Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 34 Ikki við: Alex Mellemgaard (trupulleikar við lærkrikanum) og Robert Heðin Brockie (langtíðarskaddur) Ivasamir: Jógvan Skeel Nolsøe (vøddaskaddur) og Høgni Eysturoy (trupulleikar við knænum) Við aftur: Hannes Agnarsson (trupulleikar við knænum) og Benjamin Heinesen (vøddaskaddur) Ikki við: Ári Mohr Jónsson (leikbann), Rókur av Fløtum Jespersen (leikbann), Jóhan Troest Davidsen (leikbann) Við aftur: Fróði Benjaminsen (leikbann) Ikki við: Finnur Justinussen skaddur (Brotið bein í fótinum, liðugur fyri í ár) Við aftur: Filip Djordjevic (Eftir leikbann) Ikki við: Per Langgaard (leikbann) Haraldur R. Højgaard (mjødnin, liðugur fyri í ár) Ivasamir: Magnus H. Olsen (lærskaði), Tobias Olesen (hælsina) Ivasamur: Damir Ibric Yuksel Við aftur: Jann Ingi Petersen (Eftir skaða), Jóhan Dávur Højgaard (Eftir skaða) JÓANNES HANSEN Trý umfør resta av 2016 lands­ kappingini. 25. umfar verður sunnu­dagin. So verður steðgur fram til sunnudagin 16. oktober. At tað ikki verður spælt í landskappingini um eina stóra viku kemst av, at tveir HM undankappingardystir bíða. Fríggjadagin sjeynda oktober skulu Føroyar spæla á útivølli ímóti Lettlandi, og mánadagin tíggjunda oktober verður tað, at Cristiano Ronaldo og Portugal vera gestir á Tórsvølli. Tað er heilt víst, at FM spurning­urin verður ikki svaraður undan heystar­steðginum í lands­ kappingini. KÍ er tvey stig undan Víkingi. Harvið ber tað ikki til, at frá­støðan millum tvey tey fremstu undan tveimum teimum síðstu um­førunum kann verða meiri enn fimm stig. Í tveimum teimum síðstu um­ førunum sær skránin soleiðis út: 26. umfar: KÍ-B68, Víkingur-B36, NSÍ-AB, HB-ÍF og TB-Skála. 27. umfar: ÍF-KÍ, B68-NSÍ, Skála-HB, B36-TB og AB-Víkingur. Síðsta umfar verður leygar­ dagin 22. oktober. Tað er nógv upp og niður ÍF-SKÁLA: RANSIN N. DJURHUUS SUNNUDAGIN KL. 15.00 Úrslitini siga, at ÍF er eitt av mest óstøðugu liðunum. Úrtøkan er níggju sigrar og fýra javnleikir. ÍF hevur vunnið úrtøku ímóti øllum hinum liðunum uttan NSÍ. Seks av sigrunum eru vunnir ímóti teimum báðum liðunum, ið hava kós ímóti niðurflyting. Tað vil siga, at ÍF úrtøkan er full ímóti AB og B68. ÍF skráin í trimum teimum síðstu umførunum er Skála, HB og KÍ. Meðan fuglfirðingar hava megnað fulla úrtøku ímóti bæði HB og KÍ, so er úrtøkan ímóti Skála higartil bara eitt stig (2-2 á heimavølli og 0-1 á Skála). Fuglfirðingar vóru harmir, tá ið tað sunnudagin kiksaði fram ímóti dystarenda í Trongisvági. – Tað er nógv upp og niður hjá okkum. Vit vóna, at hugburðurin og avrikið í seinna hálvleiki í Trongisvági fer at síggjast aftur ímóti Skála, sum vit enn ikki hava vunnið ímóti, sigur ÍF venjarin Símun Eliasen. Fyri fyrstu ferð hevur Skála vunnið tvær ferðir á rað – 2-0 á Argjum og so 5-1 á heimavølli ímóti B68: – Vit hava góðar vónir ímóti ÍF. Tá ið vit fyrru ferðina vóru í Fuglafirði endaði tað javnt, og tá spældu vit væl. Tí fara vit til Fuglafirðar við góðum treysti og stórum sjálvsáliti, sigur Skála venjarin Pauli Poulsen, ið ikki stúrir fyri, at lítli matematiski møguleikin fyri niðurflyting skal verða til veruleika. TB ætlar at seta met VÍKINGUR-TB: ALEX TROLEIS SUNNUDAGIN KL. 15.00 Tað er ongantíð komið fyri áður, at TB hevur vunnið fleiri enn 26 stig. Síðsta sunnudag eydnaðist tað TB í evstu løtu at skora 3-2 sigursmálið ímóti ÍF. Sigurin bar við sær, at TB nú hevur rokkið 26 stigum. Hetta var eisini úrtøkan í fjør, og hetta var úrtøkan, sum Sigfríður S. Clementsen setti sær fyri at røkka, tá ið hann fyrr í summar tók við venjarastarvinum á Tvøroyri. – Tað plagar at vera nóg mikið at vinna 26 stig, og aftur í ár vísir tað seg, at 26 stig ger, at vit sleppa undan niðurflyting, staðfestir TB venjarin. Nú er møguleiki hjá TB at røkka fleiri stigum enn nakarantíð áður. At TB ikki hevur rokkið fleiri enn 26 stigum kemst av, at tað, tá ið TB var upp á sítt besta, vóru átta lið í fremstu røð, og at tað vórðu latin tvey stig fyri at vinna. Tað var orsøkin til, at TB í 1987 vann FM við átjan stigum. – Vit halda okkum hava nógv at spæla fyri, og vit halda, at tað hevði verið púra skeivt, um vit nú løgdu okkum aftur á, tí tað eigur at vera so sjálvsagt, at vit sýna rættan ítróttaranda ímóti øllum mótstøðuliðunum, sigur TB venjarin. Meðan tey fara at fylgja við í Sarpugerði sunnudagin, fara tey í Víkinga leguni at fylgja væl við í, hvussu tað fer at laga seg á Argjum. Víkingur hevur framvegis møguleika at vinna FM. Um tað skal eydnast er treytin, at KÍ snávar, og at Víkingur harvið vinnur fleiri stig enn kappingarneytin. Tey liva í vónini og leggja alt trýstið yvir á KÍ: – Vit tóku okkum tvey stig inn á KÍ, men tað er eingin ivi, at klaksvíkingar verða meistarar. Teir eiga løtt mótstøðulið og fara at vinna fulla úrtøku. Hjá okkum snýr tað seg um at vinna níggju stig og varðveita næstfremsta plássið. Í fjør vunnu vit 51 stig, og um tað eydnast í ár at vinna tíggju fleiri, so er tað eitt fet rætta vegin. Dreymurin er framvegis at vinna FM, men tað verður so ikki í ár, undirspælir Víkinga liðformaðurin Atli Gregersen, sum harvið leggur trýstið yvir á KÍ. Jan tekur alla ábyrgdina B68-HB: KÁRI J. Á HØVDANUM sunnudagin kl. 15.00 Tað eru tvey lið sum hittast í aldudalinum, tá ið B68 fær vitjan av HB. Toftamenn hava ikki enn megnað at vinna fulla úrtøku og eru longu fluttir niður. HB úrtøkan hevur seinastu vikurnar verið óvanliga soltin. Tað kemur ikki ofta fyri, at HB fimm ferðir á rað fer at vøllinum uttan at hava megnað fulla úrtøku. LIÐ TÍÐINDI B36 HB VÍKINGUR NSÍ B68 FÓTBÓLTUR HB venjarin tekur alla ábyrgd á seg fyri, at avrikið var so vánaligt ímóti AB, sum á heimavølli ímóti FM favorittunum hevur møguleika enn einaferð at vísa, at tað er meiri stiril í argjamonnum, enn støðutalvan vísir Upptakt TRÝ FET ERU EFTIR AV FM VEGNUM ÍTRÓTTUR