Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-27, síða 62
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. september 2016síða 62

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN SEPTEMBER 2016 30 Instagram er ein sosialur miðil, har tú kanst deila myndir úr tínum gerandisdegi. Og her kanst tú eisini fylgja spennandi fólkum úr allari verðini. Vit nevna hvønn mánaða nakrar av føroysku Instagram vangunum: HOMEBYKARADOTTIR FYLGJARAR: 521 Homebykaradottir býr í havn, og hon deilir eitt sindur av hvørjum við okkum… Eitt sindur av innrætting, eitt sindur av lekrum detaljum, eitt sindur av hugna og eitt sindur av frítíð. Í hvussu er ein profilur, ið er verdur at fylgja, um ein tímur væl lekrar og snøggar myndir, ljós heim, kreativitet og eitt sindur av tí kenda nordiska stílinum ANTONSDOT FYLGJARAR: 390 Sjálv brúka hon millum annað orð sum retro og endurnýtsla um sítt heim. Og hetta avspeglast í hitanum í hesum hugnaliga heiminum, ið hon vísir fram á instagram. Ein góður profilur at fylgja um er til endurnýtslu, endurskapan og um ein tímur at síggja eitt heitt, fjálgt, hugnaligt, retro og heimligt heim HALLAJACOBSEN FYLGJARAR: 2.631 Hvør elskar ikki góðan stíl? Og Halla Jacobsen hevur so avgjørt góðan stíl. Hetta vísir hon á sínum instagram profili. Har finnur tú bæði selfies og myndir ið onnur hava tikið… Allar flestu myndirnar eru mótamyndir, lekrar mótamyndir. meeeen har eru eisini nakrar av meir privatum tingum, so sum lívinum og hugnanum rundanum Hallu. Instagram – tal­gildur heimur í myndum