Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 20 FORSETAVALIÐ HALLUR AV RANA U m onkur føroyingar lá svøvnleysur týs­ náttina, og valdi at stytta sær um tíðina við at hyggja inn á Facebook, so hevur viðkomandi helst sæð nakað óvanligt har. Tí meðan flestu føroyingar lógu í djúpum svøvni, var tað fólkatóma al­ menna rúmið, ið sosiali miðil­in vanliga er náttina til ein ger­ andisdag, á tremur við dag- føringum og meiningum frá før­ oyingum úr øllum landinum. Tað var tó hvørki fótbóltur ella NFL, ið helt ein hóp av føroyingum uppi, men í staðin amerikanskur politikkur. At tey sótu frammanfyri sjónvarps- og telduskermum, heldur enn undir dýnuni, var kanska ikki so løgið, tí hinumegin Atlantshavið sótu 84 milliónir amerikanarar og hugdu eftir tí sama – nevni­ liga fyrsta sjónvarpaða kjakið millum Hillary Clinton, demo- kratiska forsetavalevnið, og Donald Trump, republikanska for­setavalevnið. Aldrin áður hevur so nógv verið gjørt burturúr einum kjaki millum tvey forsetavalevnir, áðrenn tað yvirhøvur er byrjað. Fleiri tímar áðrenn kjakið byrjaði kallaði CNN tað fyri: »tí mest spennandi løtuna í ameri­ kanskum politikki í nýggjari tíð«, og mettu: »at tað kann gerast størsta politiska framførslu á jørðini.« Áhugin fyri at síggja tey bæði valevnini kjakast var eisini risastórur, og sló tað gamla metið fyri eitt sjónvarpskjak, ið var kjakið millum Jimmy Carter og Ronald Reagen í 1980, við umleið 4 milliónum hyggjarum. Til samanlíkningar kann nevnast, at tá Barack Obama og Mitt Romney hittust til fyrsta kjakið í 2012, hugdu einans 67 milliónir amerikanarar eftir tí. Høgar vónir Tað sigur seg nærum sjálvt, at tá vónirnar eru so stórar til eina einstaka sending, so er tað torført hjá valevnunum at liva upp til tær. Kjakið gjørdist heldur aldrin serliga minniligt, og hóast har vóru nógv hørð álop, so var eing­in einstøk løta, ið fer at liva í minninum hjá amerikanska fólk­ inum, tá forsetavalið er avgreitt. Um man hugdi eftir kjakinum fyri at læra nakað nýtt, so var tað nógv annað, ið man heldur kundi brúkt tveir tímar uppá, tí hóast tey bæði valevnini gjørdu sítt til at sannføra veljararnar, so var lítið nýtt undir sólini. Í staðin varð talan um somu gomlu søgur og atfinningar, ið høvdu til endamál at skaða umdømi hjá mótpartinum. Talan var tó um eitt hart kjak, har serliga Hillary Clinton megnaði at raka Donald Trump við nøkrum hørðum retoriskum sløgum, tó at talan aldrin gjørdist um eitt knock-out. Í krovið á Trump Lítil ivi er tó um, at Hillary Clinton var greiði vinnarin týsnáttina við einum boðskapi, har hon royndi at tekkjast vanliga borgaranum við at vísa seg sjálva sum ein familjupersón. Longu í fyrsta umfari nevndi hon føðingardagin hjá ommubarninum og seinni í kjakinum brúkti hon eisini høvi at nevna pápan. Samstundis sum Hillary Clin­ ton royndi at skapa eina positiva og bleyta mynd av sær sjálvari, so legðist hon eftir Donald Trump og royndi at avdúka hann sum ein kaldan ríkmann, ið lítið legði í lagnurnar hjá øðrum, rindar ikki skatt og snýtti fyri eitt gott orð. Tað var eisini júst við eini samanblanding av hesum báð­ um evnum, at besta álopið hjá Hillary Clinton kom, tá hon nevndi sín pápa og hvussu hann hevði arbeitt hart fyri at byrja sítt egna virksemi. At enda í søguni gleddist hon um, at hann ikki var ein av nógvum smáum handilsmonnum, ið var endaður í klørnum hjá Doanld Trump. Ein maður, ið sambært henni, hevur fingið alt givið frá pápa sínum, og hevur bygt sítt ríkidømi á at útnytta aðrar, smærri handilsmenn. Talan er um ein strategi, ið er prógvaður at virka. Tí tað er ikki sørt, at uppleggið hjá Hillary Clinton minnir um uppleggið, ið Barack Obama brúkti til seinna kjakið móti Mitt Romney fyri fýra árum síðan, tá tað eydnaðist honum at útstilla republikanska valevnið sum ein kaldan ríkmann, ið ikki rindaði skatt. Fór beint í felluna Nógv hevur verið gjørt burturúr, at Donald Trump valdi ikki at fyrireika seg nakað serligt til fyrsta kjakið millum valevnini. Republikanska forsetavalevnið virkaði eisini serstakliga illa fyrireikaður, men tað er eingin umbering fyri, at hann gekk beint í felluna hjá Hillary Clinton. Hvørja ferð Hillary Clinton sáddi iva um førleikarnar hjá Donald Trump sum handils­ mann, um hann rindaði skatt ella Aldrin áður hava so nógvir amerikanarar hugt eftir einum kjaki millum tvey forsetavalevnir, men spurningur er tó, um tað ger nakran mun TÁ POLITIKKUR VERÐUR UNDIRHALD