týsdagur 27. september 2016síða 61
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN SEPTEMBER 2016
Danjal av Rana
Smoothie er ein tjúkkur drykkur, gjørdur av ráum fruktum
og grønmeti, knúst í miksara, blandað við vatni, ísi,
mjólkaúrdrátti ella søtevni.
Ja, hatta var tann keðiliga, bókliga lýsingin. Smoothie
er svalligi leskidrykkurin, sum er júst tað rætta at drekka
ein summardag, tá berini og fruktirnar eru av tí allarbesta.
Drykkurin er ikki so heilt galin um heystið heldur, tá
likamið hevur eyka tørv á vitaminum og øðrum góðum frá
fruktunum.
Eftir øllum at døma kom drykkurin ógvuliga brádliga inn
á føroyska marknaðin, tí drykkurin hevur einki føroyskt
heiti fingið. Ella tað vil siga, Sprotin kallar hann mjúksopi
ella fruktsopi, men neyvan hevur nakar tikið hetta heitið til
sín. Matstovurnar í Havn hava so ikki gjørt tað.
Líkamikið. HON hevur verið og drukkið smoothies
ymsastaðni í høvuðsstaðnum. Fýra støð bjóða smoothie og
vit hava mett teir eftir trimum krøvum.
Sjón: Liturin má geva mær hug at drekka drykkin. Hann
skal siga mær greitt, hvat er í og geva mær eina ábending
um, hvør smakkurin fer at verða.
Smakkur: Sjálvandi vigar smakkurin mest. Og tá talan
er um ein fruktdrykk, mugu fruktirnar kennast aftur í
smakkinum.
Tjúkd: Hetta er smoothie. Talan skal vera um ein
tjúkkan drykk. Vit vilja ikki hava djús, ei heldur sorbet ella
slush, men ein lekran kremutan smoothie.
SKAL TAÐ VERA EIN MJÚK
SOPI? EIN SMOOTHIE
GAGNAST TÆR ALLARHELST
BETRI. MEN HVAR FÆRT TÚ
TANN BESTA?
Umami 40 krónur fyri 0,3 litrar
Ein smoothie gjørdur av jarðberum, banan og ananas. Liturin er nokk
so kámur, og longu tá fær ein fatan av, at smakkurin kanska verður
av veikara slagnum. Smakkurin ber brá av, at jarðberini kanska ikki
vóru heilt búgvin. Drykkurin smakkaði av hvítum jarðberum, við
einum veti av banansmakki og ein lítlum eftirsmakki av ananas.
Jarðberini megnaðu ikki at seta sín dám á drykkin. Tjúkdin var tó góð.
Drykkurin kendist sum floyal í munninum, júst sum hann skal. Kostar
minni enn hinir, men so fáa vit eisini minni enn hjá hinum.
Hvonn 45 krónur fyri 0,4 litrar
Ein djúpt reyður bláberjadrykkur stendur okkum í boði frá Hvonn.
Liturin er tiltalandi og gevur vón um góðan smakk. Drykkurin er eisini
søtur, men tó er torført at smakka tað bláa í drykkinum. Í heila tikið
var smakkurin nokk so veikur, tó at drykkurin var søtur. Drykkurin var
eisini tunnur, sum styrkir illgrunan um, at tað kanska er saft og ikki
bláber, ið bera hendan drykkin. Um ikki annað, so fær ein nógv fyri
pengarnar hjá Hvonn. Tað telur tó niður, at einki lok var at festa á
plastkoppin.
Sjón: 4
Smakkur: 5
Tjúkd: 4
Heild: 4,5
Stórur munur á smoothie í Havn
Kaspar
45 krónur fyri 0,4 litrar
Sólarklárur vinnari. Eingin yvir, eingin
undir liðini, eingin í nær námind. Og so er
hetta bíligasti smoothie í býnum, saman
við tí frá Hvonn. Jarðber og tranaber eru
vinnandi samansetingin. Í Kaspar fært
tú ein smoothie við vøkrum reyðum
liti, góðari tjúkd og einum smakki,
sum gevur hug til meiri. Liturin vakurt
reyður, meðan smakkurin er góður og
nátúrliga søtur. Her var als einki galið við
jarðberunum, sum hava lænt bæði lit,
smakk og søtievni til drykkin. Drykkurin
er floyalsmjúkur, lættur at drekka og
kennist væl á tunguni. Eg má líka hava
ein slurk afturat.
Smakka 45 krónur fyri 0,25 litrar
Eingin ivi er um, at hetta er vakrasti smoothie í høvuðsstaðnum.
Trupulleikin er tó, at hann als ikki gevur tað, sum fyrsta sjónin lovar.
Drykkurin er frystur, mest líkur eini sorbet. Fyrstu løtuna er ógjørligt
at fáa nakað upp gjøgnum súgvirørið. 30 minuttir seinni er framvegis
torført at súgva nakað í seg. Liturin er sera vakur, og tað er týðiligt,
at her eru bæði jarðber og hindber í drykkinum. Harumframt er
banan og appelsinsaft. Drykkurin er tó nakað súrur og smakkar
hon nógv meiri av banan enn berum. At hetta so eisini er dýrasti
smoothie í høvuðsstaðnum betrar ikki um heildarfatanina.
Sjón: 3
Smakkur: 2
Tjúkt: 5
Heild: 2,5
Sjón: 4
Smakkur: 3
Tjúkd: 2
Heild: 3
Sjón: 5
Smakkur: 2
Tjúkd: 1
Heild: 2