hósdagur 29. september 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 112
8
hon vísti umsorgan og vit sluppu
at vera heima, sigur Drós Sveins
dóttir.
Skúgvaði tankar til viks
Hóast Drós Sveinsdóttir hevði tað
gott í Hvalba saman við ommu,
abba og beiggja sínum, so kendi
hon seg til tíðir einsamøll.
– Tað er ikki alt, ið man kann
tosa við ommu sína um. Eg minnist
eisini, at eg bíðaði alla tíðina eftir
tíðindum frá Danmark og hvørja
ferð telefonin ringdi, so lúrdi eg
eftir hvat tað mundi vera. Tað var
ikki tí, at nakað varð hildið loyniligt
fyri okkum. Vit fingu alt at vita,
bæði tað góða og tað keðiliga, sigur
Drós Sveinsdóttir.
Lagnan hjá beiggjanum fylti
eisini nógv í tonkunum hjá tá 11
ára gomul gentuni.
– Eg var sjálvandi merkt av støð
uni, og hevði nógvar tankar, ið eg
skúgvaði til visk. Eg var bangin fyri,
at hann fór at doyggja, men eg helt
tað fyri meg sjálvan. Har var eingin
at tosa við, sigur Drós Sveinsdóttir.
Eftir at Páll Hermann var vorð
in skurðviðgjørdur, bjóðaðu for
eldrini Drós og Rógva at koma á
vitjan í Danmark.
– Eg tók av, so eg og mammu
beiggin fóru til Danmarkar tríggjar
vikur eftir, at foreldrini vóru farin.
Vit vóru so har í tvær vikur, og
so fylgdust vit øll heimaftur til
Føroyar og Hvalbiar, greiðir Drós
Sveinsdóttir frá.
Eftirlýsir hjálp
Tað var tó foreldrini, ið bóru allan
kostnaðin. Sum heild føldi Drós,
at hvørki hon ella nakar annar í
familjuni, nakrantíð fingið nakra
hjálp sum avvarðandi.
– Tað er nokk so keðiligt, at av
varðandi ikki fáa bjóða nakra sum
helst hjálp av nøkrum slag. Hvørki
foreldur ella systkin. Foreldrini hjá
mær og øll onnur í familjuni vóru
í einari kreppu. Ongin teirra hevði
yvirskot at leggja merki til, at vit
høvdu brúki fyri hjálp, sigur Drós
Sveinsdóttir, og heldur fram.
– Øll í familjuni gjørdi eftir besta
førimuni. Einki varð goymt fyri
okkum, men kortini føldi eg meg
einsamallan við mínum tankum.
Eg stúrdi fyri lívinum hjá beiggja
mínum, men eg tordi ikki at deila
tað við nakran.
Serliga undrar tað hana, at
ongin kom til hana ella Rógva,
tá tey máttu siga eitt seinasta
farvæl til beiggja teirra á Lands
sjúkrahúsinum.
– Vit søgdu farvæl við hann, tí
tað var kanska seinastu ferð vit
sóu hann á lívi, men kortini var
tað ongin har, ið spurdi okkum
hvussu vit høvdu tað, sigur Drós
Sveinsdóttir.
Eitt tilboð í Danmark
Familjan hjá Drós Sveinsdóttir
var í Danmark í fimm vikur, men
hjá nógvum familjum við sjúkum
børnum ella foreldrum, kann
steðgurin í Danmark vera munandi
longri. Drós Sveinsdóttir metir, at
tað er neyðugt við einum tilboði til
tær familjurnar.
– Tað er kanska ikki tað rætta
fyri øll børn, men um tað ber til,
so áttu familjur fingið eitt tilboð,
har børn kunnu fáa okkurt slag
av skúlagongd ella ansing, um eitt
foreldur ella systkin er innlagt. Um
børnini ikki tíma tað, so kunnu
tey vera verandi ella fara aftur til
Føroyar, um tey hava møguleikan
til tað, sigur Drós Sveinsdóttir.
Tørvur á serkønari hjálp
Tað eru fimtan ár síða, at Páll
Hermann Sveinsson varð føddur
við einum hjartafeili. Í dag hevur
hann tað gott, og hevur verið gjøg
num eina skurðviðgerð aftrat í
Danmark.
Í dag kann Drós Sveinsdóttir
snakka við klárari rødd um lívið
sum eitt avvarðandi barn. Hon er
ikki í iva um, at skipanin má gerast
betri, so at børn verða loftað.
– Sum vaksin dugi eg væl at
síggja, at tað hevði verið gott, um
onkur kom og spurd inn til mín.
Spurdi hvat eg hugsaði. Eg hevði
tørv á, at onkur professionellur
kom og tosaði við meg. Tað hevði
verið lættari at tosa við onkran, ið
ikki er partur av familjuni. Eg hevði
ikki følt meg líka einsamalla, sigur
Drós Sveinsdóttir.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Eg var sjálvandi
merkt av støð
uni, og hevði
nógvar tankar,
ið eg skúgvaði
til visk. Eg var
bangin fyri,
at hann fór at
doyggja, men eg
helt tað fyri meg
sjálvan. Har var
eingin at tosa
við
Børn sum avvarðandi
TEMA