaða "bankamálið" við sær, har ákærur vórðu reistar ímóti Den Danske Bank fyri ikki at hava kunnað Føroya landsstýri um veruligu fíggjarstøðuna í Føroya Banka innan søluna av partabrøvunum. Marita Petersen stóð sum løgmaður eisini á odda, tá ið semja var gjørd við donsku stjórnina um eina bjarging fyri føroyska búskapin. Henda avtalan hevði við sær, at danska stjórnin afturfyri setti krøv um kvotuskipan innan fiskivinnuna og skipanina av Føroya Fiskavirking. Fyri at sleppa undan hópuppsagnum innan tað almenna samráddist Marita við almennu fakfeløgini um lønarniðurskurð. Eisini legði hon stóran dent á skipanarlig viðurskifti og var stigtakari til nýggju føroysku stýrisskipannarlógina frá 1994. Marita Petersen legði dent á, at kvinnurnar eisini vóru virknar bæði innan- og uttanfloks í Javnaðarflokkinum. Hon hevði eitt netverk av kvinnum, ið hon eisini gjørdi nýtti, meðan hon var landstýrismaður og løgmaður. Hon hevði ein virknan leiklut í samband við at løgtingið í 1994 samtykti Javnstøðulógina. Eftir løgtingsvalið í 1994, sum Javnaðarflokkurin tapti so dyggiliga við at missa helmingin av tingumboðunum, skipaði hon samgongu við Sambandsflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Verkamannafylkingini. Marita Petersen gjørdist tá løgtingsformaður sum fyrsta kvinna. Í 1995 bjóðaði Jóannes Eidesgaard henni av sum formansvalevni í Javnaðarflokkinum, Marita vann formannsvalið, men á landsfundinum í 1996 legði hon frá sær sum formaður fyri Javnaðarflokkin. Til løgtingsvalið í 1998 stillaði Petersen ikki uppaftur, og fór hon sostatt úr føroyskum politikki. Marita var leiðari av Sernámsdeplinum frá 1997 og til hon, eftir stutta sjúkralegu, doyði tann 26. august í 2001. 1980 - 1984 formaður í Føroya Lærarafelag 1993 - 1994 løgmaður í Føroyum Dorete Bloch Danielsen er fødd 14. juni í 1943 í Hørsholm í Danmark, og hon doyði 28. februar í fjør í Havn. Hon var professari í djórafrøði og leiðari á Náttúrugripasavninum, ritstjóri á Fróðskaparrit og rithøvundur. Hon var serfrøðingur á fleiri økjum innan føroyska djórafrøði, eitt nú innan hval. Dorete hevði matematiskt studentsprógv frá Viborg Katedralskole, har hon tók prógv í 1962. Hon var útbúgving Cand.scient í djórafrøði í 1970 á Århus Universitet, har hon eisini undirvísti frá 1970 til 73. Hon starvaðist á Vildtbiologisk Station í Kalø frá 1970 til 1974, har hon granskaði harur. Í 1974 tók hon pedagogikum í Grenå. Síðani flutti hon til Føroyar, her hon búði, starvaðist, undirvísti og granskaði restini av ævi síni. Hon var lektari á Fróðskaparsetrinum frá 1974 til 2001. Hon gjørdist dr.phil í 1994 við disputatsinum »Pilot Whales in the North Atlantic. Age, grovth and social structure in Faroese grinds of the long-finned pilot whale, Globicephala melas«. Dorete giftist Olávus Daneilsen (1927-97). Tey búðu á Velbastað. Dorete var eitt kent andlit í Føroyum, og var javnan at síggja og hoyra í fjølmiðlunum, tá tað snúði seg um djórafrøði – ikki minst í sambandi við hvalaveiðu og grindadráp. MARITA PETERSEN DORETE BLOCH DANIELSEN KULAR FØROYSKAR KVINNUR, VIT ÁTTU A