Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 12 Børn sum avvarðandi TEMA LOFTA NÓGVUM Jansy Gaardlykke Krabbameinsfelagið bjóðar sjúklingum og avvarðandi samrøðumøguleikar, tá ið familjan verður rakt av krabbameini, og Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari fyri Krabbameinsfelagið, sigur nógv taka av hesum møguleika Samrøðan er munagóð Oddvør Poulsen MORTAN ØSTERØ N ú fáa vit ikki beinleiðis kunning um fólk ella familju, sum verða rakt av krabbameini, og tískil kunnu vit ikki sjálvi røkka teimum. Tagnarskyldur loyva sjálvandi ikki slíkum upplýsingum at vera bornir víðari til okkum. Skulu fólk fáa samband við okkum, mugu tey tískil sjálvi vita um okkum og venda sær til okkara, og tað er ikki altíð, at øll yvirhøvur vit um okkara tilboð, sigur Jansy Gaardlykke. – Hóast vit gera nógv fyri at røkka almennu tilvitskuni við lýsingarherferðum, taka lut í fjøl­ miðlunum, skipa fyri kunnandi tiltøkum og øðrum, eru summi, ið ikki vita um ta hjálpina vit kunnu veita. Tá er vandin, at tey detta niðurímillum, sigur dagligi leiðarin í Krabbameinsfelagnum. Bjóða familjusamrøður Krabbameinsfelagið varð stovnað longu í 1979, og tað eru eisini nógv, sum nýta tænasturnar hjá teimum, tá ið familjan verður rakt av krabbameini. – Tað eru støðugt bólka­sam­ røður, men vit hava ikki bólkar beinleiðis fyri børn í løtuni, tó at vit hava familjusamrøður, har børnini koma við foreldrunum. Oftani verður fyrst tosað við tann sjúkurakta, og vegleiðir hvussu tey kunnu fyrihalda seg til børnini. Síðani saman taka vit hjúnafelagin við inn og so koma tey saman við børnunum at seta orð á hvussu tey hava tað, sigur Jansy. Sambært henni er hetta ein vælvirkandi samrøðuháttur, tí verða einans børnini tikin til samrøðu fyri seg, kemur tað fyri, at børnini bert seta orð á sína støðu í samrøðubólkunum, og ikki tosa um tað í heiminum. – Við familjusamrøðunum, er dialogurin eisini latin upp í heiminum. So stendur familjan sterkari saman um sjúkuna, og tað verður lættari at tosa saman. Børn hava tað við at taka atlit til foreldrini, og eru gjarna ikki tey fyrstu at seta hol á eina samrøðu, vísir Jansy Gaardlykke á. Eftirlýsa umsorgan Ein av aðaltáttunum, sum kemur til sjóndar, tá ið familjurnar eru í sambandi við Krabbameinsfelagið, er at nógv teirra eftirlýsa umsorgan á heilsuøkinum. – Tað tykist sum man verður koyrdur alsamt skjótari ígjøgnum heilsuskipanina, tá ið man verður raktur av sjúku. Hóast starvsfólkini eru vitandi um hvussu tung støðan hjá familjuni er, er uppgávan hjá teimum fyrst og fremst at viðgerða sjúkuna, og tí gleppur tað kanska við atlitum at sosialu trongstøðuni. Starvsfólkini innan heilsuverki eru ovbyrða sum er, og hava tískil neyvan stundir til annað enn sjúkuviðgerð, sigur Jansy. Sambært henni, er tað ikki vist, at ein nýggjur depil ella stovnur, ið tekur sær av sjúkum og avvarðandi burturav, ið er tann besta loysnin. Nógv av teimum sjúkuraktu og avvarðandi harmast nevniliga, at tey skulu fyrihalda seg til so nógv ymisk fakfólk. – Tað, sum øll eftirlýsa, er um­ sorgan og at onkur tekur hond um seg. Tað, at man kennir á sær, at starvsfólkini eru uppmerksom og taka væl í móti sær – og helst, at man hevur eitt fast toymi og tey somu fólkini, ið eru um seg, heldur enn ein nýggjur lækni hvørja ferð. So, kanska ein loysn hevði verið, at starvsfólkini fingu betri stundir til einstaka sjúklingin, og síðani sálarfrøðiliga vegleiðing í hvussu tey á bestan hátt handfara støðuna, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í Krabbameinsfelagnum. MORTAN@SOSIALURIN.FO Jansy Gaardlykke er dagligur leiðari í Krabbameinsfelaganum, sum hevur verið virkið síðani 1979. MORTAN ØSTERØ B erin bjóðar millum annað bólka­samrøður til børn og ung, ið hava mist foreldur ella systkin, og sambært Oddvør Poulsen, dagligum leiðara í Beranum, merkja tey stóran mun á teimum, ið ikki hava fingið hjálp at tosa um sína støðu undir sjúkuleguni hjá foreldrunum, í mun til tey, sum hava. – Nógv teirra, ið mistu eitt for­ eldur til krabbamein, hava oftani verið til samrøður hjá Krabba­ meinsfelagnum. Tá hava tey longu latið upp fyri samskiftinum, og vera betri før fyri at skilja og seta orð á sína søgu – bæði sum einstaklingar og familja, sigur Oddvør. Berin er ein tvørfakligur, landsfelagsskapur og við 13 árum á baki, hevur felagsskapurin upp­ bygt rúma vitan og drúgvar royndir. Mett verður, at á leið 700-800 børn og ung hava luttikið í bólkum gjøg­ num árini. Berin arbeiðir alsamt við at familjurætta arbeiðið og áheitanirnar til felagsskapin hava við tíðini verið í støðugum vøkstri, bæði frá teimum, ið hava mist og frá avvarðandi. – Eisini hava vit rættiliga gott samstarv við heilsufrøðingar, lærarar, pedagogar, sálarfrøðingar og onnur, og fakfólk og feløg sum heild eru dugnalig at vísa til okkara, um onkur hevur mist, sigur Oddvør Poulsen. Neyðugt við fígging Arbeiðið hjá Beranum hevur al­ stóran fyribyrgjandi týdning og kann tað fáa álvarsligar avleiðingar um børnini og familjurnar ikki verða loftaði beinan vegin. Hetta er eisini í tráð við royndir og gransking innan økið, vísir dagligi leiðarin á, sum tó kundi ynskt størri fíggjarliga orku. – Berin er á fíggjarlógini við á leið einum ársverki, men í mun til tørvin, eru fíggjarligu resursirnir als ikki nøktandi. Hvørt bólkaskeið standa børn og ung á bíðilista, sum kann gera til at fleiri detta burtur ímillum. Við einum ársverkið afturat hevði bíðilistin fingist burtur. Harumframt hevði tað givið rásarúm til, at Berin sum landfelagsskapur kundi arbeitt meira úti um landi við kunnandi og uppsøkjandi virksemi, sigur Oddvør, og leggur afturat. – Av royndum frá eitt nú skúlavitjanum og kafékvøldum, vita vit, at fleiri verða vitandi um, at Berin er til og fær tey at taka stig til, at leita sær hjálp – so sum at koma til bólkasamrøðu. Harumframt gera slík tiltøk stóran mun við at økja um forstáilsi fyri støðuni hjá teimum, ið eru í tí djúpt sváru støðu at missa ein av sínum nærmastu – bæði hjá vinum, floksfeløgum og samfelagnum sum heild. Tey fáa eina áminning um, at tey ikki verða gloymd, hóast at rúm tíð er fráliðin, síðan tey mistu, sigur Oddvør Poulsen. Hjá líknandi felagsskapum aðrastaðni, fevnir virksemi eisini um familjur, ið eru raktar av álvarsamari sjúku, men Oddvør metir ikki, at tað kann gerast aktuelt hjá Beranum við verandi fíggjarkørmum. – Fekk Berin møguleikan at víðka um virksemið, var ikki óhugs­ andi, at Berin við teimum royndum vit hava, eisini kundi bjóða bólka­ samrøður til børn og ung at álvar­ sama sjúkum foreldrum ella systkjum, sigur Oddvør Poulsen, dagligur leiðari á Beranum. MORTAN@SOSIALURIN.FO Oddvør Poulsen var bólkaleiðari í Beranum frá byrjan, og gjørdist dagligur leiðari í 2014