Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 22 KOMMUNALPOLITIKKUR ÁRNI GREGERSEN Tað kostar sjálvandi nógv at reka eina kommunu, sum strekkir seg úr Æðuvík til Funnings og Elduvíkar. Runavíkar kommuna er 3. størsta kommuna í landinum eft­ir Tórs­havn og Klaksvík og hon er í fólkatalið líka stór sum Fugla­fjarð­ ar og Eysturkommuna til­sam­ans. Kommunan liggur í stóran mun kring Skálafjørðin, men fýra bygd­ ir liggja eisini kring Funningsfjørð­ in. Harafturat eru tað bygdirnar Lamba, Rituvík og Æðuvík, sum liggja á eystursíðuni á Eysturoynni, men eisini hoyra til Runavíkar komm­unu. Kommunan er eitt kraftsent­ur í Eyst­uroynni við stórum virk­semi. Fíggjarætlanin javnvigar við millum 170 og 180 milljónum krón­ um. Í løtuni byggir Bakkafrost Før­ oya størstu verksmiðju á Glyvrum, men harumframt er sleipistøð og dokk á Skála og útgerðarhavnin í Runavík við flakavirkinum hjá Faroe Origin. Runavíkar kommuna er ein av teimum kommunum í Føroyum, sum so at siga als onki alment virksemi hevur – burtursæð frá tí sum kommunan sjálv hevur. Ongir lærustovnar hægri enn fólkaskúlin er í kommununi og helst tí er samansetingin av íbúgv­ unum eitt sindur øðrvísi enn í Klaks­vík og í Tórshavn. Kanningin, sum var gjørd undir heitinum Manntal í 2011 vísir, at í Eysturoynni, Norðoyggjum, Vágum og Norðstreymi er tað so­ leiðis, at 38-39 prosent hava bert gingið í fólkaskúlanum og kanska tikið okkurt skeið. Sama tal av íbúgv­unum hava miðnáms- og yrk­is­útbúgvingar, 20 prosent hava miðalhøgar útbúgvingar og tvey til trý prosent hava hægri út­búgv­ ingar. Manntal vísti, at hægstu útbúgv­ ingarnar eru í Suðurstreymoy og tær lægstu í Suðuroy og í Sandoy. Menning Sum nevnt omanfyri, so er komm­ unan stór og strekkir seg langt. Serliga tær fýra bygdirnar norð­an­ fyri í Eysturoynni: Elduvik, Oynd­ arfjørður, Funningur og Funn­ ings­fjørður er fjart frá sentrala part­inum av kommununi. Ein kann undrast á, hví hesar ÁRNI GREGERSEN Hann telist millum harðmæl­tastu kjakararnar í almenna rúminum, borgarstjórin í Runavík, Torbjørn Jacobsen. Helst kundi tað ikki lesast í stjørnunum fyri árum síðani, at skiparin av Glyvrum skuldi gerast borgarstjóri í 3.størstu kommununi í Føroyum. Ikki tí hann ikki er politiskt áhugaður, men tí hann byrjaði við av álvara at leggja seg útí lands­ politikk, sum bæði tingmaður í Løgtinginum og í Fólkatinginum og sum landsstýrismaður. Men hann vildi eisini blanda seg í tað, sum hendir í nærumhørvi­ num og brádliga ein dag stóð tað honum í boði at gerast borgarstjóri. Táverandi borgarstjórin, sum hevði sitið alt seinasta skeið, Magnus Rasmussen, valdi at stilla uppo til Løgtingið. Hann var valdur og so yvirtók Torbjørn Jacobsen, borgarstjórasessin. - Eg haldi, at ein kommuna í veruleikanum er ein solidariskur felagsskapur, sum skal skapa karmarnar í kommununi. Karmar, sum gera, at tilber hjá fólki at at arbeiða og trívast, samstundis sum tey kunnu skapa eitt vinnulív, sigur borgarstjórin í Runavík. Stórar íløgur Runavíkar kommuna hevur gjørt stórar íløgur tey seinnu árini. Íløgur, sum ikki allar síggjast so væl, men sum mugu gerast. Tvær risastórar íløgur eru gjørdar. Fyrst og fremst í eina vatn­ leiðing tvørtur um Skála­fjørðin, sum skal tryggja at bygdirnar Rituvík og Æðuvík og vinnulívið í Runavík fáa nóg mikið av vatni, eisini um summarið, tá ið turkur er. - Vit liggja í einum láglendi, so okkum tørvar vatn aðrastaðni frá. Hendan íløgan, sum nú hevur tryggjað okkum vatn, kostar tilsamans einar 40 milljónir krón­ ur, sigur Torbjørn Jacobsen. Eisini umbyggingin og til­ byggingin av ítróttarhøllini hevur kostað á leið 40 milljónir krónur, eins og tríggjar milljónir eru brúktar at dagføra høllina á Skála. - Vit eru ikki størri kommuna enn so, enn at vit megna ikki at gera meira enn eina so stóra íløgu ísenn, so vit noyðast at raðfesta, sigur borgarstjórin. Ein onnur risastór íløga er grundøkið undir nýggja virkinum hjá Bakkafrost á Glyvrum. Hetta kostar kommununi einar 20 milljónir krónur. - Tað hevur altíð verið soleiðis, at kommunan vil eiga lendi fram við fjørðinum, men aftur fyri gera við grundøkir til vinnuna, sum vinnan so kann brúka. Hetta er eisini støðan á Glyvrum, sigur Tor­ bjørn Jacobsen. Hann ivast ikki í, at stóra nýggja verk­smiðjan á Bakka fer at gagna kommununi uppá allar mátar. Nýggj havn Næsta stóra takið, sum kommunan tekur, er at gera havnalagið størri. Talan er um at gera ein bryggjukant uppá tilsamans 220 metrar, har dýpið allastaðni verður 12 metrar. Átta milljónir eru avsettar á fíggjarætlanini í ár til hetta enda­ mál, men stóri parturin av arb­ eiðnum verður gjørt í 2017 og 2018. Ætlanin er eisini at byggja eina svimjihøll, men hon má bíða. - Sum nevnt, so noyðast vit at raðfesta. Vit orka ikki at gera alt í senn, sigur borgarstjórin. Eitt mál, sum nú troðkar á, er at fáa til vega grundstykkir til fólk, sum vilja byggja í kommununi. Frá ellisheiminum og inneftir er øki sett av. Kommunan hevur veirð partur av einari norðurlendskari Borgarstjórin heldur, at karmarnir í Runavík eru góðir, so tey privatu hava góðar møguleikar at trívast og reka vinnu STÓR KOMMUNA VIÐ 15 Góð 3000 fólk búgva í Eysturoyar størstu kommununu, sum strekkir seg úr Æðuvík til Elduvíkar og Funnings EIN SOLIDARISKUR SUM SKAL SKAPA Torbjørn Jacobsen hevur hetta seinsta ári verið borgarstjóri í Runavík