Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-10-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. oktober 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Til sølu Síða 10 Hetta selja føroyingar Mortan enni Bloggur síða 6 Smyril og Kring­ varpið Fíggjarlógaruppskotið, sum varð lagt fram á løgting fríggjadagin, vís­ir eitt avlop upp á 112 milliónir krón­ur. Hóast hetta er aðru ferð, at Krist­ina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú, legg­ur fram fíggjarlógaruppskot, so má hetta kortini sigast at vera svein­a­stykki hennara, tí í fjør hevði hon ikki so nógv tíð at fyrireika seg til eitt egið uppskot. Jørgen Niclasen, fyrrverandi fíggj­ar­mál­a­ráðharri, segði í síni fyrstu við­merking, at nýggja lands­ stýr­ið var komið til skorin klæði – men at klæðini passaðu ikki. Samanberingin um at koma til skor­in klæði var kanska ikki tann mest hóskandi, tí skorin klæði passa. Gamaní byggir hendan sam­ gong­an, eins og aðrar undan henni, á tað, sum samgongur framm­an­ und­an hava gjørt. Ein partur av grundarlagnum frá und­anfarnu sam­gongu er for­ skatt­ingin av pen­sjón­u­num. Og tað er ikki hiss­ini inntøka, sum á hend­an hátt er flutt fram í tíð. Í fíggj­ar­lóg­ar­upp­skot­i­num hjá lands­stýrinum verður rokn­að við 300 mill­i­ón­um í inntøku av for­ skatt­ingini av pensjónini. Hetta er ein skipan, sum Kristina Há­foss sum andstøðupolitikari var hart ímóti og skuldi rulla aft­ur. Tað verður einki nevnt um tað í fíggj­ ar­lóg­ar­upp­skot­inum, tvørturímóti verð­ur roknað við at upphæddin fer at vaksa til 305 milliónir í 2018 og 310 milliónir krónur í 2019. Tað er skilligt, at tað er ikki so ein­falt at rulla eina slíka skipan aft­ur. Og tað er hevur væl sakatans eis­ini sína orsøk, at eingin heldur tos­ar um at rulla flatskattalættan aft­ur til tað, sum hann var í 2011. Hetta merkir helst bara tað, at ein nýggj samgonga byggir á herð­ ar­nar á teirri undanfarni, at Aksel bygg­ir á herðarnar hjá Kaj Leo og at Krist­ina byggir á herðarnar hjá Jørg­eni. Sveinastykkið verður tó at fáa øll tøl­ini at ganga upp – eisini tá at­ kvøð­ast skal í Løgtinginum. Samgongan er ein minni­luta­ sam­gonga, sum fær stuðul frá Sonju Jógv­ansdóttir. Men tað kann verða dýrt, bæði í pengum men eis­ ini pol­itiskt, at grunda politikkin á eitt so veikt mandan, sum hana. Tí er nógv meira hugsandi, at sam­ gong­an fer at royna breiðu semj­ una. At hon fer at lora og geva í fíggj­ar­nevndini, so andstøðan ver­ u­liga fær sett síni fingramerki á. Tá fáa vit uttan iva tryggari pol­it­isk viðurskifti – sum andøva í­móti harða rákinum í búskapinum. samstarv og skorin klæði Rundir dagar Mikudagin 5. oktober fyll­ir Ejler Djurhuus, við Rangá, Trongisvágur, 90 ár. dagurin verð­ur hildin á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimið, frá kl 14-17, øll eru hjartaliga væl¬ kom­in. Fríggjadagin 7. oktober fyll­ir Elisabeth Maria Sof­ía Eg­ils­ trøð, vanliga nevnd Bettemi, Eiði, 90 ár. Dagurin verður hild­in í Ítróttarhøllini á Eiði frá kl. 18.00. Øll eru hjarta­liga vælkomin. Hósdagin fylti Heri Jo­ensen, prestur í Suð­ur­streym­oyar vestara presta­gjaldi, seksti. Heri er svínoyingur, son­ ur Fríðgerð og Heina Jo­ ensen. Fríðgerð var ættað úr Heimistovu í Svínoy, og Heini var ættaður har Heimi í Svínoy. Heri eigur eina systur. Hon eitur Anna Jórun Heinadóttir, og hon býr í Havn. Heri gekk í barnaskúla í Svínoy. Hann tók real­ prógv í Hoydølum í 1974, og í 1977 tók hann nýmálsligt studentsprógv. Eftir árini í Hoydølum var Heri vikarur í Svínoy í eitt ár. Í 1978 fór hann undir gud­ frøðislestur á gudfrøðisdeildini á Fróð­ skaparsetri Føroya. Í 1981 fór Heri til Íslands, har hann helt fram við lestrinum á Háskúla Íslands. Hann leyk gudfrøðisligt embætisprógv í Reykjavík miðskeiðis í áttati árunum. Umframt gudfrøðislesturin leyk Heri eisini prógv í sálarfrøði og námsfrøði í Íslandi. Heri er giftur við Birna Steingrímsdóttir, sum er ættað úr Íslandi. Birna og Heri eiga tvey børn: Heini (1990) og Bryndis (1994). Árnini 1989 til 1998 var Heri prestur í Vági. Síðani 1998 hevur hann verið prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi Andlát Regin Hansen, Tórs­havn, andaðist á Lands­sjúkra­húsi­ num fríggjadagin 30. sep­ tembur, 64 ára gamal. Farið verður úr lands­sjúkra­hús­ kap­ellinum týs­kvøld­ið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl. 14. Sanna Joensen, fødd Pet­ er­sen, ættað úr Vági, and­ aðist í Keypmannahavn 23. sep­tember. Jóna á Horni, Fugla­fjørð­ ur, andaðist á Klaksvíkar sjúkra­húsi sunnudagin 25. sep­tember, 76 ára gomul. Frans av Assisi og Zlatan Ibrahimovic Forskattingini fyllir nógv á uppskotinum hjá Kristinu Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 3. oktober: Hesi doyðu 1226: Frans av Assisi, it­ alsk­ur munkur, doyr. Hann varð fødd­ur í 1182. Katólska sam­koman í Føroyum er nevnd eftir honum, eins og skúl­i teirra, Sankta Frans skúli í Havn. 1931: Danska tónaskaldið, Carl Nielsen, doyði hendan dagin í 1931. Hann varð føddur í 1865. Føðingardagar 1981: Svenski fótbólts­úr­ mæl­ing­ur­in, Zlatan Ibra­ himo­vic, fyllir 36 ár í dag. 2011: Hendan dagin í 2011 set­ir Helle Thorning- Schmidt nýggju stórn sína eft­ir fólk­a­tings­valið. Hon er fyrsta og higartil einasta kvinna, sum hevur verið for­sæt­is­ráð­harri. 1995: O. J. Simpson, gitni svarti am­erikanski ítr­ótt­ar­ mað­ur­in, verður frí­kend­ur fyri at hava dripið fyrr­ver­ andi konu sína og nýggja vin hennara. 1990: Týskland verður sam­eint aftur, og DDR fer í søg­una sum natión. Vest­ur­ týska flaggið verður flaggið hjá sam­einda Týsklandi. 1884: Eldur herjar Christ­i­ans­borg Slott. Ríkis­ dag­ur­in má halda sínar fundir aðr­a­staðni – heilt fram til 1918. 1789: George Was­h­ing­ton kunn­ger fyrsta Thanks­giv­ ing Day. Nøvn í dag