Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 24

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 24 Tíðargrein NÆRRI FRAMTÍÐI HUGSJÓN Um vikuskiftið eru arkitekturardagar við hesi yvirskriftini. Dagarnir verða settir fríggjadagin 30.9, og alla vikuna hava børn og ung havt møguleika at luttaka á eini verkstovu um framtíðar arkitektur. Umframt framsýningar vera eisini temafundir um arkitekturpolitikk og landsplanlegging Nærri framtíðini »How will the world look, when we are your age?« Henda spurning fekk eg og fleiri hundrað onnur við mær í Norðurlanda­húsinum týs­ morgunin. Vit høvdu leitað okkum hagar til stóru orku­ráð­ stevnuna, sum SEV skipaði fyri. Heitið á ráðstevnuni 100 by 2030 sipar til stórfingnu ætlanina hjá SEV at tryggja, at 100% av el-orkunýtsluni á landi verður grøn í 2030. Á stórskíggja sóu vit myndir av bergtakandi náttúru, men eisini ræðandi myndir av hvussu vit menniskju hava dálkað og oyðilagt náttúruna. Myndarøðin endaði við Svartafoss, har vit til optimistisku tónarnar hjá Teiti –»Hopefull« – sóu fitt ung fólk hugna sær í vakra umhvørvinum. Tá myndarøðin endaði trinu hesi somu ungu fólkini inn á pallin og settu viðkomandi spurningar til salin. »Hvussu fer verðin at síggja út, tá vit eru í tykkara aldri?« Vert at hugsa um! Hugsjón »Vit hava jørðina til láns frá okkara eftirkomarum« Vit kunnu vera við at ávirka hvussu verðin fer at síggja út um 20 - 30 ár , um vit ynskja. Føroyar vera marknaðar­ førdar í ferða­vinnuhøpi sum ódálkað­ar, hóast flest øll okkara sóu eitt bilvrak fyri og annað eftir rekast í náttúruni á skýggjan­um, tá Dagur og Vika setti sjón­eykuna á tað í summar. Vit sóu seinni hvussu fleiri av hesum vrakum vóru burtur­beind, tí­betur. Hóast hetta rustaða jarnið sæst væl er onnur dálking av nógv størri týðningi. Vit kenna alt ov væl hvussu dálking frá fjar­skotnum íðnaðar­virkjum hevur ávirkað okkara grind. Eisini veður­lags­ broytingarnar vísa hvussu økta CO2-útlátið í einum parti av heiminum kann ávirka aðrar partar av heiminum. Vit hava eina jørð, og tað er uppgávan hjá okkum øllum at fara væl um hana. Hóast ávísur skaði longu er hendur, kunnu vit minka um hann við í stórstan mun at velja grønar loysnir. Í samband við ný­byggingar er upplagt at hugsa grønt longu við tekni­borðið, men vit onnur eiga eisini at eggjast til at leggja um til grøna orku. Sitandi samgonga hevur sett sær sama mál sum SEV, at øll elorka á landi í 2030 skal stava frá varandi orku. Eisini er málið at longu um 10 ár skal helvtin av øllum sethúsum og bygningum í Føroyum verða hitað við grønari orku. Tær avgerðir hvør einstakur okkara tekur í dag, kunnu hava ávirkan langt út í framtíðina. At kommunur og ein­stak­lingar velja at rudda í náttúruni er sera gleðiligt, men ynskja vit at lata jørðina víðari í »betri standi« enn vit fingu hana er neyðugt eisini við meiri grundleggjandi broytingum. Planlegging? Arkitekturur hevur týðning! Tá sethús og íbúðarhús vera bygd, vera ávísar treytir settar. Nýggja bygningsreglugerðin, sum skal tryggja at byggingin verður nýtilig, haldgóð og trygg verður sett í gildi fyri alt landið 1. Januar 2017. Er talan um fleiri hús ella nýggjar býlingar kunnu aðrar ser­stakar treytir vera. Um vit hyggja at eldru býling­ un­um í ymiskum bygdum síggja vit hvussu væl húsini liggja í lendinum og vanliga er veður­ betri í eldru býling­un­um. So hvørt sum tíðirnar eru broyttar, er tørvurin á jørð til grundstykki øktur. Einstaklingar hava selt burtur­av jørð til grundstykki og kommunur hava staðið fyri størri útstykkingum, har tørvur hevur verið á tí. Kommunur leggja eisini langtíðarætlanir fyri hvørji øki verða nýtt til set­húsa­bygging, hvar vinnu­ligt virk­semi kann vera, og so fram­ vegis. Vit hava sostatt lógir og byggi­ samtyktir sum stýra hvussu vit byggja okkara hús, og hvar tey verða staðsett. Men vit hava ikki eina yvirskipaða ætlan fyri alt landið. Ein onnur nýggjari avbjóðing er ferða­vinnan, sum er økt seinastu árini og nú stendur fyri 9% av okkara út­flutnings­ virði. Hetta er ikki komið av sær sjálvum, men er úrslitið av einum miðvísum arbeiði, og er tí gleðiligt. Men eisini her er plan­ legging av týðningi, tí økt tal av ferða­fólki kann hava økt slit á náttúruna og umhvørvið við sær. Hvussu ferðavinnan eigur at skipast í ymsu økjunum av landinum er áhugavert at hyggja nærri at. Hetta skal sjálvandi gerast í tøttum samstarvi við fólk í økinum. Kanska er vert at umhugsa at seta avmarkingar á hvar og nær ferðafólk kunnu ganga í haganum, fyri at taka atlit til fuglin til dømis. Tí hvat