mánadagur 3. oktober 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
Skalt tú hava gott kjøt, skalt tú eisini verða sinnaður at taka ein vága, sigur
Jan Thomsen á Eiði, sum hevur vunnið virðisløn fyri skerpikjøt
Vilt tú hava smakk mást tú hava maðk
Áki Bertholdsen
– Skalt tú hava gott kjøt,
mást tú eisini vera til reiðar
at taka ein vága.
Tað sigur Jan Thomsen á
Eiði, sum hevur fingist nógv
við seyð í eitt mannaminni,
og er kendur fyri at gera sær
ómak fyri at fáa gott kjøt.
Tað hevur eisini hepnast
væl og eitt dømi um tað er,
at í eini kjøtkapping, Hotel
Føroyar skipaði fyri, var
kjøtið hjá Jan Thomsen
heilt greiður vinnari og fekk
fyrstu virðisløn.
Onki kraftfóður
og nógv gras
Men Jan Thomsen sigur, at
skal kjøtið eydnast, eru tað
eisini nakrar fortreytir, sum
skulu lúkast.
– Fyrst er tað kraftfóðurið.
Minni, seyðurin fær av kraft
fóðuri, betri verður kjøtið.
Tað er týðiligt, at meiri kraft
fóður seyðurin fær, meiri fær
hann av tálgafiti, sigur Jan
Thomsen.
Men tað krevur so, at tað
er nokk av grasið í haganum,
og tískil skal tað ikki meiri
seyður vera í haganum enn
at tað er nóg mikið av grasið.
Jan Thomsen sigur, at
sjálvur leggur hann dent á,
at tað skal vera so ríkiligt av
grasið í haganum, at lombini
venjast frá ærini so tíðliga
sum gjørligt.
– Tað skal vera so mikið at
grasið, at lombini lokkast at
eta gras tíðliga, heldur enn at
súgva ærina til út á heystið.
– Ærin skal hava nóg
mikið av mjólk í fyrstuni,
men longu á ólavsøku, ella
enntá fyrr, skulu lombini
verða løgst í grasið heldur
enn at súgva ærina, í hvussu
so er veðurlombini. Hinvegin
súgva gimburlombini ærina
heldur longur.
– Styttri lombini súgva
ærina, betri er kjøtið, leggur
hann afturat.
– Tað er ikki bara gott fyri
kjøtið, tað er eisini betri fyri
ærina, tí hon verður nógv
betri fyri til árið eftir, tá ið
hon ikki verður mergsogin
til út á heystið.
Jan hevur bara ærnum
í haganum kraftfoður frá
mars til mai, umframt turt
hoygg ella súrhoyggj, tá ið
kavi er, men veðranir fáa
bara gras í summarhálvuni.
Annars er ikki munur er
á turrum hoyggi ella súr
hoyggi.
– Men tað hevur stóran
týdning, at grasið er sligið
tíðliga, tí tá er fóðurvirðið
nógvar ferðir størri enn í
grasið, sum verður sligið
seint.
Fletta í lýkku
Men Jan Thomsen sigur, at
skalt tú hava gott kjøt, skalt
tú eisini vera sinnaður at
taka ein vága.
Tað merkir, at tað er best
at fletta hampiliga tíðliga
ímeðan tað enn er lýkka í luft
ini, eini átta ella tíggju stig.
– Ein eldri gjáarmaður
plagdi at siga, at vilt tú hava
smakk, so mást tú hava
maðk, sigur og Jan Thomsen
skrivar undir upp á tað er ein
ávísur sannleiki í hesum.
– Tá ið vit fletta ímeðan
lýkka enn er í luftini, fáa
vit gongd á ræsingina, sum
er altavgerandi fyri at fáa
smakk í kjøtið.
– Hinvegin svitast ikki,
at flettir tú, tá ið tað er kalt í
veðrinum, fært tú ikki maðk
í kjøtið – men tú fært heldur
ikki smakk í kjøtið, tí tað
bráðtornar, uttan at ræsa
fyrst, og tað er ræsingin, sum
gevur smakkin.
Hann veit hann eisini av
egnum royndum, tí hann
hevur onkuntíð flett so seint,
at kuldin er komin í luftina,
og tað kjøtið smakkaði av
púra ongum.
Jan
Thomsen
skivar
krovini upp á gamlan máta
– eisini tí at tað gevur eisini
betri pláss í hjallinum.
Sjálvur hevur longu flett
fitt av seyði, hóast tað er
stutt útliðið. Men so ansar
hann eftir krovunum og fer
í hjallin annanhvønn dag og
tekur eftir krovunum við
eini blásulampu, skuldi víggj
verið komið í.
Jan Thomsen brúkar ikki
modernaðar
hentleikar
í
flettingini, men flettur upp á
tann gamlan mátan.
– Eg haldi meg til tað
gamla við at tumma, tað
hevur riggað fínt, so eg síggja
onga orsøk til at broyta tað
og eg saltstroyi heldur ikki
krovini, áðrenn tey verða
hongd upp.
Sostatt brúkar Jan Thom
sen ikki elektriskt spæl til at
draga skinnið av.
– Tað havi eg ongar
royndir av, men eg havi
frætt, at er ikki altíð, tað fer
so væl við krovinum. Tað er
skjótt at tað loysnar ímillum
kjøtið og feittið, og har hevur
tað lyndi til at modna. Tað
er eisini skjótt at paða, tá ið
spæl verður brúkt.
– Tann, sum hevur eitt
gløgt eyga, sær alt fyri eitt
um talan er um eitt gott krov,
ella ikki, tí tað góða kjøtið
hevur tær hvítu strípurnar
eftir rygginum og síðurnar
eru reyðar. Tey góðu krovini
grønka eisini í hjallinum,
sigur Jan Thomsen.
Beinanvegin í hjallin
Men skalt tú hava gott kjøt,
krevur tað sjálvsagt eisini
ein góðan hjall.
Sjávur hava Jan og tey
bygt ein hjall upp á gamlan
máta við rimum í, upp og
niður.
– Vit hava ikki flugunet í
hjallinum og vit hava heilar
níggju millimetrar ímillum
rimarnar, so tað er góður
gjóstur í hjallinum. Hinvegin
stendur ongin ætt beint á, so
tað er ongantíð stormur í
honum.
Tað eru nógv, sum hava
eina turkatrúgv upp á, at
skal kjøtið verða gott, skulu
krovini hanga við oljufýrið
í kjallaranum í einar tveir,
tríggjar dagar fyri at fáa
gongd á ræsingina, áðrenn
krovið verður hongt í kjallin.
Tað brúka Jan Thomsen
og tey ikki, eisini tí at tey
hava góðan hjall, og tað er
høgligari at hongja krovini
í hjallin alt fyri eitt – og
tað riggar væl, leggur hann
afturat.
Heilsufrøðiligu myndug
leikarnir mæla eisini staði
liga frá at lata kjøtið hanga
í kjallarnum, tí tað økir um
vandan fyri boutulismu, sum
er beinleiðis lívshættiligt at
fáa í kjøtið.
Hinvegin ivast Jan Thom
sen ikki í, at tað besta kjøtið
er av seyði, sum liggur høgt.
– Tað besta kjøtið er av
seyðinum, sum hevur gingið
heilt uppi í hæddunum, eitt
nú á Gráfelli, sum er 854
metrar høgt.
– Tað er valla heilt niðan
og har hava vit 42-43 ær
gangandi. Har er arktiskt
veðurlag, tí miðalhitin er
undir 10 stig teir heitastu
mánaðirnar. Tað er ikki van
ligt gras haruppi, men mest
av mosa og øðrum vøkstri, og
har er víðført, so tað er nokk
at eta.
– Og tað gevur kjøtinum
ein heilt serliga góðan smakk
og tað var slíkum kjøti vit
vunnu
kjøtkappingina
á
Hotel Føroyum við, sigur Jan
Thomsen.
GOTT KJØT
Skalt tú hava gott kjøt, skulu ymsar fortreytir vera til staðar,
sigur Jan Thomsen á Eiði, sum flettur einar 150 seyðir um árið
Mynd: Sigmar Mørkøre
SLAKT