Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 44

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 6 September 2016 30 Árni Gregersen Gamli Tróndur í Gøtu var byrjanin til risafyritøkuna Varðan í Gøtu. At tað skuldi ganga so gott, at fel­agið í dag er ein risafyritøka í fiski­ vinnuni, sást ikki tey fyrstu mongu árini eftir at skipið kom til Føroyar. Svartkjaftur var lyklaorðið, tá ið skip­ið var bygt, men tað vísti seg skjótt, at hetta ikki var nóg mikið, so reiðarríið kundi gjalda hvørjum sítt. Tróndur í Gøtu var fíggjaður gjøg­ num svenska PK-Fin­ans. Fyrstu árini vóru nógvir kreppu­fundir hild­nir við svenska bankan, sum eis­ini slapp felagnum undan at gjalda av­dráttir í tveir árs­fjóð­ingnar, men tað gekst fram­vegis illa. Príshækkingin á svart­ kjafta­farsi hjálpti eitt stutt skifti, men ikki nóg mikið. Nýggj ráð máttu takast og tað endaði vð, at manningin játtaði at minka hýrurnar – fyrst og fremst tí teir allir áttu í skipinum. Fak­feløgini bardust ímóti, at sáttmálin ikki var hildin, men manningin helt fast við sítt, so hettar helt fram. Parturin hjá manningini var settur niður úr 20 í 16 prosent. Knívin á barkan Hetta gav ein skáa og ger­and­is­ dagurin gjørdist lættari í nakrar mán­ aðir, men tá ið komið var inn í 1988 stóð aftur fast. Nú hevði svenski lángevarin mist trúnna uppá sjálva verkætlanina. Reiðarin fær tey tungu boðini, at skipið skal í fútarættin til tving­sils­ sølu. Tíbetur hendir tað, at føroyski sak­førarin, sum umboðaði svenska lángevaran, bað um at fáa rætt­ar­ fundin útsettar í fimm dagar, tí hann skuldi uttanlands á fund. Rættarfundurin var útsettur og reiðarin og eigararnir lógu ikki á boðunum. Hesir dagarnir vóru brúktir at fáa eyka pening til vega. Teir tosaðu við Føroya Banka, sum lovaði at yvirtaka fíggingina sam­an við real­inum, kundu eigarar­ nir veita trygd fyri 3,5 milljónum krónum afturat. Hóast eigararnir, sum flestir sigldu við Tróndi í Gøtu, longu framm­anundan høvdu veitt trygd fyri nógv­um pengum, so løgdu teir aftur 200.000 krónur afturat trygdini. 200.000 krónur var nógvur peningur í 1988. Onkur, sum sigldi við skipinum, men sum ikki átti í, veitti eisini trygd fyri 200.000 krónurm, so tilsamans var eyka trygd uppá 3,5 milljónir krónur veitt. Hóast endurfíggingina, so gekk tað framvegis tungt, men tá ið komið var inn í níti-árini fór at ganga framá. Raksturin bar seg og peningur kundi leggjast til síðis. Men sum Jákup Jacobsen, reiðari, hevur sagt tað: - Tað avgerandi var, at allir, sum vóru við, stóðu saman, tá tað leikaði á. Allir kendu tað sum sítt skip. Allir vildu stríðast fyri at fáa tað at bera til, og allir vildu taka sín part av váðanum á seg. Í dag eru 11 partaeigarar í reið­arí­ num, sum nú ikki bert hevur skip í upp­sjóvarvinnuni, men eisini hevur sett pening í fleiri aðrar fyritøkur kring um í Føroyum. TÍÐIN VIÐ BERT EINUM SKIPI VAR TUNG OG HÓTTANDI FYRI TEY, SUM HØVDU SETT PENING Í FISKIVINNUNA Varðin Vóru á veg í fútarættin - sluppu við skrekkinum - Tað avgerandi var, at allir, sum vóru við, stóðu saman, tá tað leikaði á. Allir kendu tað sum sítt skip Gamli Tróndur í Gøtu, ið varð bygdur í Noreg í 1986