Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. SEPTEMBER 2016 SOSIALURIN 112 36 Politiið í londum, sum kalla seg framkomin og siðmentað, hevur fingið sær tann ósið at skjóta og drepa yvirgangsfólk, sum drepa fólk. Hvagar er rættartrygdin farin í londum, sum annars ikki hava deyðarevsing? Deyðarevsing hava tey ikki, tí hon er primitiv, siga tey. Hon er annars nógv bíligari enn at brúka milliardir skattakrónur upp á fólk, sum samfelagið hevur ikki brúk fyri og eingin skoytir um uttan ørvitiskvinnur, sum vilja giftast. Men nú kemur deyðarevsingin, uttan dóm, sníkjandi gjøgnum neyðdyrnar, sum fyrr bara kundu latast upp innanífrá. Vit eru aftur har, sum tey vóru í kovboyaralandi fyri 130 árum síðani. Skjót fyrst og bið um innlit aftaná. Tann deyði fær ikki svarað. Tíbetur var hesin óskikkur ikki komin í Noregi, tá Breivik drap frá báðum hondum. Hann varð ikki avrættaður á staðnum. Eingin politistur tók av freist­ ingini at skjóta heysin av norska kross­faranum. Og tey harra­ boðini hevði politiið heldur ikki. Breivik varð tikin upp á gamla mátan. Til alla lukku fyri norska skattgjaldaran, sum sleppur at brúka hundraðtals milliónir upp á fangan. Eisini foreldrini hjá teimum, sum hann beindi fyri, noyðast at lata tíggjund. Og lata hann skjóta seg afturfyri, tá hann um nøkur ár sleppur út aftur, tí hann hevur tað so ringt, har sum hann er nú. Sum ofta áður skrivað, mannarættindini eiga hann og hansara líkar. Men í nøkrum londum er politiið nú farið at skjóta yvirgangsfólk. Tað hevur so við sær eina drúgva kanning hvørja ferð fyri nakrar milliónir skattakrónur. Men verri enn so eins nógvar krónur, hevði politiið ikki skotið fyri at drepa, men bara fyri at ræða. Annars er støðan tann sama. Eingin statsleiðari torir at gera nakað fyri at steðga yvirganginum. Tey ræðast rasismustemplið hjá teimum nýfrelstu. Gamaní standa tey og lippa, stats­ leiðararnir, hvørja ferð, yvirgangur er. Nú skal okkurt gerast, hetta ber ikki til í okkara landi. Vit, sum elska frælsi og demokrati. Nú skal hann steðgast, yvirgangurin. Tvass, hann verður ikki steðgaður. Tíverri verður Donald Trump heldur ikki forseti i USA. Og so ræðast fólk og ógvast við, tí flokkar, sum veruliga vilja royna at steðga yvirganginum, fáa so stóra undirtøku hjá teimum, sum helst vilja sleppa undan yvirganginum. Sjálvandi velja fólk nú politikarar, sum vilja og tora at verja fólk móti yvirgangi, religiørum ørskapi og fanansskapi. Sum vilja, men ikki bara lata standa til. Politikarar, sum hugsa um fólkið, sum eigur landið, tey verða vald. Vit bakka og bakka líka til vit bakka út av tromini, segðí rasisturin. Hon hevði púra rætt, tíverri. Hatta við at skjóta er annars eitt løgið fyribrigdi, millum annað í amerikonskum filmum. Reyvarholini skjóta altíð fyrst, men raka ongantíð. Tey góðu skjóta so aftur og raka hvørja ferð. Bølmennini og bølkvendini hava fjórðings ævinleika at sikta, men raka ikki. Hetjurnar snara sær á og skjóta, uttan at sikta, og raka sjálvandi. Men hetta er filmur. Veruleikin er ein annar. Í veruleikanum raka tey óndu eisini fyrstu ferð. Lívið er høpisleyst sum tey siga alt annað líka líka høpisleyst sum at vaska rútar (líka skitnir aftur dagin eftir), skræða upp illgras (er har aftur dagin eftir) og umseta William Heinesen til føroyskt (hansara danska er partur av skaldskapinum). Og minnist til at krevja tykkara av Føroyum. Føroyar eru til fyri tykkum, ikki øvugt. Næstu ferð, føroysk ítróttarfólk marsjera saman við donskum, kunnu tey bera eitt borðflagg við bláum krossi. Drep og spar milliardir Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 Høgni Djurhuus MYND: HEINESEN MYNDIR Ári Danielsen Yrki: Pilot Bústaður: Keypmannahavn Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin? Pilot Hvat átti hitt kynið at vita um títt kyn? Vit duga ikki at lesa tankar. Hvat áttu børn at vita um tað, at vera vaksin? Tað er ikki so nemt sum tað sær út til, men man sleppur sjálvur at bestemma nær man etur bomm Hvat var tann seinasti dreymurin tú gjørdi til veruleika? Tá eg enduliga fekk starv sum pilot fyrr í ár, eftir at hava kempa fyri tí í nøkur ár / Um tú tordi, so hevði tú….. ... hoppa fallskerm Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað? Um ongin religión var til Nær vart tú seinast veruliga ovfarin? Tá eg sá at Høgni Jacobsen stillar upp til kommunuvalið, fyri Sambandsflokkin Tað seinasta tú hevur lært er, at …. Læri nógv nýtt hvønn dag í mínum arbeiði, sum er for tekniskt og óintresant at skriva her Tann støðugt ringa samvitskan snýr seg um, at tú? Ikki fái uppí lag at fara í fitness Enda setningin: Føroyar áttu….. ... at gjørt Heðin Mortensen til kong