Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 23

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

verkætlan, har tilmælir eru gjørd um, hvussu húsini skulu byggjast. Nú verður hetta kannað og skjótt verður støða tikin til um hend­an verkætlanin skal brúkast. Verður tað ikki, so verða eini 80-90 vanlig grundstykkir útstykkjað á sama øki. Undirsjóvartunnil Upprunaligu vóru tað fólk á Skála­ fjørðinum sum komu við upp­skoti um at gera ein undirsjóvartunnil til Havnar. Nú er hetta arbeiðið farið í gongd, men spurningurin er so, hvat Runavíkar kommuna fer at fáa burturúr hesum. - Eg vænti at fólk velja at flyta higar. Vit koma í ein ávísan mun at vera ein forstaður til Havnina, samstundis sum vit hava okkara vinnulív her, heldur bograstjórin. - Eg haldi, at hetta eigur at vera ein kommuna, sum gevur borg­ arunum góðar karmar. Sjálvur haldið eg, at tað eggjar til privat initiativ og íverksetarahug, sigur Tor­bjørn Jacobsen, sum stillar upp til kommunuvalið 8. november. FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 23 BYGDUM kommunur hoyra til Runavík, men helst var ætlanin at taka hesar kommunur uppí og síðani fáa Nes kommunu og Sjóvar kommunu at leggja saman við Runavík eisini, men hetta miseydnaðist. Støddin og spjaðingin í komm­ ununi ger millum annað, at tað er sera kostnaðarmikið at gera kloakkir og vatnveitingar. Komm­ unan hevur boðað Umhvørv­is­ stovuni frá, at hon ikki megnar at halda krøvini, sum eru sett til kloakkir, men at ein ætlan er gjørd arb­eiðið er í gongd og peningur er settur av til júst hetta. At kommunan hevur ment seg sæst millum annað av, at nógvar stórar íløgur eru gjørdar seinnu árini. Til dømis er komin ein nýggjur skúli við Løkin, umframt at ítrótta­ røkið á somu leið er útbygt nógv. Næsta stóra íløgan er 220 met­ rar av atløgubryggju, har dýpið alla­staðni er 12 metrar. 220 metrar av nýggjum keikanti verða gjørdir komandi tvey-trý árini R FELAGSSKAPUR KARMARNAR Bakkafrost hevur gjørt eina risaíløgu á Glvrum, har hópur av fólki fer at arbeiða