hósdagur 29. september 2016síða 42
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
4
September 2016
30
Árni Gregersen
Varðin í Gøtu hoyrir til mastodont
arnar í føroyskum vinnulívi.
Í uppsjóvarvinnuni er felagið á
odda við fýra skipum og við stórari
verksmiðju á Tvøroyri. Harumframt
eigur felagið stóran part í Faroe Ori
gin, sum er í botnfiskavinnuni undir
Føroyum.
Í fjør lupu 185 milljónir krónur av
eftir skatt hjá Varðanum, sum er
móðurfelagið í konsernini, og egin
peningurin nærkast milljardini. Meira
enn 300 fólk starvast hjá felagnum
og dóttirfeløgunum.
Í Føroyum eru tað bert trý feløg
hjá Bakkafrost, sum hava størri avlop
enn Varðin.
Men tað lá ongantíð í kortunum, at
hetta skuldi gerast eitt so ógvusligt
vinnuævintýr.
Tí sannleikin var tann, at menn
miðskeiðis í áttati-árunum óttaðust
at bygdin kanska fór at dragna
afturút, tá ið tað snúði seg um skip.
Hettar var tá ið svartkjaftur var
eitt heitt evni og tí leitaðu tankarnir
til at gera eitt skip, sum av álvara
kundi fáa lut í hesum fyri okkum tá
so ókenda tilfeingi.
Tankarnir í Gøtu gjørdust til
handling og menn savnaðu meira
enn átta milljónir krónur saman til
eginpening til eitt nýtt skip.
Men tá í tíðini skuldu loyvir,
innflutningsloyvir og veðhald til
fyri yvirhøvur at fáa fatur á einum
nýggjum skipi.
Ferðin var øtilig á búskapinum.
Atli Dam var løgmaður og hann fekk
gjørt ein skipapakka, sum skuldi
tryggja, at fiskiflotin var endurnýggj
aður og hann gav veðhald og
loyvir til meira enn 16 nýggj skip.
Millum hesi skipini var eisini
Tróndur í Gøtu, sum var nótaskip
og trolari. Tað vil siga, at hann var
útgjørddur til bæði at veiða upp
sjóvarfisk, sum gekk í torvum og
at trola uppi í sjónum eftir fiski,
sum gongur meira spjaddur.
Svartkjafurin
Í áttati-árunum var nógv gjørt við
at tosa um og finna loysnir uppá,
hvussu svartkjaftur kundi gerast til
matna.
Í fiskivinnuni vistu øll, at nógv var
til at hesum fiskaslag, men tað var
ongantíð eydnast at fáa nakað ser
ligt burturúr hesum fiskaslag.
Fleiri hildu, at hetta var fiskur, sum
nógv kundi fáast burturúr og fleiri
vildu eisini fegin byggja skip til hetta
endamál.
Bæði Andrias í Hvannasundi og
fleiri onnur skip í skipapakkanum
umframt Trónd í Gøtu skuldu eftir
ætlan liva av hesum tilfeingi.
Á landi var eisini arbeitt við at gera
virkir at virka hendan svartkjaftin. Á
Bakkafrost var arbeitt við hesum og
Dyllu-verkætlanin í Kolalfirði skuldi
eisini vinna surimi úr svartkjafti.
Tá ið Tróndur í Gøtu fór undir at
veiða svartkjaft var siglt til lands við
fiskinum. Tað sum skuldi arbeiðast
til matna, skuldi vera so fekst sum
til bar.
Men tað vísti seg beinanvegin, at
bæði fiskiskapurin og prísirnir svíkja.
Men eitt sindur bjartari sá út, tá ið
prísurin á svartkjaftafarsi fór upp.
Bakkafrost framleiddi fars og
prísurin fór nógv upp. Góði mark
naðurin fyri hesi vøru var stóri týski
matvørumarknaðurin, men tað vísti
seg skjótt, at ein annar trupulleiki tók
seg upp, sum onki hevði við sjálva
svartkjataveiðuna ella svartkjafta
framleiðsluna at gera.
Um hetta muindi vóru føroyingar
og Føroyar komin í ringt orð fyri at
drepa grind. Tíðliga í áttati-árunum
vendust altjóða eyguni móti Føroy
um og sum árini gingu, so herjaðu
umhvørvisfelagsskapirnir á móti
grindadrápi í Føroyum.
Í 1986 vitjaði Paul Watson her
fyrstu ferð og sum tíðin gekk, so
valdu aðrir umhvørvisfelagsskapir
eisini at venda sær móti Føroyum.
Hetta gjørdi, at góði marknaðurin
fyri svartkjaftafarsi í Vesturtýsk
landi meira ella minni fór fyri bakka.
Prísurin fór úr 14 krónum fyri kilo
niður í átta krónur fyri kilo.
Tung ár
Komandi árini vóru ógvuliga tung
hjá felagnum og tað gekst illa at fáa
raksturin at bera seg, men les meira
um tað aðrastaðni her á síðunum.
Tað stóð nógv á, men í 1990
gleppur og fyri fyrstu ferð síðan
Tróndur í Gøtu kom í flotan, er javn
vág í rakstrinum.
Komandi árini vóru sera góð –
so góð at í 2002 var Finnur Fríði
bygdur fyri 156 milljónir krónur og
seinni nýggi Tróndur í Gøtu fyri á
leið 260 milljónir krónur.
Síðani eru bæði Jupiter og
Tummas T komin afturat og tey
fýra skipini eru nú flotin hjá Varð
anum.
FRAMSKYGNI Í 1985 HEVUR GIVIÐ METÚRSLIT SEINASTU ÁRINI,
MEN NÓGVAR TUNGAR BREKKUR VÓRU Á VEGNUM
Varðin
Áræði og skipapakkin
grundarlagið undir
stórreiðarínum í Gøtu
Tankarnir í Gøtu gjørdust til
handling og menn savnaðu meira
enn átta milljónir krónur saman
til eginpening til eitt nýtt skip