Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 33

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 33 ER IN I FC SUÐUROY: TB: FSF: TRÓNDUR ARGE Hann sær fleiri fyrimunir við samanleggingini. Nevndin í felagnum er eisini samd um, at tað er tað rætta at gera. – Um tað skal verða nøkur framtíð, so mugu vit leggja saman. Tað er nevndin samd um, men um vit eru tilfreds við støðuna, sum hon er í dag, so skulu vit einki gera, sigur Julius V. Joensen, ið heldur at søguligu samanberingarnar als ikki bera seg. Bæði TB og VB hava stolta søgu, men Julius Vest Joensen veit eisini hvussu nógv støðan er broytt í suðri. – Eg var formaður í VB fyri 20 árum síðani, men tað kann ikki samanberast. Tað er sum dagur og nátt. Tá var tað bara venjarin, sum fekk pengar, og tað var meiri fólk at taka av. Nú snýr alt seg um pengar, sigur formaðurin í FC Suðuroy og leggur afturat. – Eg dugi ikki at síggj hvar vit skulu fáa hasar áleið 1,5 milliónir krónirnar, um vit flyta uppaftur, sum tað kostar at reka eitt lið í Effo-deildini í dag. Nevndirnar fáa eisini fleiri byðrar omanfyri seg, og tað er torført sum er at reka eitt lið í 1.deild, sigur Julius V. Joensen. Her verður eisini víst á, at FC Suðuroy bara í ár hevur brúkt um 70 túsund krónur upp á at ferðast og mat í samband við útidystir. Hann vísir eisini á fólkar­ grundar­lagið, har oddaliðið í Effo-deildini, KÍ hevur áleið seks túsnd fólk í norðoyggjum, meðan tað eru undir fimm túsund fólk í suðri. – KÍ hevur fleiri útlendskar spæl­arar og hevur keypt onkran aðrastaðni í land­in­um. Vit hava eitt minni grundar­lag enn KÍ, so tað er ilt at ímynda sær, at vit skulu blanda okkum við tveimum feløgum í bestu deildini, sigur Julius V. Joensen. Fáir áskoðarar Eitt argument, sum verður nevnt, tá áskoðaratalið hjá einum liði fellur er, at áskoð­ arin ikki kennur seg aftur í spælarunum, ið eru á vøll­in­ um. Hetta kennir Julius Vest Joensen seg ikki aftur í. – Vit hava bara einar 50 til 70 gjaldandi áskoðarar til heima­ dystirnar hjá okkum. Áhugin er minkandi, hóast vit hava næstan bara lokalar spælarar. Talið var einir hundrað fleiri, tá vit spældu í bestu deildini. Tað er har umrøðan er og har tað er stuttligt at vera, sigur Julius V. Joensen. Úr Royn ljóðar, at tað er tor­ ført at fáa fólk í nevnd, og at tað er meiri ein spurningur um nær felagið má snara um, heldur enn um tað kemur hartil. Sumba og sumbingar sært tú einki til í FC Suðuroy, men tað er ikki orsaka av samanleggingini, og tí helst ikki ein vandi fyri Royn. – Tað er helst okkurt, sum kundi verið gjørt fyri at fingið onkran úr Sumba at spælt, men sannleikin er at vit nú raka árgangin, sum flutti av landinum í kreppuni í 90 unum. Tað er meiri ein staðfesting av støðuni í suðri, sigur Julius Vest Joensen. Mugu leggja saman nú Formaðurin í FC Suðuroy heldur, at tað er betri at leggja saman meðan tað er grundar­lag fyri tí, heldur enn at bíða til tað er ov seint. Sjálvt um tað er mót­ støða í oynni. – Eg vóni at tað fer at lata seg gera. Eg hugsi eisini onkuntíð, at tað hevði verið deiligt um VB var til í dag, men tíðin kann bara ikki samanberast. Øll trý feløgini mugu svølgja nakrar kamelar, men eg vænti at eftirsmakkurin verður góður, sigur Julius V. Joensen og leggur afturat; – Um vit leggja saman nú, so hava vit eitt grundarlag fyri at røkka longri, enn um vit blíva við at leggja saman. Tá leggja vit bara saman av neyð, sigur Julius Vest Joensen at enda. TRONDUR@SOSIALURIN.FO TRÓNDUR ARGE Í løtuni hevur TB tryggjað sær lívið í bestu deildini triðja árið upp í slag, men tú skal bara aftur til 2011, tá felagið spældi sætta árið á rað í næst bestu deildini. Í løtuni sær gott út á stigatalvuni fyri eitt lið, ið hevur sum mál at yvirliva, men liðið meir, so er samanlegging einasta loysnin. – Tað er torført at svara upp á, tí tað er eitt eympt punkt, men hyggja vit eftir eitt nú fráflytingini, so missa vit allar spælarar, tá teir eru um 21 árs aldurin. Tað kunnu vit ikki liva við í longdini og tað er ikki pláss fyri tveimum liðum í bestu deildini í suðri. Vilja vit meir, so haldi eg tað er rætt at leggja feløgini saman, sigur Palli Eysturberg og leggur afturat; – TB hevur aðalfund seinni í ár. Tá haldi eg, at felagið skal finna út hvørja leið tað ymskir at fara, sigur formaðurin í TB, sum tá leggur frá sær. Í løtuni verður framhaldandi arbeitt við samanleggini, men tað er greitt, at tað er mótstøða at hóma frá TB viðhaldsfólkum, meðan FC Suðuroy og Royn eru fyri samanleggingini. – Eg merki tað frá FC Suðuroy og Royn, at tað er uppbakningur fyri ein samanlegging. Her gongur væl akkurát nú, so tað er kanska ein orsøk til at fólk ikki vilja at TB skal leggja saman, vísir Palli Eysturberg á. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Umboð fyri TB, FC Suðuroy og Royn hava verið í Fót­bólts­ sam­bandinum fyri at kanna hvussu ein saman­legging kann gerast. Aðalskrivarin hjá fótbóltssambandinum, Virgar Hvidbro, hevur ikki fingið øll tey svar hann ynskir frá UEFA, men tað er einki í vegin fyri at leggja saman. Í prinsippinum kunnu feløgini leggja saman til komandi kappingarár. UEFA hevur ein regul um at feløg við nýggjum lisensi fáa leikbann í Evropa í trý ár, men tað er ikki vist tað er galdandi her, sigur Virgar Hvidbro, og vísir á, at reglugerðin er til fyri at steðga spekula­tión, tá feløg bara blíva niðurløgd. Tað er als ikki støðan her, men hann leggur afturat, at enn er endaliga svar ikki komið frá UEFA. At leggja saman til heimligu kapp­ingina er ikki eina trupul­ leiki. Eitt møguligt nýtt felag ella samstarv skal góðkennast til aðalfundin, men tað plagar ikki at verða ein trupulleiki, sigur Vigar Hvidbro. Fyribils er ein møgulig saman­ legging bara á tekniborðinum Vit mugu øll svølgja nakrar kamelar, emn eg ivist ikki í, at eftir­smakkurin verður góður, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy. Tað sigur Niels Pauli Eysturberg, vanliga nevndur Palli, sum er formaður í TB við um ein samanlegging er svarið upp á alt. Bara í suðri hevur ein miseydnaða roynd at leggja tvey svimjufeløg saman. Her verður víst á av Tvøroyri, at tað er at kalla ongin svimjari eftir, eftir at svimjifeløgini løgdu saman til SuSwim, sum heldur til í Vági. Tað tykist eisini verða ein sannroynd, at tú í eini samanlegging ikki fær eins nógvar spælarar at spæla fótbólt í yngru deildunum. Millum annað tí at fleiri verða hildnir til, tí tað er alneyðugt fyri at manna lið. Hetta kann í longdini hava við sær, at fleiri spælarar halda sær framat, tá á stendur við huginum at spæla. Eitt nú er ongin sumbingur á FC Suðuroy liðnum, sum er ein samanseting av VB og Sumba. Her skal tó sigast, at tað eru helst fleiri orsøkir til tað, men tað er vert at hava í tonkinum. Hvussu leggur tú saman? Ein onnur stór avbjóðing í eini samanleggin er hvussu tað verður gjørt í parksis. Hvussu skal liðið eita, hvar skal liðið spæla og megnar tú framvegis at halda øllum til. Fara hvalbingar og vágbingar at ferðast til Stórá at venja. Fara tvørafólk at fara til vágs at stuðla liðnum, um heimadystirnir verða spældir har? Kemur lokalpolitikkur í venjaraseting, nevnd og hvørjir spælarar sleppa framat? Fyribils verður tosað um, at leggja saman frá 12 árs aldrinum, so tey yngru spæla í nærumhvørvinum, men tað frá 12 árs aldrinum verður lagt saman. Tað er eisini tá, at byrjað verður at spæla um FM. Søga og ósemja Tað bleiv prógvað í 2010, at serliga stolta søgan hjá TB hevur sett síni djúpu spor í viðhaldsfólkini. Tað var TB, sum atkvøddi móti samanleggingini í 2010. Tað er framvegis ein stór avbjóðing, at fáa allar partar at sleppa søguni og leggja til brots við samanløgdum felagi. Sambært formonnum í TB og FC Suðuroy, so verður ongin framgongd í verandi líki. So er spurningurin um tað er vert at leggja saman? TRONDUR@SOSIALURIN.FO Mugu svølgja kamelar og leggja saman Tað er ikki grundarlag fyri tveimum feløgum Kunnu leggja saman