hósdagur 29. september 2016síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 112
25
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Katrin Kallsberg
Tingkvinna fyri Tjóðveldi
hevur størri týðning? Atlitið
til náttúruverd ella atlitið til
ferðavinnuna? Her kann tó
hugsast at atlitið til buðardygga
náttúruvernd og atlitið til
burðardygga ferðavinnu kundu
gingið hond í hond.
Á áðurnevndu orkuráð
stevnu, vóru stórar ætlanir um
burðardygga orkuframleiðslu
umrøddar. Men hvar eiga vind
myllurnar at staðsetast, og hvør
skal avgera tað?
Eigur tað at vera upp til
SEV ella skiftandi lands- og
kommunalpolitikarar at avgera
í hvørjum einstøkum føri?
Hví ikki gera eina yvirskipaða
lendisætlan, har millum annað
staðseting av økjum til vind
myllur er gjørd?
Tað er ikki óhugsandi at
samsvar ikki altíð er millum
ymisku áhugamálini, ynski um
útbygging av vindmylluparkini
og ynski um til dømis at
varðveita serstøk náttúruøki.
Sama kann hugsast at gera seg
galdandi á vatnorkuøkinum.
Tí hvat hevur størri virði?
Orkuútbygging ella vatn í áum?
Tosað verður um burðardygga
orkuframleiðslu, men lítið
verður tosað um burðardygga
náttúruvernd.
Ein játtan úr serstøku puljuni
til umhvørvisátøk verður nýtt
at kanna hvar vindmyllur best
kunnu staðsetast. Hetta verður
gjørt av umhvørvisstovuni.
Planlegging!
Tað, at vit ikki hava eina lands
ætlan ella lendislóg, ger kanska
at vit ikki brúka okkara øki nóg
skilagott? Tí umsita vit okkara
tilfeingi, okkara náttúru ella
okkara lendi burðardyggt? Kann
hugsast, at vit kundu skipað
okkum betri?
Í tilgongdini at gera eina
lendisætlan fyri Føroyar eru
nógv atlit at taka. Tað er av
týðningi at lendisætlanin tekur
breið atlit, bæði til náttúru
vernd og til vinnu nú og fram
yvir. Eisini skulu
sjálvandi
atlit
takast til land
búnaðin, eins og
atlit til friðing og
varðveiting.
Ein tílík yvir
skipað
ætlan
skal samskipast
millum fleiri aðal
ráð og krevur samstarv millum
land og kommunur.
Ein tíðarhóskandi nátúru
verndarlóg er ein sjálvsagdur
partur av eini tílíkari tilgongd.
Í Løglistanum í frágreiðing løg
mans á ólavsøku 2016 er uppskot
til løgtingslóg um náttúruvernd.
Har verður sagt at »endamálið
við nýggju lógini er at skipa
eina nútíðarligari náttúruvernd,
sum í størri mun byggir á atlit
at djóra- og plantusløgum á
landi og sjógvi. Yvirskipaða
endamálið verður at varveita
og verja, margfeldið í nátúruni,
samstundis sum pláss verður at
menna samfelagið«.
Føroyar eru vælsignaðar við
ríkari og fjølbroyttari náttúru
og orkumøguleikum. Fá lond í
heiminum munnu vera so nær
knýtt at náttúruni í flest øllum
lívs- og samfelagslutum. Ein væl
vard náttúra við lívfrøðiligum
margfeldi, við heilsugóðari og
reinari náttúru og við vøkrum
landsløgum er ein fyritreyt,
bæði fyri framhaldandi trivnaði
hjá teimum, sum her búgva og
fara at búgva, og eitt sterkt
kort fyri vinnuna, eitt nú
ferðavinnu, fiskivinnu, alivinnu
og landbúnað.
Føroyar eiga at ganga undan
sum ein grønur miðdepil í
Norðuratlantshavi við innan
hýsis átøkum og í altjóða sam
starvi og krøvum.
Okkara mál eigur at vera, at
Føroyar skulu gerast best røkta
land í heiminum, har øll kenna
ábyrgd fyri umhvørvinum –
frá einstaklingi og húskjum til
vinnu, kommunur og lands
myndugleikar.
Okkara forfedrar hava latið
okkum Føroyar, at umsita fyri
okkara eftirkomarar.
Lat okkum flyta okkum nærri
framtíðini við burðardyggum
hugsjónum og skynsamari
planlegging.
NI,
OG PLANLEGGING