hósdagur 29. september 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 112
11
støðuna hjá familjum, sum koma
í slíkar støður, og tískil var eingin
ivi um hvørja útbúgvingarleið
eg skuldi fara, sigur Elsa Maria
Eliesarsdóttir Poulsen, ið skrivaði
kandidatritgerð um júst børn sum
avvarðandi, og nú starvast sum
sosialráðgevi.
Granskingin hjá Elsu Mariu
Eliesarsdóttir Poulsen vísir í
stuttum, at seravbjóðingarnar hjá
føroysku børnunum at álvarsama
sjúkum foreldrum, eru tengdar at
frástøðuni millum Danmark og
Føroyar, og vantandi almennum
tilboðum hesum viðvíkjandi. Sum
er, liggur ábyrgdin á heimligu
familjusambondunum, men tað
eru ikki øll, ið hava eins sterk
netverk – hvørki kensluliga,
peningaliga
ella
yvirhøvur
nóg mikið av familjulimum og
vinum. Privat tilboð, sum »Berin«,
»Krabbameinsfelagið«, »Gigni«, »Tú
og eg ráðgevingin« eru tó at finna
í Føroyum, men einki veruligt
alment tilboð er á stovnum ella
Landssjúkrahúsinum.
Børnini serliga viðbrekin
Yvirskipað rakar tað sjálvandi
allar familjur meint, at teirra kæru
verða rakt av sjúku, men tað eru
serliga børnini, ið eru viðbrekin,
vísir Elsa Maria á.
– Fyrst og fremst vil eg gera
greitt, at øll kunnu uppliva
sjúkulegurnar hjá familjulimum
sum eina kreppu. Tað er einki
aldursmark, sum avger tað –
vaksin, eins væl og børn, verða
merkt av støðuni. Men man kann
siga, at børnini eru framvegis undir
menning og tískil eisini meira
útsett. Børnini eru ikki eins væl
útgjørd at takla ella skilja eina
slíka støðu, men hava tørv á at
verða orienterað um hvat gongur
fyri seg og hvørja støðu tey eru
komin í, og ikki minst, at onkur
tekur hond um tey. Kanningar
vísa eisini greitt, at tað serliga eru
børn og ung, ið eru í vanda fyri at
menna sálarlig mein sum fylgju av
sjúkuleguni hjá foreldrunum, sigur
Elsa Maria.
Hon vísir á, at heimligu umstøð
urnar koma brádliga undir stórt
trýst vegna sjúkuna, og tað førir við
sær, at børnini longu á ungum árum,
merkja stóran longsul og isolatión.
Verður hond ikki tikin um børnini,
bólka tey seg í tveir yvirskipaðar
bólkar – antin verða tey bráðsint ella
fara tey heilt inn í seg sjálvi.
– Kanningar vísa á, at tað eru
serliga tey, sum fara inn í seg sjálvi,
og bjálva seg frá umheiminum ella
frá at tosa um foreldrini, sum eru
í størri vanda fyri at dragast við
angist og depressión. Børn, ið
hava fleiri kensluligar trupulleikar
('internaliserede problemer',
red.) enn atburðar trupulleikar
('eksternaliserede problemer', red.)
eru í størri vanda at fáa sálarligar
trupulleikar. Tey, sum isolera
seg, gera tað helst eisini verri at
leggja merki til sín, og hava verri
fortreytir at verða hoyrd ella fáa
sína kensluligu støðu til umrøðu,
sigur Elsa Maria Eliesarsdóttir
Poulsen.
Byrjar á sjúkrahúsinum
Tá ið familjan kemur á sjúkrahúsið,
antin í Danmark ella í Føroyum,
verður sjálvsagt hond tikin um
bráðfeingistrupulleikan; sjúkuna
hjá foreldrunum. Í nógvum
førum – serliga í Føroyum – eru
starvsfólkini sjálvandi varug við, at
tað eisini kann vera trupult at vera
avvarðandi, men einki starvsfólk
er sett til at taka sær av teimum
burturav.
– Børn á sjúkrahúsunum merkja
sostatt ikki, at tað verður spurt inn
til hvussu tey hava tað. Tey verða
ikki hoyrd, og sleppa ikki at seta
orð á hvussu tey hava tað, sigur
Elsa Maria, og vísir á, at ymiskt er
hvussu gentur og dreingir bera seg
at í heiminum undir sjúkuleguni
hjá foreldrunum.
– Serliga gentur hava lyndi til
at taka ovurstóra ábyrgd á seg í
heiminum, fyri at viðlíkahalda
ein gerandisdag. Tær átaka sær
mammuleiklutin í húskinum at
loysa praktisku uppgávurnar
og veita hinum umsorgan, men
gloyma seg sjálvar. Sostatt verður
sosiala umhvørvi, vinir, skúli og
frítíðarítriv niðurraðfest og tær
loypa nærum ung- ella barndómin
um. Í síðsta enda gongur tað
útyvir trivnaðin hjá teimum, ið
kann skaða vanligu menningina
hjá teimum, og føra við sær angist
og depressión seinni í lívinum,
sigur Elsa Maria, ið tó viðgongur,
at ikki øll børn og ung taka skaða
beinanvegin.
– Summi børn eru sterkari enn
onnur, og betri rustað til eina slíka
støðu, men tað kann raka tey seinni
í lívinum, hóast tey ikki reagera
kraftiga meðan foreldrini eru í
sjúkulegu. Tí er týdningarmikið
at fyribyrgja og seta inn so tíðliga
sum gjørligt, soleiðis, at barnið ella
tann ungi betri kann rúma støðuni.
Tá kundi til dømis ein hjálp verið, at
havt starvsfólk á sjúkrahúsinum,
ið tóku sær av hesum burturav,
sigur hon.
Frástøðan serliga tung
Elsa Maria vísir á, at í fjarstøðuni
millum Danmark og Føroyar,
liggja aðrar avbjóðingar. Til dømis
hongur spurningurin hvørt børnini
skulu við foreldrunum niður, ella
verða verandi í Føroyum neyvt
saman við styrkini á heimliga
netverkinum hjá familjuni; hvørji
kunnu vera um børnini, verða
tey verandi í Føroyum? Hvussu
ávirkar tað gerandisdagin hjá
børnunum, at foreldrini í stóran
mun hvørva úr honum?
– Familjurelatiónirnar eru
ótrúliga tættar í Føroyum, og
hava allarhelst altíð verið tað.
Tað er ikki óhugsandi, at summar
sosialar tænastur ikki eru at finna
í Føroyum av tí sama. Man hevur
vant seg við, at tað er nakað, sum
familjan tekur hond um. Tó kunnu
fólk uttan tættar familjurelatiónir
eisini verða rakt av sjúku, og tá er
tað óheppið, at man ikki hevur
eitt alment tilboð, sigur hon, og
vísir á, at tað harafturat verður
enn truplari, tá ið foreldrini fara
uttanlands til viðgerðar,
– Eitt er, at foreldrini skulu
viðgerast fyri eina álvarsama
sjúku, og tað kann gerast torført
fyri avvarðandi at seta seg í teirra
støðu. Annað er, tá ið børn og
familja skiljast og frástøðan gerst
stór – tá verður ótrúliga trupult
at fyrihalda seg til hvønn annan,
at tað tyngir gerandisdagin enn
meira, sigur Elsa Maria, og vísir
á, at samskifti millum børnini og
foreldrini verður heldur ikki betur
ein næstbest, tá ið tað fer fram um
netið.
– Hóast samskiftismøguleikar
nir eru nógv batnaðir við inter
netinum, er tann fysiska fráveran
millum børnini og foreldrini
ógvuliga keðilig. Foreldrini fara
oftani at ansa sær nakað nógv, tá
tosað verður um telduskíggjan.
Verða børnini kedd, hava for
eldrini ikki møguleika at ugga
tey við einum klemmi, ella øvut.
Vandin er tá, at børn og foreldur
tabuleggja sjúkuleguna, tí truplu
evnini kunnu elva til kenslubornar
reaktiónir. Tí hevði verið framúr,
um bæði børnini og foreldrini
kanska kundu fingið eitt slag av
vegleiðing í samskiftinum, heldur
Elsa Maria.
Neyðugt við ábótum
Til tess at koma frástøðuni til lívs,
kunnu børnini kunnu koma við
foreldrunum til Danmarkar og
fáa dagstovna- ella skúlatilboð.
Er tað ikki gjørligt, ber sjálvandi
til at ferðast londini ímillum. Tó
er hvørgin av loysnunum uttan
avbjóðingar.
– Tað eru ikki teir stóru møgu
leikarnir fyri studningi. Serliga ikki,
tá talan er um longri sjúkralegu,
og børnini skulu til Danmarkar
fleiri ferðir um ári. So verður
ógvuliga dýrt at rinda uppihald
og ferðaseðlar, sigur Elsa Maria,
og leggur afturat,
– Koma børnini til Danmarkar
í longri tíðarskeið, stendur
teimum í boði at verða skrivað
inn í barnagarðar ella skúlar, men
tá kann lutfalsliga fremmanda
málið og mentanin í Danmark
gerast ein stórur gloypibiti at
rúma afturat sjúkraleguni hjá
foreldrunum. Somuleiðis kann
tað kennast ógvusligt fyri børnini
at vera í einum umhvørvi, sum
er so nógv merkt av sjúku. Tó
skal sigast, at familjur búgva væl
á Sjúklingahotellinum, og hava
sjúkrasystrar runt um seg, men
tað eru nógv av teimum praktisku
avbjóðingunum, sum kunnu
tykjast eru kollveltandi í slíkum
støðum. Tá kann man sakna, at
børnini fáa stuðul frá fakfólki,
sigur Elsa Maria.
– Netverkið er fantastiskt, tá
ið man hevur tað. Men tað kann
vera, at har er ov nógv sympati
frá familjuni, ið tegir trupulleikan
burtur, og sostatt kunnu børnini
ikki fyrilitaleyst tosa við familjuna
um sína støðu. Fakfólk høvdu
kanska verið betri ílatin og óheft,
soleiðis at børnini ótarnað sleppa
til orðanna hjá teimum, uttan at
verða bangin um at siga ov nógv
ella tað skeiva. Tað týdningarmesta
er, at vit fáa fáa tryggari karmar
til børn og ung hesum viðvíkjandi,
sigur Elsa Maria Eliesarsdóttir
Poulsen at enda.
Elsa Maria Eliesarsdóttir Poulsen skrivaði kandidatritgerð um
føroysk børn sum avvaraðandi at álvarsama sjúkum foreldrum
Hóast samskiftismøguleikarnir eru nógv
batnaðir við internetinum, er tann fysiska
fráveran millum børnini og foreldrini
ógvuliga keðilig.
Foreldrini fara oftani at
ansa sær nakað nógv, tá
tosað verður um telduskÍggjan.
Verða børnini kedd, hava foreldrini
ikki møguleika at ugga tey við
einum klemmi, ella øvut