Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 7 – Hon føldi, at hon hevði fingið boðini upp á ein harðan og keðiliga máta frá serlæknanum. Hon var vorðin so bangin fyri lítla beiggjanum, at eg og beiggi mín ikki sluppu inn til hansara um náttina. Hon var veruliga bangin fyri, at Páll Hermann fór at doyggja hesa náttina, greiðir Drós Sveinsdóttir frá. Dagin eftir hevði mamman eina avtalu við ein barnalækna á Landssjúkrahúsinum. Har fekk hon gjøllari kunning um hvat tað var fyri ein sjúka, hvørja viðgerð hann skuldi hava og ymiskt annað. – Tá sissaðist mamma eitt sindur, og bar hvørt fall ikki ótta fyri, at Páll Hermann fór at doyggja hvørja løtu, sigur Drós Sveinsdóttir. Brádliga sjúkur Eftir kanningarnar á Landssjúkra­ húsinum og prátið við barna­ læknan vendi lítla familjan aftur til Hvalbiar, har tey bíðaðu eftir, at Páll Hermann fekk eina tíð í Danmark. – Men brádliga gjørdist Páll Hermann sjúkur og fór at spýggja, so mamma og hann vórðu innløgd á Landssjúkrahúsinum og stutt eftir fóru tey til Danmarkar, har hann skuldi undir skurð, greiðir Drós Sveinsdóttir frá. Men áðrenn tey fóru niður, fingu systkini ein møguleika at siga farvæl til beiggjan. – Eg minnist tað væl, tá vit skuldu á Landssjúkrahúsið at siga farvæl. Mamma hevði fingið at vita, at í ringasta føri var hetta síðstu ferð, at vit sóu beiggjan, tí feilurin var stórur, so vit máttu siga eitt endaligt farvæl við hann, greiðir Drós Sveinsdóttir frá. Tungt val Foreldrini hjá Drós Sveinsdóttir máttu nú taka eitt tungt val. Yngsti sonurin mátti undir skurð í Danmark, meðan tey høvdu tvey onnur børn í skúlaaldri, ið ikki bara kundu sleppast á fjall. – Vit kundu ikki koma við til Danmarkar, tí har var eingin møguleiki fyri skúlagongd ella nakað slag av ansing, so vit vóru verandi í Hvalba, meðan foreldrini og Páll Hermann fóru niður, greiðir Drós Sveinsdóttir frá. Meðan foreldrini vóru í Dan­ markar, fluttu omman og abbin hjá Drós og Rógva inn til teirra. Tað er Drós Sveinsdóttir glað fyri í dag. – Tað var gott, tí so vórðu vit ikki koyrd út, men sluppu at vera heima. Til tíðir longdist eg eftir teimum, men omma passaði væl uppá okkum. Vit vóru heppin, tí Drós og Páll Hermann, tá hann í 2013 var í Danmark til skurðviðgerð nummar tvey