hósdagur 29. september 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 112
17
MYNDIR: TJÓÐHILD PATURSSON
INNBJÓÐ ING til
SEPTEMBUR VIÐ SAMKENSLU
Mín innari veganari vaknar, nú fólkini
handan facebooksíðuna »Veganararnir og
verðin« bjóða fólki at royna veganska lívstílin í
ein mánaða – »Septembur við Samkenslu – eg føli
við!«
• Følir tú eisini við? Ja, so er bara at koma í gongd.
Ongan fisk, einki kjøt, ongan fugl, onga mjólk,
einki egg, nei einki anlimalskt í ein mánað. Ljóðar
tað farligt og keðiligt? Hoyr so her: Eina rúgvu
av grønmeti í øllum ælaboðans litum. Søtar
fruktir, og súrar fruktir. Nøtir. Pasta. Breyð.
Linsur. Bønir. Rís. Tortillas. Nøtusmør.
Smoothies og Djús. Og so enn meira
grønmeti! Mhh… !
HVAT ER EIN VEGANARI?
Veganisma er meira ein lívsstílur
ella ein lívsáskoðan, enn tað er ein
máti at eta. Veganarar velja at liva lívið
við minnst møguligari ávirkan á djóralív. Ein
veganari etur vanliga ikki mat sum kemur frá
djórum. Ein veganari gongur vanliga ikki í klæðum
sum eru frá djórum - leður, ull, silki o.s.fr. Í øllum
síðum av lívinum roynir veganarin at gera minnst
møguligan skaða á aðrar livandi verur á jørðini.
Tankin er at tað skal vera pláss fyri okkum øllum,
og at vit menniskju ikki eiga at síggja onnur djór
sum okkara resursu, men heldur at djórini eiga
sítt egna lív. Hetta er mín egna lýsing, onnur
høvdu møgliga lýst veganismu øðrvísi.
Googla - so verður tú klókari ;)
GANSKUM
Septembur
við Samkenslu
Vika 4