Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 10

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 10 MORTAN ØSTERØ M amman ella pápin í familjuni koma heim av sjúkrahúsunum við teimum boð­ unum, at annar teirra hevur eina álvarsama likamliga sjúku at dragast við. Helst skulu tey sendast til Danmarkar at fáa neyðugu viðgerðina, og møguliga kann ganga rúm tíð, áðrenn tey sleppa aftur til Føroya. Hóast foreldrini hava sjúkuna á egnum kroppi, rakar hon eisini tey avvarðandi meint. Eitt brot kemur í trygga gerandisdagin hjá børnunum. Mamman og pápin broytast, leiklutirnir í húsunum verða lutaðir øðrvísi út, meðan døgurðar kanska verða etnir heima hjá familju og vinfólki heldur enn saman við foreldrunum. Allastaðni har børnini ferðast, eru tey boðberar fyri foreldrini. Siga familju, vinum og tíðindafróðum hvussu støðan hjá mammuni ella pápanum er. Alt í góðari meining. Men eingin spyr børnini, hvussu tey hava tað, nú foreldrini eru sjúk. Sjálvt foreldrini kunnu hava ilt við at tosa greitt við børnini um støðuna, tí tey ynskja at vera sterk fyri børnini og spara teimum pínuna. Men, verða børnini ikki sædd ella hoyrd, tá ið foreldrini gerast álvarsama sjúk, fáa tey heldur ikki høvi at tosa um kensluliga kastivindin, sum tey ferðast í. K anningar vísa, at tað eru serliga tey, sum fara inn í seg sjálvi, og bjálva seg frá umheiminum ella frá at tosa um foreldrini, sum eru í størri vanda fyri at dragast við angist og depressión Í sínum kanningararbeiði, fann Elsa Maria Eliesarsdóttir Poulsen greiðar ábendingar um, at børn og ung at álvarsama sjúkum foreldrum eru í størri vanda fyri at menna sálarlig mein enn onnur børn. Júst hesi børnini verða ikki loftað á nóg góðan hátt, vísir hon á KREPPAN RAKAR EISINI BØRNINI Elsa Maria Eliesarsdóttir Poulsen Børn sum avvarðandi TEMA Tað stendur føroyingum í boði at búgva á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn undir sjúkulegu