hósdagur 29. september 2016síða 9
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 112
9
HALLUR AV RANA
T
að kann vera ørkymlandi
fyri sjálvt tær sterkastu
familjurnar, tá ein sjúka
brádliga rakar onkran av
teirra nærmastu og tilveran verður
kollvelt frá einum degi til annan.
Sjúkan verður brádliga tað, ið
fyllur mest í lívinum, meðan ein
ørgrynna av viðurskiftum skulu
fáast upp á pláss. Tað er mangan tá,
at vælferðarsamfelagið vísir sína
styrki og hjálpir tá harðast leikar á.
Men tað er ikki altíð, at skipanin
virkar eins væl. Sum lesast kann
aðrastaðni í blaðnum, so er tað
nevniliga ein trupulleiki, at børn
mangan verða gloymd, tá foreldur
ella systkin verða sjúk.
Tað er ein staðfesting, ið tey
hjá Ráðgevingini fyri føroyingar í
Danmark, kunnu nikka játtandi til.
Randi Johannesen, sosialráðgevi,
sigur, at tað nevniliga slett ikki er
vist, at familjur fáa samband við
tey røttu fólkini, tá tey koma til
Danmark í sjúkraørindum.
– Tað er ikki vist, at tað almenna
hjálpir í eini støðu, har eitt foreldur
verður sjúkt, tí tað er ikki vist, at
tey avvarðandi yvirhøvur koma í
samband við tað almenna, sigur
Randi Johannesen.
Vilja hjálpa
Ráðgevingin fyri føroyingar í
Danmark er ein sjálvsognarstovnur,
og er hvørki partur av føroyska
Heilsu- ella Almannaráðnum.
Tó so, so eru tey fús at hjálpa,
tá føroyskar familjur koma til
Danmarkar í sjúkraørindum, og
hava eitt ynski um at skipa eitt
alment tilboð til føroyskar familjur.
– Vit eru á sjúklingahotellinum
eina ferð um vikuna, og royna
hjálpa gjøgnum samrøður. Tað
hevði verið gott, um tað varð
skipað soleiðis, at allar familjur
fingu møguleikan at koma til ein
samrøðu, sigur Randi Johannesen,
ið tó ásannar, at nøkur foreldur
halda seg aftur at tosa við tey.
– Vit hava tann trupulleikan, at
fólk, ið ikki hava verið í skipanini
áður, standa spyrjandi um hvat tey
skulu tosa við ein sosialráðgeva
um, tí tey vita ikki, at man kann
tosa við okkum um umstøðurnar
hjá børnunum. Vit hava eina
vitan innan alt økið og lóggávuna
í Føroyum og Danmark. So vit
kunnu veita eina heildarráðgeving
til støðuna hjá tí einstøku familjuni,
sigur Randi Johannesen.
Ein avbjóðing hjá føroyskum
familjum, ið noyðast til Danmarkar
í samband við sjúkralegur er, at tey
hoyra undir føroysku skipanina, tá
tey eru í Danmark. Tí er tað eingin
donsk skipan, ið traðkar til, tá tey
koma til Danmarkar. Men har tað
almenna sleppir endanum, eru tey
í Ráðgevingini klár at hjálpa.
– Um børnini vera í Danmark
undir sjúkraleguni, so kunnu vit
hjálpa við eini røð av viðurskiftum,
so sum at søkja Keypmannahavn
kommuna um undantak fyri at
fáa barnagarðspláss, sjálvt um
man ikki er fluttur, og at veita
foreldrunum røttu sambondini
fyri at fáa børnini inn í skúlar,
frítíðarskúlar og annað.
Manglandi ferðastuðul
til børnini
Tað eru eisini fleiri foreldur, ið
meta tað vera best fyri børnini,
at tey vera verandi í heimliga
umhvørvinum, og koma síðan
til Danmarkar á vitjan í ferium.
Hetta kann tó skjótt gerast ein
fíggjarlig byrða hjá familjuni, tí
fáir stuðulsmøguleikar eru fyri
familjum í slíkum støðum.
– Um børnini mugu ferðast
millum londini fyri at halda sam
bandið við líka, so gerst talan
skjótt um eina stóra útreiðslu
í ferðaseðlum. Um tað er eitt
systkin, sum er sjúkt, so eru betri
møguleikar at fáa stuðul, men tá
tað er eitt foreldur, so má familjan
undir eina neyva meting hjá
Almannaverkinum, har fíggjar-
støðan verður gjøgnum-gingin,
áðrenn tey kunnu fáa almennan
stuðul til ferðaseðlar til børnini,
greiðir Randi Johannesen frá.
Randi Johannesen vísir víðari á,
at tað er í fleiri førum, at foreldur
ikki fáa hendan stuðulin, og tí gerst
sjúkralegan skjótt gerast rímiliga
dýr, um foreldrini ynskja at síggja
børnini.
– Hetta er ein fíggjarlig byrða
fyri tær familjur, ið hava eina
longri sjúkralegu. So tað er tørvur
á, at tað almenna skipar so fyri, at
onkur stuðul er til børnini, sigur
Randi Johannesen.
Sjóneyka sett á
trupulleikan
Í Danmark hevur danska Heilsu
stýrið seinastu tíðina varpað ljós
á støðuna, tá børn eru avvarðandi
og eru fleiri kanningar innan evnið
gjørdar síðstu árini. Hóast ongin
lóggáva er á økinum enn, so hevur
Heilsustýrið gjørt vegleiðandi
leiðreglur fyri starvsfólk í
sjúkrahúsverkinum at hava í huga,
tá tey tosa við foreldur. Sostatt
verða foreldur spurd um hvussu
børnini hava tað, og um teimum
tørva hjálp.
Fyrstu stigini eru sostatt tikin
til, at fáa fleiri skipað tilboð til
børn, tá tey gerast avvarðandi,
upplýsir Randi Johannesen, men
vísir á, at støðan hjá føroyskum
familjum er nógv øðrvísi enn tann
hjá donskum familjum.
– Tað sum er serligt við tí før
oysku støðuni er, at familjur
oftani verða skildar sundur, tí
foreldur og børn eru í hvør sínum
landi. Í Ráðgevingini royna vit at
seta sjóneyka á børnini og hjálpa
foreldrunum at hjálpa børnunum.
Tað kann gerast við at tosa við
foreldrini, um hvussu tey skipa
seg sum familja og hvat tey mugu
hava í huga, tá tey hava børn í
slíkum umstøðum, greiðir Randi
Johannesen frá.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
– Tað er ikki vist, at tað almenna hjálpir børnum í eini støðu, har eitt foreldur verður
sjúkt, tí tað er ikki vist, at tey avvarðandi yvirhøvur koma í samband við tað almenna,
sigur Randi Johannesen, ið starvast í Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark.
Eru klár at
hjálpa
Morid Jacobsen og Randi
Johannesen úr Ráðgevingini
fyri føroyingar í Danmark,
hava fastar dagar á
Sjúkllingahotellinum
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016