Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 32 ÍTRÓTTUR SAMANLEGGING EINASTA LOYSNI FYRI FRAMBURÐ TB, FC Suðuroy og Royn eru í løtuni í samráðingum um eina samanlegging, ið skal geva suðuroynni eitt fótbóltslið, ið kann kappast við í oddinum í føroyskum fótbólti TRÓNDUR ARGE – SUÐUROY Fyri seks árum síðani var ein roynd gjørt at leggja øll feløgini í suðri saman. Tað bleiv ikki viðtikið. Nú er samanleggingin aftur á skránni. TB, FC Suðuroy og Royn eru í samráðingum um at finna eina loysn, sum allir partar kunnu liva vit. Eftir ein rundtúr í suðri tykist púra greitt, at skal suðuroyggin aftur blanda seg upp í oddastríðið í føroyskum fótbólti, so er ein samanlegging einasta loysnin. Ein støðug niðurgongd TB og VB hava bæði stolta søgu í føroyskum fótbólti. TB er aldursforsetin við seks meistara­ heitum og nøkrum av okkara størstu fótbóltslegendum í spælarum sum Ásmund og Trond Nolsøe og Henrik Thomsen. VB hevur somueliðis bjóðað seg fram og so seint sum í 2000 brast fyri nevið, tá liðið púra óvæntað vann FM. Tað er tó alt minnir, tí seinnu árini hava liðini stríðst fyri at yvir­liva í bestu deildini. Okkurt árið hevur tað eydnast, meðan tað onnur ár heur staðið illa til. Meðan pengafótbóltur vinnur upp á seg, so minkar bæði virksemi og fólkatalið í Suðri. Í løtuni er tað TB, sum hevur munin. Aldursforsetin hevur yvirlivað tvær ár í bestu deildini, meðan FC Suðuroy ikki megnar at yvirliva, tá teir eru uppi, umframt at tað í ár bara røkkur til eitt triðja pláss í 1.deild. Bæði ítróttarliga og fíggjarliga eru feløgini sperd í kappingini um at vinna seg longur fram. VB til FC Suðuroy Samanlegging er ikki nakað nýtt í suðri. Til kappingarárið 2005 løgdu VB og Sumba saman til VB/ Sumba. Undan kappingarárinum 2010 stóð tó heilt stóra royndin. Tá bleiv arbeitt við FC Suðuroy, sum eitt felags lið fyri alla oynna. Tað endaði við umstríddari atkvøðugreiðslu í TB húsinum, har fleiri eru fyri at varveita(Ð??) TB sum sjálvstøðugt felag. VB/Sumba heldur tó fram undir navninum FC Suðuroy. Nakað sum í dag hevur gjørt, at navnið er spilt á Tvøroyri. Higartil eru allar royndir at leggja saman miseydnaðar, men tað hava verið fleiri væl eydnaði samstarv millum feløgini. Felags meistaraheiti Ein loysn, sum hevur verið upp á tal er, at allar deildirnar ikki leggja saman, men bara har tað er alneyðugt. Tað er heldur ikki ókent, at spælarar hava skift í millum í yngru deildunum. Millum annað fyrst í 2000, tá ein spælari sum Rasmus Nolsøe spældi við avbera evnaríkum VB árgangi. Nøkur ár seinni løgdu feløgini ein dreingjaárgang saman, sum endaði við at vinna FM. Har í millum vóru spælarar sum Gilli Rólantsson Sørensen, sum í dag spælir við Brann Bergen í bestu deildini í Norra. Í løtuni verður Suðuroyar Bóltfelag – SB – brúkt um samstarv millum øll liðið í onkrum av teimum yngru deildunum. Sostatt er tað ikki heilt ókent, at leggja saman til ávíst høvi í suðri. Spælarar flyta Helst størsta avboðingin í suðri er fráflytingin. Tað hevur merkt feløgini har suðri, at spælarar flyta av oynni, tá teir skulu útbúgva seg. Hóast studentarskúli og HF-skeið er í Hovi, so er afturgangandi, at spælarar flyta frá oynni, tá teir blíva um 21 árs aldurin. Hetta ger, at spælararnir eru vekk í brstu fótbóltsárunum. Tað er eitt sindur ójvant yvir seinnu árini, men tað er afturgangandi, at tað eru fáir spælarar, sum eru millum 22 og 28 ára gamlir, ið eru millum berandi kreftirnar. Antin eru spælararnir yngri, sum vit síggja í FC Suðuroy í dag, ella er talan um eldri spælarar, ið eru komnir heim aftur. Restin eru sum regul útlendskir spælarar, sum eru keyptir. Stóri trupulleikin er at fáa arbeiði í oynni. Í løtuni er stórt Pelagiskt virki, men tað sæst ikki aftur á vøllinum sigur núvernadi formaðurin. Fíggjarligi stuðulin kemur væl við, men spælararnir flyta framvegis av oynni. Er samanlegging svarið? Spurnartekin kunnu eisini setast