Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 47

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN SEPTEMBER 2016 Ruth Smith varð fødd 5. apríl 1913 í Vági og doyði 26. mai 1958. Hon var málari og teknari. Ruth Smith verður mett at vera ein hin týdningarmesti koloristurin í før­oysk­ ari myndlist. Hóast skeið hennara sum listakvinna varð stutt – hon doyði í drukni­ vanlukku í 1958 – bert 45 ára gomul – kom hon at seta sín dám á málningalistina. Ruth Smith var dóttir Johan Smith, sum doyði, tá Ruth var níggju ára gomul, og sum so mong í somu støðu, noyddust Ruth og systkin hennara longu frá barnsbeini av at taka fyrifallandi arbeiði fyri at hjálpa til heima. Í 1930 fór Ruth Smith til Danmarkar, har hon ætlaði at læra til sjúkrasystir. Hon fekk arbeiði í vaskarínum á Diakonis­ sestiftelsen í Keypmannahavn, men tá ein av sjúklingunum á staðnum sá hennara skitsur, setti hann hana í samband við listakonuna Bizzie Høyer. Ruth gjørdist næmingur á Høyers tegneskole í 1933-34, og í 1936 varð hon upptikin á Kunstakademiets Malerskole, sum næmingur hjá Aksel Jørgensen professara. Hesin Aksel Jørgensen helt nógv um gávurnar hjá Ruth Smith og skal hava sagt, at sjálvsmyndir hennara vóru millum tær bestu í norðurlendska listarheiminum. Í 1943 varð Ruth Smith liðugt útbúgvin. Í 1945 giftist Ruth Smith við arkitekt­in­ um Poul Morell Nielsen, og tey fingu tvey børn, Leif í 1947 og Louis í 1952. Tey búðu í Keypmannahavn og Lem­vig í Jútlandi. Tey árini málaði Ruth býar­ myndir úr Keypmannahavn og lands- lagsmyndir av vesturjútsku strondini. Hon var limur í listafelag­skøpunum Se og Ringen. Eitt skifti, í 1947-48, málaði Ruth glas á kendu donsku glasverksmiðjuni Holmegaards Glasværk. Í 1948 kendi Ruth Smith seg fastkoyrda og vildi broyta umhvørvi. Árið eftir fluttu hon og Poul Morell Nielsen við børnunum til Føroya og búsettist í heimbygd henn­ ara, Vági. Upp gjøgnum fimmtiárini málaði og teknaði Ruth fólk og umhvørvi í Vági, og tað er úr hesi tíðini, at hon skapti síni høvuðsverk. Serliga sjálvsmyndirnar frá hesum skeiðinum eru framúrskarandi, her tvey dømi, fyrra frá 1955, og seinna – sum kom út á frímerki í 1985 – er frá 1956. Í 1957 flutti Ruth Smith út á Nes, uttan fyri Vágs bygd, har hon bygdi eitt atelier. Veturin 1957-58 arbeiddi hon hart við málningunum, eftir hvat sigst, tí at hon óttaðist at missa sjónina, og ávirka av eykandi tunglyndi. Í mai 1958 endaði lívsskeiðið hjá Ruth Smith orsaka í druknivanlukku á Vágs­ firði. Eftirmæli hennara í føroyskari lista­søgu ber boð um ein framúrskarandi kolorist og listafólk, sum ongantíð vann fram á mál, men sum á leiðini skaraði framúr teimum flestu. Andrea Ársting var fødd tollaksmessudag í 1891, og hon doyði 30. mai í 1988. Hon er kend fakfelagsforkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag í 40 ár, frá 1937 til 1977. Andrea Árting var ein av fyrstu føroysku kvinnunum, ið stillaði upp til løgtignsval. Tað var í 1940, tá hon var valevni hjá Loysingarflokkinum, hon varð tó ikki vald. Tá ið Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948 var hon ein av trúføstu stuðulunum hjá flokkinum. Andreað Árting varð fødd uttan fyri hjúnalag í Havn í 1891. Foreldur hennara vóru Súsanna Rasmussen (1873-1940) og Jacob Johansen, sum eitt skifti var blaðstjóri á Dimmalætting (1889-92). Andrea vaks upp hjá mostrini Trinu, sum var gift við Eliasi Johansen í Rættará, sum var bátasmiður og aktivur politiskt og mentanarliga.Hon arbeiddi í fiski tvey summar. Tá ið hon var liðug við skúlan arbeiddi hon á fiskabollavirkinum hjá Valdemar Lützen, hon stóð í krambúð og lærdi bókhald. Hon fekk tuberklar 17 ára gomul og noyddist at búgva á sanatoriunum í eini tvey ár. Síðan fór hon til Danmarkar, har hon var tænastukona í seks ár í Keypmannahavn, Í 1922 giftist hon við fiskimanninum Johannes Frederik Árting, og gjørdist heimagangdi í nøkur ár, meðan børnini vóru smá, tey fingu fýra børn: Trygvi (1923), Sólrun (1926), Rhoda (1928), Ásvør (1930). Í 1937 varð Andrea Árting vald til forkvinnu í Havnar Arbeiðskvinnufelag, ið varð stovnað árið fyri. Tær flestu av limunum arbeiddu í fiskiídnaðinum, og tær høvdu trupult við at fáa nakra av hesum til at átaka sær starvið sum forkvinna, eftirsum tað var vandi fyri, at koma á svartalista hjá arbeiðsgevarunum. Sum heimagangandi var Andrea meira sjálvstøðug, og hon hevði eisini víst, at hon ikki var bangin fyri at siga sína meining alment. Hon var sitandi sum fakfelagsforkvinna til 1977, og var eisini nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag størstapartin av tíðini, har hon var nevndarlimur frá 1940 til 1958. Samráðingarnar um somu konufólka- og mannfólkaløn vóru tær seinastu í forkonutíð hennara. Andrea var heiðurslimur og fekk løn svarandi til formanslønina restina av lívinum, til hon andaðist í 1988 96 ára gomul. Andrea var í 1918 stigtakari til at kvinnur fóru at rógva kapp í skipaðum kappróðri, ið annars var ein ítróttagrein, ið bert mannfólk luttóku í áður. Hon var áhuga í tónleiki, gekk til undirvísing og lærdi at spæla á fleiri ljóðføri. Hon gjørdi eisini løg og yrkti sangir. Yrkingar hennara vísa hennara politisku sjónarmið. Hon yrkti eitt nú kampsangir, ið kravdu betri kor fyri tað arbeiðandi fólki. AT VITA ALT UM RUTH SMITH ANDREA ÁRTING Åhh sum tað er herligt at hava kular kvinnuligar fyrimyndir í tí føroyska samfelagnum. Tær, sum slóðaðu fyri, hava vit nógv at vera takksamar fyri. Men eru tær so nógvar og so viðurkendar? Ja, vit hava nógvar kular fyrimyndir at vísa á, men tíverri er samfelagið soleiðis innrættað, at ongantíð eru kvinnurnar hetjurnar í søguni. Men í HON fara kvinnurnar framyvir at vera hetjurnar, ið teimum annars søgdu søgunum. Saman við einari spennandi listakvinnu fara vit í komandi útgávu av HON at lansera eina nýggja teknirøð. Um hvat? Um "hetjindurnar" í Føroyum. Gleði tykkum! Vit leggja her fyri við fýra kulum kvinnum!