Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 26 Óli Jacobsen HJÁLPTU HVØRJUM ØÐRUM Í ÆÐUVÍK Hóast Æðuvík var lítil og fjarskotin bygd, so komu tey kortini víða um. Jovina heldur áfram við síni áhugaverdu frásøgn Jovina Højgaard: 4. partur V it høvdu nokk so langa summar­ feriu umframt aðrar feriur. Tá dámdi mær so væl at fara til Havnar, sum var sum mítt annað heim. Mamma var hvørt ár í Hvannasundi, haðani hon var ættað, onkuntíð var eg við henni. Abbi róði okkum eitt sindur út frá Æðuvík. Har bíðaðu vit til Britons Pride kom framvið á rutuni millum Tórshavn og Klaksvík, og vit sluppu umborð. Vit svóvu eina nátt í Klaksvík og fóru so við postbátinum til Hvannasunds. Har var sandur niðanfyri húsini, har vit kundu spæla. Tað var eisini útgrunt, so vit vassaðu í sjónum. Mamma vitjaði í hvørjum húsi og hevði okkum við. Tá fekst altíð ein drekkamuður við onkrum heimabakaðum aftur við. Vit plagdu eisini at vitja Johonnu Maria, konu kenda skiparan Mortan í Hvannasundi. Einaferð vit vóru har, vóru Adam og Eva eisini á vitjan. Joseph Adam var skotskur trúboðari, sum eitt skifti búði í Gøtu. Konan æt Amalia. Men tey bæði blivu bara kallað Adam og Eva millum fólk. Í Hvannasundi hevði mamma tveir beiggjar. Niels var ógiftur. Guttorm var giftur og átti nógv børn. Tey vóru javn­gom­ ul við meg og systir mína, so vit hugnaðu okkum saman. Tá ferian var liðug gekk leiðin heim aftur á sama hátt við postbátinum til Klaksvíkar og Pride til Æðuvíkar. Vit róðu eisini yvirum til Norðdepils. Mamma hevði ein beiggja har, Poul Juel. Har vitjaði hon eisini nógv fólk, og vit spældu við børnini. Onkuntíð vóru vit eisini í Svínoy, har mamma hevði eina fastur, Anna. Tað var so hugnaligt í Svínoy. Í fjøruni har fann eg eina sjáldsama goggu. Hon var vøkur og hevði brúnar prikkar. Tey søgdu, at hon vist stavaði frá einum forlistum skipi. Hana havi eg goymt sum reyðagull. Hetta kann hava verið skotaskipið, sum í 1786 fór á land í Svínoy. Øll manningin druknaði og varð jarðað í Svínoy. Hjálptu hvørjum øðrum Tá vit komu heim aftur, var tað hoyggingin, sum kom fyri. Niðursetumenninir høvdu kúgv frá byrjan. Einki var velt, áðrenn teir fluttu, tí máttu teir tey fyrstu árini fáa fóður til neytini aðra staðni frá. Men hetta var alt broytt, tá ið eg minnist. Abbi og pápi slerdu, og vit systrarnar máttu hjálpa mammu við restini. Fyrst var at rista grasið. Tá tað var tornað eitt sindur, skuldi tað vendast og síðan klúkast. So skuldi aftur ristast út, og so var at bera inn í hoyggjhúsið. Summi høvdu des. Eg og Hanna hjálptu eisini til at bera inn. Vit koyrdu hoyggið í eitt dýnubetrekk og drógu tað oman í hoyggjhúsið. Eisini gjørdi abbi okkum smáar byrðar, sum vit høvdu á bakinum. Tað var gott samanhald í bygdini. Um vit vóru fyrr liðug at hoyggja, so fóru vit at hjálpa teimum, sum ikki vóru liðug. Vit høvdu eina brúna kúgv. Um summ­ arið var hon um dagin í haganum. Vit leiddu hana út um portrið á morgni. Hon kom sjálv aftur til portrið, áðrenn tað var myrkt, tá vit fóru eftir henni. Hon hevði nógva og góða mjólk. Mamma mjólkaði henni. Tá í tíðini vóru tað bara konufólkini, sum mjólkaðu. Mamma bant eitt haft um beinið á kúnni, so hon ikki skuldi sparka. Vit fingu nógvan róma, høvdu ofta uppá breyð. Mamma koyrdi mjólkina í føt og setti tey í spísikamari. Dagin eftir var nógv­ur rómi omaná. Eisini kundi hon lata mjólkina standa til rómastamp, sum eisini smakkaði væl. Vit koyrdu nógv sukur útyvir. Mamma gjørdi eisini smør og ost. Tá ið kúgvin kálvaði fingu vit ketilost, hetta dámdi okkum væl. Kálvurin varð gøddur, til hann var nóg feitur, tá varð hann slaktaður og etin. Tað var nógv gott, ið fekst frá kúnni. Til handils á Toftum Tað var eingin handil í Æðuvík, so eg fór ofta heim til Toftir at keypa. Tað vóru eini trý korter at ganga. Eg var 7 ár, tá eg byrjaði at fara til handils, men eg fylgdist við gentum, sum vóru eldri enn eg. Seinni vóru tað Hanna og eg sum fóru til handils. Pápi sigldi við Mjóvanes hjá Andreas í Túni. Piddi Skaale var versonur hansara. Hann hevði handil, har vit kundu skriva vøruna. So varð uppgjørt eina ferð um árið. Tað vóru ikki nógvir pengar til, men onkuntíð kundu vit fáa eitt eitt – ella tveyoyra at keypa bomm fyri. Tað kundi vera kongabomm, blandað bomm ella kandisukur, sum vit fingu upp í eitt lítið kramarhús. Vit høvdu nógva familju á Toftum og á Nesi. Vit fóru altíð inn onkustaðni, har vit fingu ein drekkamunn og okkurt gott afturvið. Vit plagdu at fara inn til Jóhanna og Martin úti á Rætt á Nesi og Marius, ommu­beiggja, úti í Forna. Har fingu vit kjøt upp á breyð og mjólk. Á Nesi vitjaðu vit Dagmar, ættað Norðra­ Siðsøga SIÐSØGA Tað var stuttligt at koma norður til Hvannasund at vitja ættarfólk Fólk eru komin úr Havn til Æðuvíkar á vitjan. Tey eru: Aftasta rað v.f. Andrea Árting, Petra Andersen, Sigrid á Kamarinum, Nicolina, mamma Sigrid, og Sunneva, mamma Jovinu. Miðraðið: Hjalmar Davidsen og Trygvi Árting. Niðast vinstrumegin Hanus Hansen, abbi Jovinu, og Sólarn Solmunde, systkinabarn hennara. Niðast høgrumegin Systrarnar Hanna og Jovina