Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-09-29, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. september 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 8 September 2016 30 Eyðfinn Reyðberg Øll byrjan er torfør, og mangan kann standa nógv á á vegnum, men verður vunn­ið á torføru avbjóðingunum gerst fyritøkan sterkari, og nátt verð­ ur longur fram á leið. Hetta kann veruliga sigast um felagið Varðin í Gøtu. Árs­rokn­skap­ urin fyri 2015 var tann 28 í røðini frá felagnum, og ongantíð áður hevur tað gingist betri hjá Varðanum, enn júst nú. Úrslitið áðrenn skatt í 2015 var eitt avlop uppá 254 milljónir krónur, og sum er 55 milljónir krónur betri enn í 2014, tá úrslitið áðrenn skatt var 199 milljónir krónur. Framgongd á øllum økjum Verður hugt eftir ymisku tøl­ununum og lyklatølunum hjá fel­agnum sæst, at støðug fram­gongd hevur verið á øll­um økjum í meir enn 10 ár. Hesi seinastu 10 árini hev­ur Varð­ in havt heilar 880 mill­jón­ir krón­ur í avlopi eftir at skatt­ur og ymiskt avgjøld til lands­kassan eru goldin. Samlaða eginognin í sam­tak­inum í dag nærkast einari milljard kró­n­ur, tá eginognin við árslok 2015 var 944 mill­jón­ir krónur. Hetta er eftir at Varðin sein­astu tvey árini nú loksins eftir 26 ár er far­ in at útgjalda vinningsbýti til eig­arar sínar. Fyri 2014 og 2015 eru sam­ anlagt 70 milljónir krónur gold­nar í vinningsbýti til eigararnar av Varð­ anum, sum øll eru føroyingar. Útgjaldið av hesum vinn­ings­býti, hev­ur givið føroyska lands­kass­ anum 25 milljónir krónur í vinn­ings­ být­is­skatti. Gjalda nógv í skatti Hóast tann føroyski partafelags­ skatt­urin bert er 18 prosent, so er tann effektivi skatturin hjá Varðanum nógv hægri. Við støði í úrslitinum hjá sam­tak­ inum Varðin fyri 2014 og 2015 sæst, at effektiva skattaprosentið hjá fel­ ag­num hevur verið ávikavist 41 og 36 prosent. Hetta kemur fram á tann hátt, at saml­aða úrslitið áðrenn skatt hevur verið samanlagt 562 milljónir krónur fyri tey bæði árini 2014 og 2015. Av hesum er goldið 69 milljónir krón­ur í vanligum partafelagsskatti, um­framt at avsettar eru 14 milljónir krónur til skatt, ið skal gjaldast seinni. Afturat hesum kemur tilfeingis­ gjøld og tilfeingisskattur til før­oyska landskassan, samanlagt 132 mill­jón­ ir krónur fyri 2014 og 2015. Sostatt hev­ur Varðin goldið samanlagt 215 miljónir krónur í skattum og av­gjøld­ um til almenna kassan sein­astu tvey árini. Hetta svarar til eitt eff­ektivt skatta­prosent uppá 38, ið er meir enn tað tvífalda av vanliga parta­fel­ ags­skattinum. Gera íløgur og skapa meirvirði Varðin hevur í dag meir enn eina hálva milljard krónur í tøkum gjald­ føri á bók. Rentuberandi bankaskuld­ in við árslok 2015 var 412 milljón­ir krónur, sum felagið kann gjalda alla sína skuld, og framvegis hava nóg mikið av tøkum gjaldføri. Felagið hevur gjørt stórar íløgur seinastu árini, og seinasta fimm ára tíðarskeiði frá 2011 til 2015 eru saml­ aðu íøgurnar hjá samtakinum meir enn 600 milljónir krónur. Ein av stóru íløgunum Varð­in hev­ur verið und­an­gongu­felag fyri er Varðin Pel­agic á Tvøroyri. Talan er um eina samlaða íløgu uppá 300 mill­jónir krónur, og at hetta hev­ur eydnast væl er sjón fyri søgn. Avlop hev­ur verið á hvørjum ári hjá Varðin Pel­agic á Tvøroyri síðan byrjan í 2012, har samlaða avlopið áðrenn skatt hesi fýra árini hevur verið 135 mill­jónir krónur. Trífalda starvsfólkatalið Í rættuliga mong ár var Varðin eitt samtak, ið hevði rakstur av skipum í uppisjóvarvinnuni, men seinastu árini hevur felagið víst, at tað við hepni hevur eydnast at gera íløgur í avleidda vinnu, við góðum avkasti. Starvsfólkatalið hjá samtak­inum er soleiðis trífaldað seinastu fimm árini úr 108 starvsfólkum í 2011 upp í 320 starvsfólk í 2015. Lønarútgjaldingarnar eru í sama tíðarskeiði farnar úr 128 milljónum krónum í 2011 upp í 230 milljónir krón­ur í 2015. Hetta gevur eina ár­ liga meðalløn uppá 720.000 krón­ ur til hvørt av teimum 320 starvs­ fólkunum hjá samtakinum. Ársins virki Sum lyklatøl og talvur vísa, so hevur Varðin í Gøtu havt ógvuliga stóra fram­gongd seinastu mongu árini. Fel­ag­ið hevur gjørt stórar íløgur í nýggja framleiðslu, ið hevur kast­að nógv av sær bæði til felag, lokal­ øki, arb­eiðspláss og samfelag­ið alt. Felagið er 100 prosent før­oyskt fel­ag, við framskygdum og toln­um íleggj­arum, sum verður torført at koma uttanum, tá ársins virki skal kjós­ast. TAÐ ER ALTÍÐ STÓRUR SPENNINGUR, TÁ VINNUHÚSIÐ KJÓSAR SÍNA BETU FYRITØKU, MEN HESAFERÐ ER TAÐ SERLIGA EIN FYRITØKA, IÐ TORFØR AT AT KOMA UTTANUM Varðin Varðin ikki til at koma uttanum Varðin P/f Umsetningur 2010 – 2015 í tkr. 0 200000 400000 600000 800000 1000000 1200000 2010 2011 2012 2013 2014 2015 Varðin P/f Starvsfólkakostnaður 2010 – 2015 í tkr. 0 50000 100000 150000 200000 250000 2010 2011 2012 2013 2014 2015 Varðin P/f Avlop áðrenn skatt 2010 – 2015 í tkr. 0 50000 100000 150000 200000 250000 300000 2010 2011 2012 2013 2014 2015 Varðin P/f Eginogn 2010 – 2015 í tkr. 0 100000 200000 300000 400000 500000 600000 700000 800000 900000 1000000 2010 2011 2012 2013 2014 2015