mánadagur 3. oktober 2016síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. oktober 2016 · Nr. 113
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SUÐUROY OG FRAMTÍÐIN
Um Smyril so siglur í pendulfart, bjargar tað ikki Suðuroynni. Ein undirsjóvartunnil fer heldur
ikki at bjarga Suðuroynni, tí tað krevur nakað heilt annað, heldur suðuroyingurin, Jóannes
Eidesgaard, sum hevur verið í fremstu røð í føroyskum politikki í eitt mannaminni
Áki Bertholdsen
– Suðuroyingar mugu ala ein
vinnarahugburð fram í sær
sjálvum.
Tað heldur tvøramaðurin,
Jóannes
Eidesgaard,
sum
hevur verið í fremstu røð í før
oyskum politikki í eitt manna
minni, fyrst sum býráðs
limur á Tvøroyri, og síðani
sum løgtingsmaður, lands
stýrismaður og løgmaður.
Hann stillar ikki sjálvur
upp til býráðsvalið, men sum
politiskan eygleiðara í eitt
mannaminni, hava vit skift
orð við hann um støðuna í
heimaoynni, Suðuroynni, og
um, hvørji mál, hann heldur,
at tað er átrokandi hjá teim
um næstu kommunustýr
unum at arbeiða við, skal tað
eydnast at venda negativu
gongdini í oynni við alsamt
minkandi fólkatali.
– Eg haldi, at suðuroying
ar
mangla
ein
vinnara
mentalitet, sigur Jóannes
Eidesgaard.
– Hjá teinum, sum trúgva
uppá, at einki hendir, hendir
einki, og hjá teimum, sum
trúgva uppá, at onnur skulu
loysa trupulleikarnar fyri
ein, hendir heldur einki.
Jóannes Eidesgaard held
ur tískil, at tað, suðuroyingar
skulu ala fram, er ein vinn-
aramentalitet, og ein sterkari
samleika sum suðuroyingur,
heldur enn ein samleika
sum vágbingur ella sum
tvørafólk. Tað heldur hann
er leiðin fram, heldur enn
bara at sita hendur í favn og
gremja seg, og at bíða eftir,
at onkur annar loysir trupul
leikar og setir tiltøk í verk
fyri at bjarga støðuni.
– Suðuroyingar skulu ala
fram eina trúgv í sær sjálvum
upp á, at hetta klára vit sjálvi,
leggur hann afturat.
Fyrimyndir norðanfyri
Jóannes Eidesgaard held
ur, at suðuroyingar kunnu
brúka norðoyggjar, ella eyst-
uroyingar sum fyrimyndir.
– Eysturoyingar hava eina
trúgv upp á, at teir klára tað
sjálvir og at Eysturoy er før
fyri at liva sítt egna lív. Men
tað er ikki komið av sær
sjálvum, tí tað er eitt úrslit
av einum hugburði, tey hava
dyrkað.
– Og tað er sama støða í
Norðoyggjum. Tað er merkis
vert, so væl, politikarar úr
Norðoyggjum standa saman
í royndini at draga til til sítt
øki.
– Tað hevur eisini eydnast
at draga til Suðuroyar. Men
tá ið tað slagið varð vunnið,
var annað slagið á veg, og tað
var slagið um tað skuldi vera
í Vági ella á Tvøroyri.
– Avleiðingin av tí, var, at
ofta stóðu suðuroyarting-
menninir veikir í royndunum
at fáa arbeiðspláss til Suður
oyar, tí tað gekst so illa at fáa
semju um, hvar í Suðuroy,
tey skuldu vera.
–
Suðuroyingar
mugu
sjálvir trúgva upp á, at teir
hava eina framtíð. Tað nyttar
ikki at seta seg hendur í
favn við tí hugburði, at gera
onnur ikki eitt ella annað
fyri oynna, er bara at sløkkja
ljósið, heldur Jóannes Eides
gaard.
Øll mugu draga
sama veg
Og Jóannes Eidesgaard held
ur, at fyrsta stigið fram ímóti
hesum eigur at vera, at øll
Suðuroy verður løgd saman
í eina kommunu, sum dregur
ein veg, heldur enn at hvør
kommuna dregur í sína ætt,
soleiðis sum støðan er nú.
– Ein kommunusaman
legging
loysir
ikki
allar
trupulleikar, men tað hevði
verið eitt ómetaliga stórt og
avgerandi stig at tikið, sum
tað fyrsta, sigur hann.
Hann sigur, at varð øll
oyggin ein kommuna, hevði
borið til at tosað við einari
rødd, og ein sameind oyggj
hevði sostatt havt nógv
størri møguleikar at hála al
menn arbeiðspláss til oynna,
og at ment oynna sum heild.
Jóannes Eidesgaard legg
ur afturat, at eitt valevni
til kommunuvalið, sum fer
til val upp á at virka fyri
kommunusamanlegging,
hevur góðan møguleika fyri
at fáa hansara atkvøðu á
kommunuvalinum tann 8.
november.
Sjálvur heldur hann, at
tað er drepandi fyri Suður
oynna, at hon er býtt sundur
í sjey kommunur.
Tað búgva færri fólk í
Suðuroy enn tað gera í Klaks
vík, og skjótt yvirhálar eisini
Hoyvík Suðuroynna, soleiðis
sum gongdin er nú.
– Eg haldi ikki, at nakar
kann ímynda sær, at Klaks
vík ella Hoyvík, skuldu verið
sundur í sjey sjálvstøðugar
eindir, við hvør sínari um
siting, tí ein og hvør sær,
hvussu burturvið tað hevði
verið sigur Jóannes Eides
gaard.
Hann sigur, at sama støða
er í Suðuroy. Og hann heldur
ikki, at frástøðan ímillum
bygdirnar í Suðuroy kann
brúkast sum ein umbering,
tí Hovstunnilin, og komandi
Hvalbiartunnilin, stytta frá
støðuna ímillum bygdirnar
niður enn meiri.
– At koyra ímillum Vág
og Tvøroyri, er sum at koyra
úr Hoyvík út á Argir, heldur
fyrrverandi politikarin.
Hann sigur, at nógvar
góðar ætlanir fyri Suður
oynna eru farnar fyri skeyti,
tí suðuroyingar semjast ikki
um, hvar í oynni, tær skulu
fremjast.
Hann nevnir átakið um
eina
vakstrarætlan
fyri
Suðuroynna, sum eitt dømi
um tað. Í tí sambandi var
endamálið at leggja eina
miðvísa ætlan fyri, hvussu
Suðuroy
kundi
mennast,
men tað datt niðurfyri av
tvídráttinum ímillum tær
ymsu kommunurnar.
Men tað vóru eisini onnur
dømi um hetta frá hansara
tíð sum landspolitikari.
– Eg minnist væl, at tá ið
Strandferðslan varð flutt til
Suðuroyar, legði eg lands
stýrismanninum
á
økin
um,
Jacob
Vestergaard
Jóannes Eidesgaard
Tað eru ikki marghallir og vatn
rusjibanar, sum eru avgerandi fyri,
hvar vit seta búgv
Eg haldi ikki, at nakar kann
ímynda sær, at Klaksvík ella
Hoyvík, skuldu verið sundur í sjey
sjálvstøðugar eindir
SUÐUROYINGAR
MANGLA EIN
VINNARA-HUGBU