hósdagur 29. september 2016síða 27
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 112
27
Komandi partur
Í komandi parti verður m.a. dramatiskar søgur um, tá ið Jovina var við til at bjarga fólki
frá vissum druknideyða. Um tvær vikur verður minningargrein í sambandi við, at tann 16.
oktober eru 100 ár síðan Daniel J. Danielsen, kendur frá sínum Congovirki, andaðist.
gøtu, gift við Petur Hans í Gerðinum og
Manellu og Johan í Gerðinum. Johan var
abbabeiggi mín. Har fingu vit onkuntíð
pannukøkur, sum smakkaðu væl. Eina ferð
var eg so svong, at eg át átta pannukøkur.
So var tað Bella og Dánjal Jákup úti í
Heygnum millum Nes og Toftir. Hann var
kollfirðingur. Tað var stuttligt, tí hann var
so skemtingarsamur.
Á Toftum var tað Kristina og Michal niðri
í Tøðu. Hon var systkinabarn pápa. Eisini
vitjaðu vit Elsu og Oluf, Sannu og Andreas
í Túni umframt Hansina og Anton í Túni.
Onkuntíð fylgdust vit við gentunum hjá
Magninu fastur míni, Hannebeth, Hansu og
Judith. Tey keyptu inni í Oyrunum, D.P. Høj
gaard, tí pápi teirra sigldi við skipum har. Tá
fóru vit inn til Essemi og Hans Oliver Høj
gaard, sum áttu handilin. Øll vóru líka blíð.
Ræddust tarvin
Tað var ikki so ringt at ganga í haganum.
Um tað var eitt sindur av mjørka, so
vóru varðar og telefonpelar at miða seg
eftir. Men tað ringasta var tarvurin um
summarið. Hann ræddust vit. Tá vit komu
út um garðarnar framvið Promsgil var ein
stórur steinur. Vit klintraðu uppá hann at
hyggja eftir, um tarvurin var í nánd. Vit
høvdu hoyrt, at tarvurin bleiv illur, um
hann sá reytt. Mamma hevði litað okkum
reyðar troyggjur, sum vit ofta vóru í. Sóu
vit tarvin, lótu vit okkum úr troyggjunum
og koyrdu hana í kurvina, sum vit høvdu
at keypa upp í.
Keypti inn í stórum
Pápi plagdi annars at keypa inn í stórum,
áðrenn hann fór til skips. Hann førdi
vøruna við báti til Æðuvíkar. Hetta kundi
vera mjøl í sekkum, sukur, margarin, te
og kaffibønir, sum vit mólu í eini lítlari
kaffimyllu. Onkuntíð var tað ikki brent, so
brúnkaðu vit tað í ovninum. So vóru tað
sviskur, rosinur, havragrýn og sagogrýn.
Ofta høvdu vit rísgreyt ella velling
til nátturða. Eisini fingu vit bollamjólk.
Bollarnir vóru gjørdir úr sandkøkudeiggi
og kókaðir í mjólkini. Tað dámdi okkum
ordiliga væl.
Tað, sum vit vanliga keyptu, var krydda
ríir, bakipulvur, sirup og putursukur.
Vøruna goymdi mamma úti á loft, so hevði
hon alt við hondina.
Tað vóru petroliumslampur í hvørjum
rúmi. Úti brúkti mann lummalykt ella
flagermús. Var vindur sløknaði hon. Tá var
tað lummalyktin, sum var álitið. Vit vistu
ikki um annað.
Vit tendraðu ikki inni, fyrr enn tað var
myrkt. Í skýmingini sótu vit og hugnaðu
okkum, fortaldu søgur og gittu gátur.
Bøn fyri sjómonnum
Eisini høvdu vit bønamøti. Vit løgdu okkum
á knæ og bóðu eisini fyri sjómonnum. Eina
ferð, tað var illveður, var eitt skip á veg heim
úr Íslandi. Menn úr Æðuvík vóru við. Tað
var gingin long tíð, at tey ikki høvdu frætt
frá teimum. Tá komu konur til mammu og
bóðu hana biðja fyri hesum skipinum.
Skipið kom heim í øllum góðum.
Eisini sungu vit, og onkuntíð hugnaði vit
okkum við pannukøkum ella nýbakaðum
franskbreyði ella skuffukøku.
Vit bundu eisini nógv. Tá ið eg var 13 ár,
bant eg mær eina gula mynstruta troyggju.
Mamma hevði litað tógvið gult í sterkum
tevatni. Mynstrið var reytt og grønt.
Eisini seymaði eg mær ein kittil. Hann var
smáternuttur grønur og hvítur. Eg klipti
sjálv toyið til. Tað fingu vit frá mostur
míni á Tvøroyri, sum plagdi at senda okkum
pakka. Annars seymaði mamma alt sjálv.
Frakka plagdi Carina Maria á Skipanesi at
seyma okkum. Pápi vaks upp hjá teimum,
tá mamma hansara doyði, tá hann var 3
ára gamal. Hann kom aftur til Æðuvíkar
til pápa sín, tá hann var 14 ár. Hon var
skraddari, hevði lært hjá skraddar Debes.
Hon seymaði eisini klædningar og annað.
Nógv í haganum
Vit gingu ofta úti í haganum um summarið.
Farið varð niðan á Nes, har var eitt vatn, sum
tey róptu Nesvatn. Hanna systir lærdi seg
at svimja har. Eg tordi ikki at leggja meg, so
eg vassaði bara. Eisini fóru vit at leita eftir
reiðrum. Vit kundu síggja nøkur likkuegg og
eisini pisur. Tær vóru so fittar. Eisini vóru
nógvar ternur, tær vóru púra svakar, tá ið
vit komu ov nær reiðrunum. Tá máttu vit
halda hondina fyri, tí tær rendu seg beint
niður í høvdið á okkum.
So fóru vit eisini upp á Vørðuna, sum
var tað hægsta, vit kundu fara, tá sóu vit
langt. Vit hentaðu eisini ber. Tað var nógvur
lyngur í haganum. Eisini vóru bláber,
onkuntíð gjørdu vit súpan úr teimum.
Vit høvdu kettu, sum skuldi halda rottur
og mýs burtur, hana vóru vit so góð við. Hon
var ofta inni í køkinum. Tað var so stuttligt,
tá ið hon fekk kettlingar.
Í oktober kom slaktið fyri. Í Æðuvík var
ein bóndi, Jógvan í Ólavstovu, hann hevði
nakað av seyði. Annars slapp hvørt húski
at hava ein seyð í Neshaga. Vit høvdu eisini
ein seyð í haganum umframt eina heimaær.
Hon var á heimabeiti eina tíð á árinum. Tá
mátti hon flytast viðhvørt, tað gjørdi abbi.
Vit høvdu tvey kúfóður av jørð, so tað var
nokk av grasi til hana. Hon lembdi oftast
tvey lomb, vit fingu tískil trý lomb. Pápi
slaktaði lombini inni í køkinum. Vit vóru so
spentar at fáa bløðruna. Vit gjørdu okkum
eitt rør av gásafjøður at blása luft í hana,
koyrdu rísgrýn í og hongdu bløðrurnar yvir
komfýrin at torna. Tá ringlaði í teimum
av rísgrýnunum. Tær vórðu brúktar sum
»fýrverk« á nýggjárinum.
Alt av seyði varð brúkt uttan gallið.
Vit gjørdu garnatálg, blóðpylsur, kókaðu
hjørtur og nýrur. Vit gjørdu livurpostei úr
livrini, eisini var tað sperðilin, sum øllum
dámdu væl. Høvdið varð lagt til at ræsa. So
bleiv tað sviðið og kókað. Mær dámdi best
kjálkarnar. Kjálkabeinini brúktu vit til at
spæla við. Tey kallaðu vit kjálkamuur.
Ullin varð tikin av skinninum. Tá ið
tað hevði ligið eina tíð, bleiv roðið barkað
og seymað til rotuskógvar. So flættaðu
vit tveingir til skógvarnar. Gentur høvdu
reyðar tveingir, dreingir høvdu hvítar ella
bláar. Pápi gjørdi okkum tuflur til fínt
brúk. Annars høvdu vit gummistivlar,
gummiskógvar og løriftskógvar.
Tá ið eg var barn var ofta nógvur kavi.
Tá vóru vit nógv úti. Beint uttan fyri húsini
var ein brekka, har skreiddu vit. Pápi hevði
smíðað okkum skíðfjalir. Vit áttu eisini
eina sletu, sum systir mín hevði fingið.
Har kundu vit báðar sita á. So gjørdu vit
kavamenn og kavahús.
Tað kundi eisini vera ringt veður. Brimið
kundi koma niðan móti húsinum. Inni
kundu vit standa og hyggja at briminum.
Vit høvdu flagtak. Tá mátti leggjast bardun
um takið, so tað ikki skuldi ríva.
Hjá okkum børnum høvdu allar árstíðir
sína sjarmu.
Hoygging í Æðuvík. Úr 100 ára minningarritinum um Æðuvík
Farið varð til handils á Toftum
Kontanthandilin
Eina ferð eg var í Havn og ferðaðist fekk
eg einar lakkskógvar, teir vóru so blankir.
Tá helt eg meg vera ordiliga fína. Teir vóru
keyptir í Havnar Kontanthandli. Hann
var vist har Thomas Dam seinni fekk
ítróttarhandil. Her fingust klæðir, skógvar
og nógv annað til bíligan prís. Handilin
lýsti enntá í íslendska Morgunblaðnum,
at her fingust vørurnar bíligari enn sjálvt í
Keypmannahavn og Bergen! Hesin handil
man hava verið frammanfyri sína tíð!
Hetta við kontanthandil hevur vist
verið nakað nýtt. Men hetta gjørdi so, at
vøran kundi seljast bíligari. Tað er ikki
eydnast at fáa uppspurt, hvør ið hevur
staðið fyri hesum handli, helst hevur tað
verið ein dani ella annar útlendingur. Tað
kundi verið stuttligt at frætt, um nakar
veit meira um hendan handil. Keldur
á ellisheiminum siga, at hetta var ein
deiligur handil!