Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 6 Børn sum avvarðandi TEMA HALLUR AV RANA Í Hvalba situr 26 ára gamla Drós Sveinsdóttir og hugsar um hennara lív. Tá eg ringi til hana, er tað við endan av langari viku. Hon er í ferð við at leggja síðstu hon á eina fram­ løgu, ið hon skal hava fyri Hjarta- felagnum. Fyrr í vikuni var hon gestur í morgunsendingini hjá Kringvarpinum, har hon greiddi eitt sindur frá tí sama, ið hon skal hava framløgu um hóskvøldið. Tað er ikki tí, at Drós Sveinsdóttir sjálv er sjúk í hjartanum, ið er or­ søkin til, at so stórur áhugi er fyri hennara søgu. Tað er 11 ára yngri beiggi hennara, Páll Hermann, ið var føddur við einum hjartafeili. Søgan hjá Drós Sveinsdóttir er søgan um eitt barn sum avvarð­ andi. Eitt barn, ið ikki varð loftað av landinum. Okkurt var áfatt Vit eru í 2001 og Drós Sveinsdóttir er vorðin stórasystir aftur. Lítli beiggin tykist at hava tað gott, og frøðin er stór í familjuni, ið nú telur ein systkinaflokk á trimum børnum. Drós, tvey ára yngri Rógvi og nýføðingurin Páll Hermann. Fyrstu tíðina tykist alt eisini at vera í lagi, og lítli beiggin hevur tað gott. Tá hann er tríggjar mánaðir gamal fer mamman sum vanligt til kommunulækna, har nýføddi sonurin skal til vanligu kanningina, ið allir nýføðingar skulu til. – Tað var tá, at mamma fyrstu ferð fekk at vita, at okkurt var áfatt. Kommunulækni helt seg hoyra okkurt óvanligt ljóð, men sissaði mammu beinanvegin, og fortaldi henni, at hetta var vanligt. Nógv børn í Føroyum verða fødd við einum holi í hjartanum, ið síðan veksur aftur, segði læknin við mammu, greiðir Drós Sveinsdóttir frá. Fyri at vera á tryggu síðuni velur læknin tó at bíleggja eina tíð hjá einum serlækna í hjartasjúkum á Landssjúkrahúsinum. – Heimafturkomin varnaðust foreldrini fyri fyrstu ferð, at okkurt var áfatt við lítla beiggjanum. Hann varð bláur um varrarnar og undir neglunum, og mamma gjørdist bangin, og skundaði und­ ir fyri, at beiggin slapp til Havn-ar til kanningar, greiðir Drós Sveins­ dóttir frá. Hví kundi hon ikki koyra? Fjúrtan dagar eftir, at mamm­ an hevði verið hjá kommunu­ læknanum setti familjan kósina til Havnar og Landssjúkrahúsið, har ein serlækni í hjartasjúkum kannaði smádreingin. – Pápi er sjómaður og var til skips, so eg og Rógvi fóru við mammu til Havnar. Hon koyrdi okk­um til fastur mína, har vit bíð- aðu, meðan hon og Páll Hermann fóru til læknan, greiðir Drós Sveins­ dóttir frá. Meðan Drós Sveinsdóttir og Rógvi eru heima hjá fastrini ringir telefonin. – Eg hoyrdi tað var mamma, og at hon bað fastur mína koma eftir sær. Tá visti eg, at okkurt álvarsamt var á vási, tí mamma hevði bil við sjálv. Hví kundi hon ikki koyra, minnist Drós Sveinsdóttir, at hon hugsaði hendan dagin. Komin heim til lítli familjuna greiddi mamman frá, at lítli beigg­ in hevði fingið staðfest ein álvar­ saman feil í hjartanum, og at hann mátti leggjast undir skurð í Dan­ mark. Trúðu at hann doyði Drós Sveinsdóttir minnist, at mamman var skelkað av boð­un­ um, ið hon hevði fingið á Lands­ sjúkrahúsinum, og bar hon nú ótta fyri, at yngsti sonurin kundi doyggja hvørja løtu. Tá visti eg, at okkurt álvarsamt var á vási, tí mamma hevði bil við sjálv. Hví kundi hon ikki koyra –Vit søgdu farvæl við hann, tí tað var kanska seinastu ferð vit sóu hann á lívi, men kortini var tað ongin har, ið spurdi okkum hvussu vit høvdu tað, sigur Drós Sveinsdóttir um løtuna, tá lítlibeiggi skuldi leggjast undir skurð fyri álvarsaman hjartafeil – HAR VAR EINGIN AT TOSA VIÐ Drós Sveinsdóttir