hósdagur 29. september 2016síða 13
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 112
13
VIL FINNA
LOYSN
Sirið Stenberg
Landsstýriskvinnan við Heilsumálum, Sirið Stenberg,
kennir til trupulleikan viðvíkjandi vantandi almennari
hjálp til børn at sjúkuraktum foreldrum og systkjum,
og vónar at finna eina loysn komandi árini.
MORTAN ØSTERØ
S
irið Stenberg sigur seg
vera varuga við vant
andi tilboðini til av-
varðandi at álvarsama
sjúkuraktum, men vissar um, at
Menningarætlanin fyri sjúkra
húsverkið hevur nøkur tilmæli, ið
koma at bøta um støðuna.
– Vit hava havt ein fund áður
við Ráðgevingina fyri føroyingar
í Danmark um júst børn sum
avvarðandi, og skulu á fund aftur
í oktober, samstundis sum tað
verður arbeitt við at gera batar,
sigur landsstýriskvinnan.
– Tað er sjálvandi ein styrki, at
vit hava hesar tøttu relatiónirnar
í Føroyum, men tað er ikki altíð
eitt nøktandi trygdarnet, og júst
her eru meskarnar kanska ov
stórar, soleiðis, at fólk detta niður
ímillum. Í øgiliga nógvum førum,
eru tey nærmastu tann frægasta
og besta loysnin, men onkuntíð er
tey sjálvi hart rakt, og tískil er gott
við skipaðum mannagongdum at
lofta teimum. Harafturat verður
rættartrygdin hjá borgaranum
betri, eru tað fakfólk við tagnar
skyldu, sum taka sær av viðkvæmu
upplýsingunum frá eitt nú børn
um, sigur Sirið Stenberg.
Fara familjurnar til Danmarkar
vegna sjúkulegu, eru eisini ávísar
skipanir, sum partvíst taka fíggj
arliga um endan. Í Heilsu og inn-
lendismálaráðnum er eitt arbeiði
sett í gongd fyri at eftirmeta áset
ingina fyri fylgjarar, tá ið hesi eru
børn.
– Tá ið tað kemur til flog
ferðaseðlar, kunnu tey søkja eftir
forsorgarlógini og harafturat er
eisini møguleiki fyri endurgjaldi
til hjúnafelagan fyri inntøkumiss,
sigur landsstýriskvinnan við
heilsumálum, sum tó ásannar,
at tilboðini til børn at álvarsama
sjúkum foreldrum kundu verið
betri.
– Vit hava almennar tænastur,
sum eitt nú Gigni, ið stendur øllum
børnum í boði. Her roynir man at
fylgja upp við børnum, sum dragast
við ymiskar trupulleikar. Tað
arbeiði kundu vit styrkt. Somuleiðis
eru skúlar, dagstovnar og starvsfólk
í sjúkrahúsverkinum dugnalig at
lofta børnunum, sigur hon.
– Á Sjúklingahotellinum og í
Uttanlandstænastuni á Lands
sjúkrahúsinum verður eisini
eitt stórt arbeiði gjørt. Millum
annað verður altíð miðað móti
at familjurnar fáa eina íbúð ella
hølisumstøður at búleikast undir
meðan familjan er uttanlands í
viðgerð. Hetta hevur høga rað-
festing, tí familjurnar hava tørv
á at kunna virka sum familja,
hóast umstøðurnar eru sum
tær eru. Somuleiðis verða børn
í ávísum førum knýtt at dag-
stovnum, frítíðartilboðum og
undirvísingarverkinum. Eisini
vera trivnaðartilboð fyriskipaði
sum til dømis túrar í Tivoli. Og
børn undir 12 ár búgva ókeypis
á Sjúklingahotellinum í Keyp
mannahavn, legur landsstýris
kvinnan afturat.
Loysnir ávegis
Einaferð vóru sosialráðgevar
fastsettir í Landssjúkrahúsinum
at taka sær av avvarðandi, men
tað datt niðurfyri. Sambært Sirið
Stenberg kunnu onnur alternativ
til ta gomlu skipanina finnast.
– Vit kunnu hyggja eftir at
fáa eina skipa í lag í samstarvi
við Almannaverki um, at sosial
ráðgevar frá Almannaverkinum
verða knýttir at sjúkrahúsinum,
soleiðis at børnini verða loftað
og familjan kann fáa ráðgeving í
sosialum viðurskiftum, sigur hon.
Tó er longu eitt tilmæli í
Menningarætlanini fyri sjúkra
húsverkið um at hjálpa kreppu
raktum, og sambært Sirið Stenberg,
eru gróðrarlíkindini góð fyri, at tað
verður veruleiki.
– Ætlanin er at seta á stovn eina
sálarfrøðiliga eind, ið kann hjálpa
kreppuraktum. Í løtuni samráðast
vit um hvørji av tilmælunum úr
menningarætlanini skulu setast í
verk beinanvegin, men tað tykist
vera semja um, at ein sálarfrøðilig
eind er neyðug. Hvørt tað verður
komandi ár ella árið eftir, dugi eg
ikki at siga fyrr enn vit hava funnið
endaligu semjurnar.
Hon vísir á, at tá havt verður
í huga hvussu væl tyngri trupul
leikarnir kunnu gerast, tá ið for
eldur og børn skiljast vegna sjúku
viðgerð í Danmark, er tað eisini eitt
mál í sær sjálvum, at vit í Føroyum
fáa bjóðað alsamt fleiri viðgerðir í
Føroyum.
– Fáa vit fleiri viðgerðarmøgu
leikar til Føroyar, minimera vit
somuleiðis trupulleikarnar, ið eru
beinleiðis knýttir at frástøðuni
millum avvarðandi og sjúk,
umframt, at kostnaðirnir, sum
eru tengdir at ferðing og uppihaldi,
verða minni ella burtur fyri familj
una. Á tann hátt kann man upp á
longri sikt basa nøkrum av prakt
isku trupulleikunum, sigur Sirið
Stenberg, landsstýriskvinna við
heilsumálum.
MORTAN@SOSIALURIN.FO
MORTAN ØSTERØ
– Børn sum avvarðandi at sjúk
um, er primert eitt mál fyri
Heilsuverki, men vit royna at
draga allar myndugleikarnar
inn, soleiðis at tað vit fáa eitt
meira samskipa tilboð. Við
tíðini kemur vónandi meira
synergi í millum heilsuverki,
skúlan og Almannaverki,
soleiðis, at samstarvið millum
geirarnar verður smidligari, og
børnini hava eitt samlað tilboð,
sigur Eyðgunn Samuelsen.
Kostnaðarligu avbjóðing
arnar kunnu eisini gerast
stórar fyri familjur við lang
tíðarsjúkulegu uttanlands, um
børnini skulu ferðast í millum
fleiri ferðir. Til tess at søkja
um ískoyti til ferðaseðlarnar,
er neyðugt at søkja eftir for
sorgar-lógini, ið kann vera
trupult hjá familjum, sum ikki
standa á berum, men heldur
ikki eru peningasterk.
– Ja. Tá ið søkt verður eft
ir forsorgarlógini, skal man
helst einki eiga á bók, til tess
at fáa hjálp, umframt, at allir
aðrir
stuðulsmøguleikar
skulu vera troyttir. Hetta er
ein trupulleiki, ið eg ætli mær
at taka upp, og vita hvørt
tað ber til at gera lagaligari
treytir, soleiðis, at børn kunnu
fáa endurgjald fyri ferðing,
sigur landsstýriskvinnan
við almannamálum, sum
tó ikki kann seta ítøkiligar
tíðarfreistir
fyri
nær
broytingar verða framdar.
Eyðgunn Samuelsen vísir
tó á, at longu í vár eru ætlanir
um at gera eina tænastulóg
fyri allar tænasturnar undir
Almannaverkinum, soleiðis, at
tær í størri mun seta tørvin hjá
teimum einstøku í miðdepilin.
Har kundi saktans komið
upp á tal, at knýta starvsfólk
úr Almannaverkinum meira
beinleiðis at Landssjúkrahús
inum, soleiðis, at børnini ikki
eins lætt detta niðurímillum.
– Eg haldi avgjørt, at tað
kundi verið ein gongd leið,
og tað hevur verið umrøtt
millum Almannamálaráðið og
Heilsu- og innlendismálaráðið
fyrr. Fær man eina tílíka ráð
gevingina upp at koyra á
Landsjúkrahúsinum, hevði tað
vónandi verður ein góður bati
til familjur og avvarðandi, sum
annars er í vanda fyri at detta
niðurímillum, sigur Eyðgunn
Samuelsen, landsstýriskvinna
við Almannamálum.
MORTAN@SOSIALURIN.FO
Skal sam
skipast betur
Koma familjur í eina trongstøðu
vegna sjúku, eru oftani fleiri
stovnar sum varða av tilboðunum,
ella eru fleiri lóggávur galdandi á
økinum. Tað er nakað, sum Eyðgunn
Samuelsen, landsstýriskvinna
við almannamálum, ætlar
samskipa betur
Ein tænastulóg í vár
skal gera tilboðini undir
Almannaverkinum meira rættað
móti tørvunum hjá teim einstaku
Landsstýriskvinnan vil kanna
møguleikarnar fyri at knýta
starvsfólk at Landssjúkrahúsinum,
ið millum annað skulu taka
hond um avvarðandi