Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 16 Matgerð TJÓÐHILD PATURSSON Um dansandi grafikarar Eg síggi fyri mær at grafikarin í miðlahúsinum dansar gleðisdans, nú greinin hjá mær fyri fyrstu ferð er komin áðrenn deadline - eg veit ikki hvussu ofta eg havi skrivað handan setningin og verið noydd til at taka hann burtur aftur. Tí hóast mínar ætlanir um at vera í góðari tíð, so endar tað altíð við at greinin ikki er heilt liðug fyrr enn hósmorgun heldur enn týsmorgun sum ætlað. Góði grafikari dansa. Dansa! Dansa alt tað tú ert ment, tí hetta er kanska einasta høvið ið verður. Eg lovi at royna at blíva við at lata inn til tíð­ina, men nú eg havi eitt ára jubileum sum matskribentur á Viku­skiftissosialinum, so kenni eg meg sjálva betur enn fyri einum ári síðani - altíð ov sein. Altíð, altíð ov sein, men altíð altíð við eini góðari um­bering - lívið! Ja, tað er sjálvd­ an soleiðis sum vit upprunaliga ætl­að. Um at eta nokk Nú septembur er komin at enda, og mín mánaði sum vegani er við at vera av, so havi eg mist fleiri kilo enn hvat er sømiligt - jú, meira enn eitt kilo um vikuna er fari av mínum kroppi. Nú er 7.5% minni Tjóðhild enn tað var fyri einum lítlum mánaða síðani - eg eri ikki hagfrøðingur fyri einki, rokni prosentir hvørja ferð høvið býðst. Hvar munnu hasi 7.5% av Tjóðhild vera farin? Jú, eg havi havt eyka orku hesar 4 vikurnar sum vegani, men kanska havi eg brent ov nógv krút av… bleytu lørini blivu til hagfrøðifyrilestrar á setrinum, helvtin av bróstunum báðum blivu brend av til filmsupptøkur til staklagið ‘Einaferð var tað eg…’ (tað er stævið at vera leið­ning­a­ haldari!) og orkan frá feittinum yvir­ørmunum er nokk tað ið kynd­ ir upp undir at eg klári at vera so tíðliga ávegis við hesi greinini. Men soleiðis kann eg ikki blíva við. Haldi eg fram á somuleið, so eri eg púra burtur um eitt ár… Eg havi nokk etið ov lítið, nei, ikki ov lítið - eg havi verið ógvuliga mett seinastu 4 vikurnar. Men tað eg havi etið hevur ikki fylt nóg nógv. Tað er skjótt at tapa seg av veg­ ansk­um mati - sum kann vera gott, til eitt vist. Men bara til eitt vist. Tí er snilt at hava nakrar feitar lekk­ rar fyllandi rættir at sleingja út úr ermuni. - Lær teg at siga ostur og veg­anskum! Ostur á veganskum Nakað av tí sum flestu veganarar sakna er ostur. Sjálv havi eg ógvuliga torført at ímynda mær eitt lív uttan parmesanost av og á - og ein flýs av góðum geitaosti er heldur ikki at forsmáa! Men so lærdi eg at siga ‘ostur’ á veganskum, og heimurin var vendur á høvd­ ið! Ja, lær teg at siga ‘ostur’ á veg­anskum, tað fert tú ikki at angra! Royn nú einaferð: NOOCH, NOOCH. Tað var ikki so torført, ha? Nooch, ella rættari ‘nutrition­al yeast’, eru óaktivar gerflykrur. Tær verða oftar nýttar í veganskum mati, tá ið ein ostakendur smakkur er ynskiligur. Nooch fæst í Keyp­ sam­tøkuni í miðbýnum - og møgu­ liga aðrastaðni. Sjálv dámar mær tó best svenska merkið B-Jast, og plagi at bíleggja á netinum av og á. Nooch brúki eg bæði í vegansk­ar rættir og í ikki veganskar. Tað gev­ ur ein sovorðnan tryggan deiligan smakk. Ostasós 4 hvítleyksfet 1 blomkál 1 L av mandlumjólk 100 gram av anakardiunøt og pinjukjarnum (eg brúkti á leið 70 gr av cashew og 30 gr av pinjukjarnum) 4 spsk av sitrónsaft 2 spsk av NOOCH (hetta er ikki neyðug, sinoppur kann í ein mun brúkast ístaðin - á leið 1 spsk) 1 tsk av salti Set anakardiunøtir og pinju­ kjarnir á blot í eitt sindur av mandlu­mjólk. Flys og hakka hvít­leykin. Hita hvítleykin eina løtu í eini grýtu við olju. Hakka ímeðan blomkálið og koyr eisisni tað í grýtuna - stoyt nú restina av mandlumjólkini útyvir. Lat blomkálið kóka í mandlumjólkini í á leið 10 minuttir. Blenda anakardiunøtir og pinjukjarnir saman við mandlu­ mjólkini tær lógu á blot í. Lat nú sitrón, salt, NOOCH og blomkál og mandlumjólk í blendaran eisini. Blenda væl og leingi. Nú er veganska ostasósin lið­ ug. Ok, vænta ikki at hon smakk­ ar júst sum ein ostasós! Eg eri ikki von við at gera ostasós, og veit ikki hvusus slíkar eiga at smakka. Í øllum førum hóskar hendan seg væl til at brúka til rættir tú vanliga hevði nýtt osta ella mjólkasós - t.d. lassagnu. Ostadrúss Hetta plagi eg av og á at brúka ístaðin fyri parmesan. Hetta drýssi hósk­ar seg sera væl omaná pitsa - eftir at hon er bakað - ella út yvir pasta/grønmeti/lassagnu. Tað held­ur sær væl í eini lufttætt­ari krukku - smakkar av osti, soppum og nøtum - alt í senn. 100 gram av anakardiunøtir 50 gram av pinjukjarum 1 spsk av NOOCH 0.5 tsk av salti Rista anakardiunøtir og pinju­ kjarnir á eini turrari pannu. Lat kólna. Blenda saman í eini hvirlu. Goym í lufttørrum ílati. Um dansandi grafikarar, og um at eta nokk... OSTUR Á VEG Ostadrússið goymist væl í eini krukku við loki