hósdagur 29. september 2016síða 21
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 112
21
ymiskt hann hevur sagt, brúkti
Donald Trump meginpartin av
sína tíð at verja seg sjálvan og
reypa um hvussu góður hand
ilsmaður hann er.
So meðan Hillary Clinton
nevndi nærum øll tey keðiligu
tingini, ið kunnu sigast um
Donald Trump, so var Donald
Trump so upptikin av sínum
egna umdømi, at spurningarnir
um fleiri av teimum ivasomu
viðurskiftunum viðvíkjandi
Hillary Clinton aldrin vórðu
nevndir.
Kærkomin Clinton sigur
Sigurin hjá Hillary Clinton á
Donald Trump var kærkomin fyri
demokratiska valevnið. Hóast
framgongdin hjá Donald Trump í
veljarakanningum fyri alt landið
er steðga, og Hillary Clinton nú
tykist at hava eina støðuga leiðslu
á millum tvey og trý prosent,
so vóru veljarakanningarnar
áðrenn kjakið í fleiri av teimum
týdningarmiklu statunum ikki
eins hugaligur lesnaður hjá
Hillary Clinton. Tí sjálvt meðan
Donald Trump hevur minkað
um munin í veljarakanningum
fyri alt landið, so hevur Hillary
Clinton megnað at hildið fast um
eina rímiliga stóra leiðslu innan
valumboðum. Tann leiðslan er tó
minkað nógv síðstu vikurnar.
31. august metti Real Clear
Poltics, at Hillary Clinton
hevði 58 fleiri valumboð enn
Donald Trump. Men eftir at
republikanska valevnið hevur
klára seg væl í fleiri lokalum
veljarakanningum, meta fólkini
handan Real Clear Politics, at
tað er so javnt í Pennsylvania,
ið hevur 20 valumboð, Virginia,
13 valumboð, New Hampshire,
4 valumboð, Michigan, 16
valumboð, Colorado, 9 valumboð,
Maine, 2 valumboð og Minnesota,
10 valumboð, at teir statirnir og
teirra umboð ikki longur við
vissu kunnu metast at velja
Hillary Clinton.
Harumframt verður nú mett,
at Donald Trump helst vinnur
Missouri, 10 valumboð og Maine
CD 2, 1 valumboð, og er munurin
millum tey bæði valevnini harvið
minkaður til einans 24 valumboð.
Støðan gjørdist ikki betri fyri
Hillary Clinton, tá heimasíðan
FiveThirthyEight, ið valser
frøðingurin Nate Silver rekur,
mánakvøldið dagførdi sann
líkindini fyri hvør fór at vinna
valið. Nýggjast dagføringini
metti FiveThirthyEight, at
sannlíkindini fyri at Hillary
Clinton vann vóru 54 prosent
og Donald Trump 46 prosent. So
tætt hevur tað ikki verið millum
valevnini í longri tíð.
Tí var kjakið týsnáttina ein
kærkomin sigur hjá Hillary
Clinton og hennara fólki, ið nú
vóna, at sterka framførslan fer
at síggjast aftur í teimum næstu
veljarakanningunum.
Ivasamt um tað ger mun
Hóast metstóru hyggjarafjøldina
og greiða sigurin til Hillary
Clinton, so er tað ivasamt um
hvussu stóran týdning eitt slíkt
kjak hevur.
Julia Azari, dosentur í
stjórnmálafrøði á Marquette
University og rithøvundur á
FiveThirthyEight, setti áðrenn
kjakið byrjaði spursmálstekn
við, um kjakið yvirhøvur flytur
nakrar atkvøður.
Hóast verturin setir viðkom
andi spurningar og roynir at fáa
svar upp á politiskar ósemjur
millum valevnini, so eru kjakini
í høvuðsheitum ein møguleika
hjá valevnum at virka vitandi
og álítandi, sambært Julia Azari.
Tað handlar nevniliga um
framførsluna, heldur enn
politikk, sigur Julia Azari, ið
vísir á gransking, ið staðfestir, at
um fólk veruliga vilja vita hvat
munurin er á politiska hugsanini
hjá tveimum valevnum, so finna
tey útav tí vit at hyggja eftir
flokspolitikkinum.
Tvey kjak aftrat
Hvørs talan er um reint undirhald
ella um kjak, ið veruliga flyta
veljarar, fara veljarakanningar
helst at vísa næstu dagarnar.
Tær
kanningarnar,
ið
eru
almannakunng jørdar
higartil vísa, at rákið er við
Hillary Clinton, og útlitini hjá
FiveThirthyEight fyri at Hillary
Clinton vinnur valið eru nú
broytt frá 54 prosent til 57,5
prosent.
Harvið kann Hillary Clinton
við góðum treysti gera seg kláran
til endaspurtin, nú 39 dagar
eru eftir av valstríðnum. Tær
næstu vikurnar fara valevnini
at ferðast kring landið, heilsa
uppá hundraðtals av fólkum,
halda røður fyri túsundtals av
viðhaldsfólkum og vitja støð, ið
tey neyvan minnast aftur um
eitt ár.
Men eftir stóra áhugan
fyri fyrsta kjakinum millum
valevnini, er spenningur longu
um næsta kjakið, ið verður 9.
oktober. Triðja og síðsta kjakið
millum valevnini verður 19.
oktober, meðan kjakið millum
varaforsetavalevnini er sett á
skrá til 4. oktober.