hósdagur 29. september 2016síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016
SOSIALURIN 112
35
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
1 X 2
2
X
1
Ikki við:
Súni Olsen (skaddur í fótliðnum)
og Jonas Flindt Rasmussen
(leikbannaður)
Ikki við:
Gunnar Christiansen og Poul
Nolsøe Mikkelsen (vera ikki við
aftur í ár).
Ivasamir:
Clayton Soares (lærkrikin) og
Adeshina Lawal (lærskaddur)
Ikki við: Karstin Højgaard
(skaddur restina av
kappingarárinum) og Rói
Danielsen (farin niður)
Við aftur: Símin Hansen (slapp
ikki at spæla ímóti HB) og Símun
Samuelsen (eftir skaða)
Ivasamir: Rasmus Dan Sørensen
og Gunnar Haraldsen
Ikki við:
Teitur Justinussen og Heine
Mortensen (farnir niður í
lestrarørindum)
Ikki við:
Álvur F. Christiansen
(burturstaddur)
Ivasamur:
Pauli G. Hansen (mjødnin)
Við aftur:
Brian Jacobsen (eftir leikbann)
Soleiðis hevur tað verið seinastu
ferðirnar. HB hevur ikki vunnið
síðani sjeynda august, tá ið TB fór
úr Gundadali við 4-1 tapi. Síðani
tá hevur úrtøkan verið trý tap og
tveir javnleikir.
Málið hevur verið at vinna
fjórða plássið og harvið rættin
at spæla altjóða fótbólt næsta
summar. 2-1 tapið á heimavølli
ímóti AB kendist bæði sum
eyðmýking og øgiligur skelkur, tí
nú er europeiska atgongumerkið
langt burtur.
– Tað eri eg, sum seti liðið, og
tað eri eg, sum skal syrgja fyri, at
spælararnir og liðið avrika soleiðis,
sum vit eiga at gera. Ímóti AB var
tað avgjørt ikki nóg gott. Vit kundu
havt skorað fleiri mál longu í fyrra
hálvleiki. Tað gjørdu vit ikki, og so
endaði tað soleiðis, sum tað gjørdi.
Í vikuni hava vit tosað saman og
fyrireika okkum, og nú fokusera
vit á avbjóðingina á Svangaskarði.
Tíbetur er lagið undir venjing
framvegis gott, sigur Jan C. Dam,
venjari hjá HB.
Kennir tú teg hóttan í starv
inum?
– Tað hugsi eg als ikki um. Vit
arbeiða støðugt, og eg eri vísur í, at
avrikið verður væl betri á Toftum,
enn tað var ímóti AB, sigur HB
venjarin.
Eftir at hann var burturstaddur
síðsta sunnudag, er B68 venjarin
Eliesar Olsen aftur tøkur, og málið
er tað sama, sum tað hevur verið
alt kappingarárið.
– Vit arbeiða fram ímóti at vinna
ein dyst í hesum kappingarárinum,
og vit ætla og vóna, at tað fer at
eydnast ímóti HB.
B68 hevur ikki vunnið úrtøku
síðani 19. juni, tá ið úrslitið var 1-1
á heimavølli ímóti Skála.
B36 ætlar sær bronsuna
B36-NSÍ: EILER RASMUSSEN
SUNNUDAGIN KL. 17.15
Sunnudagin misti NSÍ takið á
hinum báðum liðunum, sum teir
í Runavík seinastu vikurnar hava
kappast um oddasessin við.
– Nú er setingurin hjá okkum
fyrst og fremst at varðveita triðja
plássið. Tað snýr seg um at vinna
okkara dystir, tí vit kunnu einki
gera við KÍ og Víking, sigur NSÍ
liðformaðurin Klæmint A. Olsen.
Tað eru seks stig frá NSÍ og aftur
til B36, sum sunnudagin megnaði
2-2 í Klaksvík, har marginalirnir ikki
vóru við tvífaldu meistarunum,
sum fleiri ferðir raktu stólparnar
aftanfyri KÍ málverjan:
– Aðalmálið er framvegis at
varðveita fjórða plássið og harvið
rættin at taka lut í altjóða fótbólti
næsta summar. Nú eru vit væl fyri
í tí kappingini. Tað er neyðugt at
vinna í minsta lagi ein dyst aftrat,
og vit eru sera uppsettir. Tvær
tær næstu ferðirnar eiga vit NSÍ í
Gundadali og síðani Víking í Gøtu.
Lagið er gott undir venjing, og
tað er stór kapping um plássini á
liðini, so vit gleða okkum, sigur B36
venjarin Eyðun Klakstein.
Hetta verður síðsti dysturin
í hesum umfarinum. AB eigur
heimadystin ímóti KÍ klokkan 15.
Tí verður tað ikki fyrr enn klokkan
17.15, at fyrsta bríkslið verður í
Gundadali.
AB ætlar at siga
farvæl við manér
AB-KÍ: DAGFINN FORNÁ
SUNNUDAGIN KL. 15.00
Hóast tað á pappírinum framvegis
er møguleiki fyri, at AB kann
sleppa undan niðurflytingini,
so verður tað ikki roknað við tí
møguleikanum, ið er treytaður
av, at AB skal vinna allar tríggjar
dystirnar, og at Skála ikki megnar
at vinna nakað stig aftrat.
– Vit hugsavna okkum um av
bjóðingina sunnudagin, tá ið vit
fáa vitjan av FM favorittunum í
KÍ. 2-1 sigurin á HB í Gundadali var
kærkomin. Vit hava alt kappingar
árið havt eina kenslu av, at tað
býr meiri í okkum, enn úrslitini
hava víst. Ímóti HB eydnaðist
tað, og nú er setingurin at enda
kappingarárið væl. Avbjóðingin
er risa stór, og spælararnir eru
spentir. Tað varð ikki roknað við,
at møguleikin var nakað serligur
fyri at vinna stig ímóti HB, KÍ, NSÍ
og Víkingi. Í fyrstu royndini vunnu
vit fulla úrtøku, og nú fáa vit at
síggja, hvussu tað verður ímóti KÍ,
sum vit fyrr í ár megnaðu 1-1 ímóti
á Argjum, sigur AB venjarin Trygvi
Mortensen.
Tað kann roknast við, at KÍ fer
at hava nógv viðhaldsfólk við sær
á Argir?
– Tað ger avbjóðingina bara
meiri spennandi. Hjá okkum ræður
um ikki at hava KÍ og teirra FM
møguleika í huga.
Yngsti maður á KÍ liðnum er
miðvallarin Jákup B. Andreasen,
sum rættiliga hevur vunnið fast
pláss millum teir fyrstu ellivu:
– Tað var sera týdningarmikið,
at vit vunnu eitt stig ímóti B36.
AB, B68 og ÍF bíða i trimum
teimum seinastu umførunum, og
allar avbjóðingarnar eru ymiskar.
Hjá okkum ræður um at taka
avbjóðingina ímóti AB í tí álvara,
sum hon hevur uppiborið. At tað
verður stórur biti, minti AB okkum
um síðsta sunnudag, sigur KÍ
miðvallarin.
KÍ
ÍF
AB
TB
SKÁLA
Effo-deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
KÍ
24
17
3
4
54
22
+32
54
2
Víkingur
24
16
4
4
53
24
+29
52
3
NSÍ
24
16
1
7
53
32
+21
49
4
B36
24
12
7
5
39
24
+15
43
5
HB
24
10
6
8
37
27
+10
36
6
ÍF
24
9
4
11
39
51
-12
31
7
TB
24
7
5
12
28
41
-13
26
8
Skála
24
6
5
13
21
37
-16
23
9
AB
24
3
6
15
26
41
-15
15
10 B68
24
0
7
17
19
70
-51
7
1 = Heimasigur X = javnleikur 2 = Útisigur
Víkingur – TB
ÍF – Skála
B68 – HB
AB – KÍ
B36 – NSÍ
KENDI TIPPARIN
Álvur Haraldsen
myndamaður
Kendi tipparin hesaferð:
Seinast tippaði Árni Gregersen, tíðindamaður.
Hann hevði tríggjar rættar.
Árni Gregersen tippaði HB – AB 1 (1 – 2), Víkingur – NSÍ 1 (2 – 0),
TB – ÍF X (3 – 2), KÍ – B36 X (2 – 2) og Skála – B68 1 (5 – 1).
MYND: ÁLVUR HARALDSEN