hósdagur 29. september 2016síða 43
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
5
September 2016 30
Um Almannaverkið
Fleiri enn 800 starvsfólk úr 16 ymsum starvsbólkum hava sín gerandisdag í Almannaverkinum. Yrkisdugnaskapur er undirstøðið
undir allari tænastuni hjá stovninum og Almannaverkið leggur alstóran dent á samstarv tvørtur um fak, nýhugsan og menning
av arbeiðsgongdum. Almannaverkið vil gera mun við bestu og mest framkomnu sosialu tænastunum.
Um Fakdeildina
Fakdeildin er saman við Fíggjardeildini og KT-deildini partur av
fyrisitingini í Almannaverkinum. Í fyrisitingini starvast 26 fólk og av
teimum starvast fimm fólk á Fakdeildini. Fakdeildin er stápsdeild, sum
ráðgevur leiðsluni og stovninum í fakligum og løgfrøðiligum spurningum.
Arbeiðsuppgávur
Deildarleiðarin hevur dagligu ábyrgdina av deildini og leiðir arbeiðið.
Fakdeildin hevur millum annað ábyrgd av:
•
At viðgera lógaruppskot til hoyringar og at gera innanhýsis
leiðbeiningar.
•
At menna amboð, sum stuðla málsviðgerðini og tænastuveitingini.
•
At gera vegleiðingar til málsviðgerðina á stovninum og til
tænasturnar, sum stovnurin veitir.
•
At taka avgerð í løgfrøðiligum ivamálum og tulkingarspurningum.
•
At viðgera mál, sum viðvíkja millumtjóða lóggávu á almannaøkinum.
•
At svara klagum stílaðar til stjóran.
•
At leiða innanhýsis verkætlanir, har millum annað verður arbeitt við at
lýsa broytingar á tí sosiala økinum og aðrar greiningar- og
kunningaruppgávur.
•
Eftirlitsuppgávum, m.a. at samskipa uttanhýsis námsfrøðiligt eftirlit
og heilsufakligt eftirlit
Starvið
Deildarleiðarin fyri Fakdeildina verður sett/ur fulla tíð og vísir til
fyrisitingarstjóran. Starvið verður sett frá 1. november 2016 ella eftir nærri
avtalu.
Førleikakrøv
Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni umframt viðkomandi royndir
innan almannaøkið. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur leiðsluroyndir.
Væntanir
•
Væntað verður, at tú hevur áhuga fyri at arbeiða í einum fjøltáttaðum
fakligum umhvørvi og hevur góð evni at samstarva.
•
Tú kann arbeiða skjótt og sjálvstøðugt, er nærløgd ella nærlagdur og
hevur eitt jaligt sinnalag.
•
Leiðsluhugur og hegni hevur týdning, eins og eitt gott eyga fyri
trivnaðinum og menningini hjá starvsfólkunum hevur nógv at siga.
•
Rætti umsøkjarin dugir væl at orða seg í skrift og talu og stendur seg
væl undir stórum trýsti til tíðir.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvsheitið er deildarleiðari, og starvið er flokkað sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og BLF, deildarleiðari II. Starvsfólk mugu tola
broytingar í starvinum. Setanarøkið er Almannaverkið við tænastu í løtuni
á Fakdeildini á Smyrilsvegi 20, Tórshavn.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við avritum av prógvum, c.v. o.ø. skal sendast til
starv@av.fo ella til Almannaverkið, Smyrilsvegur 20, Postsmoga 3096,
110 Tórshavn. Viðmerkjast skal „deildarleiðari Fakdeildin”.
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 07.10.2016 kl. 12.00.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Jan Sjóstein, fyrisitingarstjóra á
telefon 297050.
DEILDARLEIÐARI TIL FAKDEILDINA
Almannaverkið søkir eftir einum fakliga sterkum deildarleiðara til Fakdeildina á Almannaverkinum.
ORKUSPARANDI LOYSNIR
TALVUFRAMLEIÐSLA
EFTIRLIT & VIÐLÍKAHALD
SKIPANIR & STÝRINGAR
PROJEKTERING & INSTALLATIÓN
SØLA & BÍLEGGING
Við meir enn 30 ára royndum á føroyska marknaðinum er ETV ein slóðbrótari
innan føroyska el-vinnu. Síðani 1982, tá ið El-Talvuvirkið í Gøtu varð sett á
stovn, hevur høvuðsvirksemi hjá felagnum verið innan talvur og talvufram-
leiðslu, og hevur felagið eisini ment seg munandi síðani. Í dag bjóða vit
eina víða røð av tænastum innan orku sparing, installatión, projektering,
automatión, framleiðslu, eftirlit eins og viðlíkahald og sølu.
EL TALVUR
AUTOMATIÓN
OPTIMERING
Sp/f El-Talvuvirkið
Tróndargøta 18
FO-512 Norðragøta
Faroe Islands
+298 47 77 33
etv@etv.fo